leygardagur 19. februar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2005
7
Meira skræpa
í Gøtu
Ein nýggj konsert undir
heitinum »Skræpa« verð-
ur hildin í Losjuni í Gøtu
leygarkvøldið.
Heitið á konsertini er
komið av, at hetta eru bólk-
ar, sum ikki sluppu við til
Prix Føroyar, men hesaferð
verða tað lutvíst bólkar,
sum longu hava verið við í
kappingini, men sum ikki
komu víðari. Harafturat er
eisini ein bólkur, sum skal
spæla í næsta umfarinum
av Prixnum.
Fýra bólkar fara at
spæla. Teir eru Frostbit,
Dimmi, Paradox og Sic.
Konsertin verður leygar-
kvøldið kl. 22.00
ek
Skótar halda
serligan dag
Leygardagin verður ein
serligur dagur fyri allar
skótar.
22. febr. verður nevniliga
nevndur altjóða hugsun-
ardagur og verður hildin
um allan heim. Skótar
savnast og hugsa um Lord
Baden-Powell, sum stovn-
aði skótarørsluna, og konu
hansara, sum bæði høvdu
føðingardag 22. febrr.
Hetta verður gjørt við at
minna hvønn annan á
skótalógina, og at ein sum
skóti er vinur við allar aðr-
ar skótar óansæð húðarlit
ella trúgv.
Í Føroyum verður dag-
urin hildin við skótaguds-
tænastu
kring
landið.
Skótar úr Havn og av Argj-
um fara í Havnar kirkju,
skótar úr Leirvík, Fugla-
firði og av Glyvrum fara í
kirkju á Glyvrum, skótar
úr Hvalvík, Kvívík, Mið-
vági og Kollafirði fara í
kirkju í Kollafirði og skót-
arnir í Klaksvík fara í
Christianskirkjuna. í sum-
mum bygdum fara skótar-
nir í kirkju sunnudagin í
staðin.
Í Føroyum eru 27 skóta-
bólkar og 1600 skótar til-
samans. Í heiminum eru
meiri enn 25 millliónir
skótar í 160 londum.
ek
Tobbi var í
uppskoti
Torbjørn Jacobsen, løg-
tingsmaður, »misti« ikki
sessin sum næstformaður
í
Tjóðveldisflokkinum
mitt í stríðnum við for-
mannin, sum vit skrivaðu
í blaðnum í gjár. Torbjørn
Jacobsen segði sessin frá
sær, og tá hann saman við
Karsten
Hansen
varð
skotin upp at verða næst-
formaður, tapti hann at-
kvøðugreiðsluna á eyka-
flokstinginum.
Blaðm.
Skaðanevnd má kanna
ferðsluvanlukkurnar
– Nú er upp á tíðina
at seta niður eina
ferðsluskaðanevnd,
soleiðis at veruligu
orsøkirnar til óhapp
og vanlukkur í ferðsl-
uni kunnu finnast,
sigur Rúna Sivertsen,
forkvinna í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd,
sum vísir á, at fýra
fólk eru deyð í ferðsl-
uni fyrstu tveir mán-
aðirnar í ár
FERÐSLA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Forkvinnan í Ráðnu fyri
Ferðslutrygd heitir nú á
myndugleikarnar um at
eina
ferðsluskaðanevnd,
sum kann kanna ferðslu-
óhapp og finna fram til
veruligu
orsøkirnar
til
óhapp og vanlukkur.
– Tá vanlukka hendir á
sjónum, verður kanning
gjørd, sjóforhoyr hildið og
frágreiðing skrivað. Men tá
ið ferðsluvanlukkur henda,
verða tær ikki kannaðar út í
æsir, soleiðis sum gjørt
verður í grannalondum
okkara, sigur Rúna Sivert-
sen í eini viðmerking í
blaðnum í dag.
Lutvíst fleiri doyggja
– Løgmaður hevur sagt, at
Føroyar um stutta tíð skal
verða heimsins mest fram-
komna land. Hetta ljóðar
mikið gott, og mítt inniliga
ynski er, at tað skal gangast
okkum eftir ynski løgmans.
Men tá tað kemur til ferðsl-
una, kunnu vit ikka siga
annað, enn at Føroyar eru
eitt tilafturskomið land.
Rúna Sivertsen vísir á,
lutvíst fleiri fólk doyggja í
ferðsluni í Føroyum enn í
okkara grannalondum.
– Teir 49 dagarnar, sum
higatil eru farnir av hesum
árinum, hava vit mist fýra
mannalív í ferðsluni. Hetta
kunnu vit ikki tigandi
hyggja at og góðtaka, sigur
hon.
Ongan ferðslupolitikk
Rúna Sivertsen heldur, at tú
er tíðin komin at seta niður
eina ferðsluskaðanevnd, so-
leiðis at veruligu orsøkirnar
til óhapp og vanlukkur í
ferðsluni kunnu finnast.
– Føroyar er einasta land
í Norðanlondum, sum ong-
an ferðslupolitikk hevur.
Hetta undrast hini londini
stórliga á, ikki minst tá tey
síggja, hvussu nógvar álv-
arsligar vanlukkur henda
hjá okkum, sigur hon.
– Tað er flóvisligt at um-
boða Føroyar á norður-
lendsku
fundunum
og
noyðast at viðganga, at enn
hevur politiski myndug-
leikin ikki fingið í lag at
samtykkja
ein
ferðslu-
politikk fyri Føroyar, sigur
Rúna Sivertsen.
Hósdagin høvdu
skúlarnir í Klaksvík
stórt tiltak um royk-
ing, og kanningar
vísa, at færri og færri
skúlanæmingar í
Klaksvík roykja. Mál-
ið er, at skúlabørn als
ikki skulu roykja
ROYKING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Málið hjá okkum er at
gera skúlin púra roykfrían.
Tað sigur Rani Nolsøe,
formaður í Heilsu og Um-
hvørvisnevndini
hjá
Klaksvíkar kommunu, sum
saman við skúlunum skip-
aði fyri serliga roykiátakin-
um hósdagin.
– Vit hava havt aftur-
vendandi átøk um royking,
og vit fara at halda fram við
tí. Vit hava gjørt kanningar
av roykivanunum hjá skúla-
børnunum síðstu árini, og
tað vísir seg, at alt færri
børn roykja, sigur Rani
Nolsøe.
– Orsøkin til tað er bæði,
at fleiri børn als ikki byrja at
roykja, og eisini at summi
leggja av at roykja. Málið er,
at
eingin
skúlabørn
í
Klaksvík skulu roykja.
Skreytbløð til tey
roykfríu
Tiltakið,
sum
kallaðist
«Roykfríur skúli« var í
KFUM & K í Klaksvík, og
har var ymiskt á skránni.
Landsstýrismaðurin
Hans Pauli Strøm setti til-
takið, Jákup Veyhe avdúk-
aði eina nýggja plakat, sum
Edward Fuglø hevur gjørt.
Vinnarin av Nósabarna-
prixnum sang fyri næming-
unum, skreytbløð vórðu
latin til teir roykfríu flokk-
arnar, og vinnarin av yrk-
ingakapping varð avdúk-
aður.
Allir næmingar úr sætta til
tíggjunda flokk vóru við til
tiltakið.
– Tá vanlukka hendir á sjónum, verður kanning gjørd, sjóforhoyr hildið og frágreiðing skrivað. Men tá ið ferðsluvanlukkur
henda, verða tær ikki kannaðar út í æsir, soleiðis sum gjørt verður í grannalondum okkara, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
(Tilvildarlig mynd)
Skúlin skal verða roykfríur
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður, setti tiltakið,
sum Rani Nolsøe, formaður
fyri Heilsu og umhvørvis-
nevndina hjá Klaksvíkar
kommunu og umboð frá
skúlunum høvdu skipað fyri
Mynd: Norðlýsið