leygardagur 19. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 35 - 19. februar 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Spaniumenn atkvøða um
ES-grundlóg
Sum teir fyrstu fara veljararnir í Spania at taka støðu til
ta nýggju ES-grundlógina á fólkaatkvøðu í morgin.
Meiningakanningar hava víst, at stórur meiriluti er
fyri grundlógini, men tað kann gerast ein trupulleiki, at
áhugin fyri fólkaatkvøðuni tykist ikki vera serliga stór-
ur. Tí hevur José Luiz Zapatero, forsætisráðharri, eggj-
að fólki til at fara í valhølini í morgin. Í einari roynd at
vekja áhuga fyri grundlógini hevði hann boðið týska
kanslaranum, Gerhardi Schrøder, til Spania, og í einari
røðu í býnum Zaragoza mælti hann fólki til at greiða
atkvøðu.
Tann størsti andstøðuflokkurin, tann konservativi PP,
vil ikki taka undir við ES-grundlógini, men væntandi
fara fleiri konservativir veljarar kortini at atkvøða fyri
henni.
Skulu spara oljupengar
Norski tjóðbankastjórin, Svein Gjedrem, ávarar nú teir
norsku politikaarnar ímóti at brúka ov nógvar pengar
úr tí almenna oljugrunninum.
Høvuðsreglan er, at politikaarnir eiga ikki at brúka
meiri enn fýra prosent av vinninginum hjá grunninum
um árið, men í ár hevur Stórtingið samtykt at brúka seks
prosent. Men tað er ov nógv, heldur Svein Gjedrem. Í
einari røðu fyrrakvøldið segði hann, at tað gongur væl í
norska búskapinum, og at ov nógvir oljupengar kunnu
hava við sær, at ov nógv ferð kemur á búskapin.
Svein Gjedrem heldur, at politikararnir eiga at tálma
teimum almennu íløgunum tey næstu árini. Tørvurin á
nýíløgum verður størri seinni, og tí er rætt at skerja
útreiðslurnar nú, sigur tjóðbankastjórin. Hansara
uppskot er, at politikararnir eiga at halda seg til regluna
um at brúka í mesta lagi fýra prosent av vinninginum
hjá oljugrunninum um árið.
Ódnarveður
Ein ógvuslig melduródn, sum hevur fingið navnið
"Olaf", herjar í Kyrrahavinum í hesum døgum.
Hósdagin herjaði ódnin tær amerikonsku Samoa-
oyggjarnar, og í gjár hevði hon beina kós ímóti Cook-
oyggjunum. Myndugleikarnir á Samoa-oyggjunum
søgdu í gjár, at fleiri hús vóru farin í ódnarveðrinum,
og at minst eitt skip var sokkið. Tólv mans vóru við
skipinum, og flogfør úr Ný Sælandi leitaðu í gjár eftir
manningini. Á oyggjunum Ta'u, Ofu og Olosega gjørdi
ódnin eisini stóran skaða, men einki er frætt um, at
nakar er deyður har.
Veðurmenninir siga, at "Olaf" er tann ringasta meldur-
ódnin í fleiri ár. Í gjár nærkaðist hon Cook-oyggjunum,
har tvær melduródnir hava herjað fyrr í ár. Í gjár var
vindferðin í ódnini umleið 250 kilometrar um tíman.
Ógvusligt vetrarveður
Gloprarregn og kavarok hava kravt umleið 640 manna-
lív í Pakistan seinastu fjúrtan dagarnar.
Myndugleikarnir siga, at nógv fólk eru druknað, tí at
byrgingar eru skrædnaðar, og nógvastaðni hava fleiri
bygdir ligið undir í vatni í fleiri dagar. Aðrastaðni eru
heilar bygdir skolaðar burtur.
Illveðrið hevur eisini gjørt um seg í grannalandinum
Afghanistan, og har hava kavi og kuldi kravt minst 260
mannalív, siga myndugleikarnir. Heilsumálaráðharrin,
Mohammad Amin Fatimie, sigur við Reuter, at nógv
børn eru deyð, tí tey toldu ikki tann nógva kuldan.
John Negroponte er
settur ovasti fyri øll-
um teimum 15
amerikonsku fregnar-
tænstunum
STJÓRASETAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í fjør gjørdi amerikanska
stjórnin at samskipa ar-
beiðið hjá øllum teimum 15
fregnartænastunum,
og
fyrrakvøldið boðaði Ge-
orge W. Bush, forseti, frá,
at hann hevði gjørt av at
seta John Negroponte fel-
ags stjóra fyri øllum tæn-
astunum.
Negroponte
hevur
ta
seinastu tíðina verið amer-
ikanskur sendiharri í Irak,
og hann var sendiharri í ST,
áðrenn hann fór til Bagdad.
Hann sigst vera ein dugna-
ligur diplomatur, men hann
er kortini ikki líka væl um-
tóktur allastaðni. Í Mið-
amerika minnast mong
hann sum mannin, ið stóð
fyri arbeiðinum at útvega
uppreistrardeildunum
í
Nikaragua vápn, og tað var
eisini hann, sum samskip-
aði amerikanska stuðulin til
tey sokallaðu deyðsliðini í
Miðamerika, skrivar AP-
tíðindastovan.
– John Negroponte hevur
eina óhepna fortíð, sum
verandi stjórn vil hava
okkum at gloyma, sigur ein
granskari á National Sec-
urity Archives í Washing-
ton við AP.
Vit kunnu fáa eina
heimsumfatandi
oljukreppu fyrr, enn
tey flestu gruna, og
oljuútbúnaðurin er
eitt av fremstu
álopsmálunum hjá
yvirganginum
OLJUKREPPA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hevur altjóða granskingar-
stovnurin Worldwatch In-
stitute rætt, kann tað væl
henda, at oljuframleiðslan í
heiminum fer at minka
longu um eini tvey ár. Tann
vanliga uppfatanin hevur
annars verið, at tað fer at
bera til at økja framleiðsl-
una nógv ár afturat, men
Worldwatch Institute sigur í
sínari nýggju ársfrágreið-
ing, at munurin ímillum
framleiðslu og eftirspurning
fer at veksa í komandi árum.
Jarðfrøðingurin
Colin
Campbell er eftir drúgvar
útrokningar komin til ta
niðurstøðu, at oljufram-
leiðslan í heiminum fer at
minka longu í 2007, sam-
stundis sum eftirspurning-
urin eftir olju fer at veksa
nógv. Sambært Worldwatch
Institute eru teir høgu olju-
prísirnir nú ein fráboðan um
eina komandi oljukreppu.
– Fyri 30 árum síðanui
dugdi eingin at siga, at vit
fóru at fáa eina oljukreppu
tá. Støðan er tann sama í
dag. Tað er týðiligt, at trot
er á olju, men tað er ikki
nøkur kreppa, sum hevur
gjørt, at tað er so. Men
marknaðurin er viðbrekin.
Brestur ein bumba í einari
av avskipingarhavnunum í
Saudiarabia, hava vit eina
heimsumfatandi
olju-
kreppu, sigur norðmaðurin
Øystein Dahle, sum er
nevndarformaður í World-
watch Institute. Hann veit,
hvat hann tosar um, tí í
fleiri ár var hann stjóri í
Norsk Esso.
Øystein Dahle sigur við
Dagsavisen, at eitt bumbu-
álop á ta størstu oljuhavn-
ina í Saudiarabia fer at
leggja heimsins størsta
oljuútflytaraland
lamið.
Tað fer at hava við sær, at
marknaðurin missir einar
átta milliónir tunnur um
dagin, og tað fer so aftur at
gera, at oljuprísurin fer úr
50 upp í 100 dollarar fyri
tunnuna. Fyri USA, sum
innflytir tíggju milliónir
tunnur av olju um dagin,
merkir tað 500 milliónir
dollarar í eykaútreiðslum
hvønn dag, og tað tolir am-
erikanski búskapurin ikki,
sigur Øystein Dahle.
Yvirgangur
Í ársfrágreiðingini skrivar
Worldwatch Institute, at
tann stóri týdningurin, sum
oljan hevur, leggur lunnar
undir meiri yvirgang. Víst
verður á, at USA og onnur
lond styðja myndugleikar í
londum sum eitt nú Saudi-
arabia fyri at tryggja sær bíl-
iga olju. Yvirgangur hevur
tey bestu gróðrarlíkindini í
londum, har fólk ikki hava
politisk rætindi, og teir
flestu flogrænararnir, sum
søktu at USA 11. september
í 2001, vóru saudiarabar.
– Tann heimsumfatandi
bardagin ímóti yvirgangi
ger, at minni verður hugsað
um teir grundleggjandi
trupulleikarnar so sum fá-
tækradømi og ovurnýtslu
av náttúrutilfeingi. Tað ein-
asta, vit kunnu gera, er at
fáa meiri burtur úr orkuni
og at menna varandi orku-
keldur, stendur í frágreið-
ingini
hjá
Worldwatch
Institute, sum leggur aftur-
at, at betri gagnnýtsla av
umhvørvinum hevur avger-
andi týdning fyri trygdina í
heiminum.
USA fær umstríddan
fregnartænastustjóra
Vandi fyri heimsumfatandi
oljukreppu
Nýggi amerikanski
fregnartænastustjórin John
Negroponte