Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2005 5 Smyril fær trý pláss í Havn Møguleikarnir hjá nýggja Smyrli at sleppa til bryggju í Havn skulu betrast munandi. Ein alterna- tiv atløga skal nú ger- ast undir Havnaskriv- stovuni, men verður ikki klár, tá skipið kemur til landið um ikki so langa tíð SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Enn veit eingin við vissu, nær nýggi Smyril kemur til landið. Men á landi skal í øllum førum alt gerast klárt til móttøku av hesum stási- liga fari. Á Drelnesi er nýggja samferðsluhavnin liðug og tikin í nýtslu. Nú eigur høvuðsstaðurin tørn, og tað var júst eitt mál í hesum sambandi, sum varð av- greitt á býráðsfundi í Havn hóskvøldið. Samtykt varð nevniliga at gera ábøtur á havnalagið, soleiðis at hetta nýggja skip- ið somuleiðis kann fáa bestu umstøður at leggja at undir Havnaskrivstovuni í Havn. Hetta arbeiðið er mett at kosta 5,2 mió. kr., men verð- ur kortini neyvan liðugt, tá Smyril kemur til landið. Við hesum "nýggja" at- løguplássinum fer nýggja strandfaraskipið í veruleik- anum at hava trý atløgustøð við eystaru bryggju í Havn. Mánamorgun er ringast Í løtuni hevur Smyril fleiri møguleikar fyri atløgum í høvuðsstaðnum: Við Far- støðina og á Molanum, og nú skal somuleiðis betrast munandi um hesar umstøð- ur undir Havnaskrivstov- uni. Tað hevur tó víst seg, at skipaferðslan og tað virk- semið ið hartil hoyrir, er rættiliga stórt á havna- lagnum ávísar dagar í viku, og tí hevur Smyril havt skiftandi atløgupláss. Ringast í so máta er kort- ini mánamorgun, tá Norr- øna kemur úr Danmark, samstundis sum annað- hvørt Blikur ella Lómur hjá Skipafelagnum avskipa farm inni undir Havna- skrivstovuni. Tá hevur ikki verið annað pláss til Smyril enn at leggja seg á Molan- um. Soleiðis kemur helst eisini at verða í framtíðini. Hetta hevur ikki altíð verið so heppið, tí skulu trailarar í land, er í fyrsta lagi trupult at manerera umborð, og tá komið er í land, er heldur ikki altíð so einfalt at snara inneftir, tí brimgarðurin er fyri. Havnameistarin, Jón- svein Lamhauge sigur við Sosialin, at við nýggja Smyrli verða møguleikarnir at koma í land munandi betraðir. Skipið kann í høv- uðsheitum liggja, hvar tað skal vera, tí tað er væl út- gjørt við stórum síðuportr- um og hevur tí ikki tørv á eini rampu sum so. – Men hetta við trimum atløguplásum slepast ikki undan, soleiðis sum støðan er í dag, sigur hann. Tryggja havbotnin Smyril er ikki komin enn, men tað er kortini greitt, at tá tan n nýggi kemur kann hann ikki leggja at á pláss- inum undir Farstøðini við allar komur og fráferðir. Tí er neyðugt, at hann verður lagdur annaðhvørt uttast á Molanum ella í krókinum undir Havna- skrivstovuni. Tað er í hes- um sambandi, at neyðugt er at gera nakrar ábøtur á havnalagið. Í stuttum umfata hesar ábøtur at ein setur upp fendarastubbar á Molanum og undir Havnaskrivstov- uni, og at ein dýpir og tryggjar havbotnin á hesum støðum. Neyðugt verður somuleiðis at gera ábøtur á dekkið á rampuni undir havnaskrivstovuni. Sagt verður, at ístaðin fyri at gera smærri ábøtur á dekkið á rampuni, ber eisini til at breiðka rampuna munandi. Hetta fer so aftur at føra við sær, at lættari verður hjá bilum at koyra í land, eins og ein kann brúka báðar rampurnar á Smyrli. – Hinvegin so er vansin tann, at atløgubryggjan verður munandi styttri, verður sagt. Betongdýna Málið hevur verið til um- røðu í fleiri av nevndunum í býráðnum, og verður mælt til at gera hesar ábøtur inni í krókinum við Havnaskriv- stovuna. Bryggjan er her gjørd av betongpelum, og tí eru møguleikarnir fyri at dýpa botnin ikki teir bestu. Her verður skotið upp at taka ein part av grótfylluni burtur, og ístaðin leggja eina sonevnda betongdýnu. Henda skal forða fyri undirmating av bryggjuni. Ein slík betongsdýna er ikki áður roynd í Føroyum, men er kend í Noregi, har tey hava sera góðar royndir við henni. Í samband við viðgerðina er havnameistarin komin við tilmæli um at arbeiðið skuldi bjóðast út í innbodn- ari lisitatión millum trý feløg, Byggitek, Articon og J&K Petersen. Eftir at lisitatiónin var liðug mælti havnameistarin til at taka av lægsta tilboðn- um, sum var frá Articon og sum ljóðaði uppá slakar 3,2 mió. kr. Ætlanin er somu- leiðis at leggja sonevndar gabiónir á botnin, sum verða fyltar við betong. Samlaði kostnaðurin fyri alt prosjektið verður tí 5,2 mió. kr., og hava bæði havnanevndin, fíggjar- nevndin og at enda býráðið samtykt at taka undir við hesum uppskotinum. Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja nýggjan barnagarð í Nólsoy. Arbeiðið verður lið- ugt í komandi ári. BARNAANSING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Um eitt gott ár fáa børnini í Nólsoy møguleika at fara í ein dagstovn á fyrsta sinni. Økið til henda bygningin er longu klárt, og á býráðs- fundi í Havn hóskvøldið varð samtykt at fara undir henda barnagarðin sum skjótast. Arbeiðið fer kortini at taka ta tíð, sum krevst. Men gongst sum ætlað stendur ein nýggjur barnagarður, sum eisini hevur vøggu- stovu og frítíðarskúla, lið- ugur í fyrru helvt av 2006. Kostnaðurin er mettur til 6,5 mió. kr. 42 børn Tórshavnar kommuna hev- ur í sáttmálanum um sam- anlegging við Nólsoyar kommunu viðtikið at gera ein dagstovn í Nólsoy. Í Nólsoy er eitt øki longu sett av til dagstovn, sum eftir ætlan skal rúma bæði vøggustovu, einum barna- garði og eini frítíðarstovu. Hetta økið er partvíst byggibúgvið. Ætlanin er, at hesin stovnurin skal standa lið- ugur um eitt ár ella so. Talið av børnum er mett til 42, av hesum verða tey 32 í vøggustovuni og barnagarðinum, og 10 teirra í frítíðarskúlanum. Barnagarðurin sjálvur verður 437 fermetrar stór- ur, og gevur hetta eitt fer- metratal sum er áleið 10 fermetrar fyri hvørt barnið. Samlaði kostnaðurin av hesi ætlanini er mettur til slakar 7 mió. kr. Men tá meirvirðisgjaldið er drigið frá kemur kostnaðurin nið- ur á góðar 6,5 mió. kr. Í sambandi við viðgerðina í býráðnum hava trivnað- arstjórin og mentamálaleið- arin mælt til at játta 2 mió. kr. av íløgujáttanini á barna- ansingarøkinum í ár, og at restupphæddin verður sett á íløguætlanina fyri 2006. Undir viðgerðini tók mentamáladeildin undir við ætlanini, men mælti tó til at rúm skal gerast fyri fýra børnum aftrat, uttan at kostnaðurin verður broyttur. Á fíggjarnevndarfundi í farnu viku varð avgjørt at taka undir við ætlanini, og tað sama gjørdi býráðið eisini hóskvøldið uttan atkvøðugreiðslu. Kristilig summar- stevna í Klaksvík Eins og undanfarin ár fer Kirkjuliga Missiónsfel- agið aftur í ár at skipa fyri eini summarstevnu. Í ár verður Ósáskúlin í Klaks- vík karmur um hetta til- takið. Stevnan byrjar hósdagin 30. juni og heldur fram til sunnudagin 3. juli. Í ár verða eini norsk hjún gestir á stevnuni. Talan er um Annu og Norvald Yri, sum áður hava verið trúboðarar í Tanzania. Har var hon m.a. við til at seta á stovn ein sjúkrasystraskúla. Norvald arbeiðir í dag sum undirvísari á bíbliu- skúlanum á Fjellhaug í Oslo, og kemur undir Føroyavitjanini at tala á møtum og at hava bíbliu- tímar. Enn er tann endaliga skráin fyri summarstevn- una ikki tøk, men arbeitt verður við henni í løtuni. sb. Góð undirtøka til urgufund Seinnapartin í dag fara urguleikarar og onnur áhugaði at hittast til fundar í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Á fundinum er ætlanin at tosa nærri um, hvat gerast kann fyri at bøta um tann stóra tørvin á urguleikarum í kirkjunum kring landið. Líkt er til, at hetta evnið hevur stóran áhuga manna millum. Seinna- partin hósdagin vóru om- anfyri 50 fólk meldaði til henda fundin. Onnur evni verða eisini tikin fram, m.a. hvussu ein gevur víðari tann før- oyska sálmaskattin í eini tíð, har tað vindur meiri og meiri uppá seg at syngja á enskum máli. Tað er Urguleikarafelag- ið sum skipar fyri fundin- um, sum byrjar í dag kl. 13 við einum døgverða- bita. Við hesum verður vónað, at prátið millum luttakararnar kann byrja beinanvegin, so at sum mest fæst burtur úr hes- um seinnapartinum. sb. Dagstovn til børnini í Nólsoy Nólsoyingar fáa nú barnagarð. Hann skal standa liðugur um eitt ár Smyril liggur her væl við Farstøðina. Men tá nýggi Smyril kemur verður tað ikki allar dagar at hann kann liggja á hesum staðnum. Tí mugu ábøtur gerast á rampuna inni við Havnaskrivstovuna Mynd: Jens Kr. Vang