Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 35 - 19. februar 2005 74 milliónir í landskassan Føroya Banki al- mannakunngjørdi fríggjadagin ársrokn- skapin. Yvirskotið var 127 mió kr. áðrenn skatt, og fær lands- kassin 74 av hesum ROKNSKAPUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Stóru peningastovnarnir hava seinastu tíðina lagt seinastu hondina á ársrokn- skapin fyri 2004, og í flestum førum er talan um góð úrslit. Fyrr í vikuni kunngjørdi Føroya Sparikassi eitt met- gott úrslit á 107 mió kr. eftir skatt, og fríggjadagin kom Føroya Banki so út við einum nærum eins góðum úrsliti. Tá skattur var gold- in, stóðu 97 milliónir eftir á niðastu linjuni, og hesar vóru skrivaðar við svørtum væl at merkja. Lítlar avsetingar Um gongdina í roknskapa- rárinum sigur Føroya Banki í tíðindaskrivi, at árið var merkt av metlága rentu- stignum, sum hevur verið. – Rentu- og kostnaðar- inntøkur bankans eru so- statt minkaðar við 3 pst. í mun til undanfarna árið, úr 264 mió. kr. niður í 256 mió. kr. Lága rentustigið og stóra gjaldførið á marknaðinum hevði annars við sær herda kapping á út- lánsøkinum peningastovn- anna millum í 2004. Rentumunurin og brutto- vinningur peningastovn- anna er tí undir trýsti - eitt trýst, sum økist av, at ein partur av vinnulívskundun- um í 2004 ikki megnaðu at rinda fullu rentuna. Líkt er tó til, at bankin í stóran mun tók hædd fyri fallandi rakstrarúrslitunum í føroyska vinnulívinum. Avsetingar og burturleggingar til tap eru útreiðsluførdar við einans 12 mió kr., og er hetta nak- að væl minni enn í fjør. Til samanberingar kann her nevnast, at Sparikassin í sínum roknskapi hevði sett 87 mió kr. av ímóti tapi. Skuldin afturgoldin Og góða gongdin hjá Før- oya Banka kemur eisini landskassanum til góðar. Her hava boðini verið, at gjaldførið ikki hevur havt tað alt ov gott seinastu tíð- ina, og við endan av januar var gjaldførið 7 mió kr. lægri enn lógarkravda markið. Føroya Banki fer tó í næstum at rinda 50 mió kr. í landskassan. Nevndin skjýtur upp, at felagið fyri 2004 skal rinda 50 mió kr. í vinningsbýti, og tað skuldi verið løgið, um hetta ikki verður góðkent av aðal- fundinum. Hartil fer bankin í heyst at rinda 24 mió kr. í skatti fyri roknskaparárið 2004. Tað vil við øðrum orðum siga, at Føroya Banki í ár kemur at rinda landskass- anum 74 mió kr. Og saman við vøkstrinum í eginpen- inginum merkir tað, at bankin nú hevur rindað landskassanum tað aftur, sum bankabjargingin kost- aði á sinni. – Í 1992-93 mátti før- oyska landsstýrið skjóta eina samlaða kapitalinn- spræning á 2.685 mió. kr. í Sjóvinnubankan og Føroya Banka. Síðani samanlegg- ingina av bankunum báðum í 1994 hevur FØROYA BANKI í fullan mun vunn- ið hesa upphædd aftur: Bankin hevur goldið 214 mió. kr. í skattum, 921 mió. kr. eru útlutaðar partaeigar- unum, og bókaði eginpen- ingur bankans við árslok 2004 fevndi um 1.557 mió. kr., verður at enda sagt í tíðindaskrivinum. Tað vóru 45% fleiri uttan arbeiði í 2004 Arbeiðsloysi er aftur vaksandi. Í desem- ber 2004 var talið av fulltíðararbeiðsleysu m komið uppá 1071. Í december í 2003 var tað 776. Hetta er ein hækkan upp á 38% ARBEIÐSLOYSI Rolf Guttesen Fyri alt árið 2003 var meðalarbeiðsloysið 664 persónar, sum í 2004 hækkaði til 960, ella 296 fleiri, sum svarar til 45%. Hagstovan sigur á heimasíðuni frá, at fyri fyrstu ferð síðan 1995 eru fleiri menn enn kvinnur arbeiðsleysir. Annars hava seinnu árini javnan verið eini 200 til 300 fleiri kvinnur enn menn verið arbeiðsleysar. Verður arbeiðsloysið býtt sundur uppá aldurs- bólkar í 2004, so eru flest- ar arbeiðsleysar kvinnur í bólkinum 25-34 ár, með- an flestir menn eru í bólk- inum 55-66 ár. Soleiðis var eisini árið fyri. Arbeiðsloysið er vaksið um alt landið. Men tað er nógv størst í Suðuroy, og tað var tað eisini í 2003. Har eru umleið 9% av kvinnum og 5% av monn- um uttan arbeiði. Lægst er tað í Eysturoynni har gott 2% av bæði monnum og kvinnum eru uttan arbeiði. Hyggja vit at langtíðar- gongdini, sum vit hava sett saman í kurvumynd- ini, so visir hon eina søgu um samfelagskreppuna, sum var í hæddini í 1995, men sum batnaði ár um ár fram til 2002. Um heyst- ið tað árið kom arbeiðs- loysi niður á 2%. Vanliga hevur tað - um vit hyggja at teim einstøku árunum - ligið høgt í januar til mars. Hinvegin hevur tað uppá ársbasis ligið lágt út á heystið. Men nú ar- beiðsloysið sum heild er vaksandi, so er myndin nakað øðrvísi. Eitt vaksandi arbeiðs- loysi fer at fáa ávirkan á flytingarnar millum Før- oyar og útlandið. Í 2004 var fyri fyrstu ferð í 8 ár ein nettoflyting til útlandið. Arbeiðsloysi 1995 TIL 2004 í % 0 2 4 6 8 10 12 14 16 123456789111123456789111123456789111123456789111123456789111123456789111123456789111123456789111123456789111123456789111 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 Procenttal (%) Talvan sýnir, hvussu gongdin i arbeiðsloysinum hevur verið síðani 1995 Landskassin hevur nú fingið tað aftur, sum í kreppuárunum varð rindað fyri bankabjargingina Tað gongur framá hjá P/F Trygd, sum nú í nøkur ár hevur verið annar aktørurin á føroyska tryggingar- marknaðinum. Ársroknskapur felagsin varð fríggjadagin lagdur fyri aðalfundin, og hesi sýndi eitt avlop á 4,6 mió kr. Mest áhugaverda í hes- um er helst, at sjálvt trygg- ingarvirksemið eisini gav avlop. Nevnliga 1,4 mió kr. Eftir skatt var talan um eitt úrslit á 3,7 mió kr., og er eginpeningur felagsins nú 120 mió kr. Í tíðindaskrivi staðfesta nevnd og leiðsla, at talan er um eitt nøktandi úrslit. – Hóast hørðu kapp- ingina á tryggingarmarkn- aðinum, kann Trygd eisini í 2004 staðfesta ein nøktandi vøkstur innan flestu trygg- ingargreinar sínar. Brutto tryggingarinntøkan er økt úr 50,3 mió kr. í 2003 upp í 56,8 mió kr, í 2004, ið svarar til ein vøkstur upp á 13%. -jm Eisini avlop hjá Trygd Høvuðs- og lyklatøl úr ársroknskapinum 2004 2003 +/- % Rakstrarroknskapur (mió. kr.) Rentu- og kostnaðarinntøkur 256 264 -3,0 Virðisjavnan 1 -5 Útreiðslur 127 119 6,8 Tap og burturleggingar 12 110 -89,4 Úrslit av vanligum rakstri undan skatti 121 47 156,2 Ársúrslit 97 38 155,6 Fíggjarstøða (mió. kr.) Útlán 3.636 3.512 3,5 Innlán 3.870 3.780 2,4 Eginpeningur 1.557 1.510 3,1 Fíggjarstøðujavnvág 5.597 5.408 3,5 Lyklatøl Úrslit fyri hvørja kostnaðar- krónu 2,04 2,32 Renting av eginpeningi áðrenn skatt 8,0% 3,2% Vinningsbýti, kr. fyri partabrævið (á 100 kr.) 50 20 Tal av starvsfólkum við árslok 196 199 FAKTA