leygardagur 19. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2005
9
Smyril Line beyð til
tíðindafund á Hotel
Føroyum fríggja-
morgunin. Endamálið
var at royna at venda
tosinum burtur frá
fíggjarstøðuni hjá
felagnum og siga frá,
at Norröna fer at sigla
í Norðurhøvum í
summar
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Tað er staðfest, at Norröna
fer at sigla í Norðurhøvum
fram til 3. september. Eisini
hevur Smyril Line staðfest
eina framgongd í meðal
upp á 15 prosent í mun til
ferðafólkatalið í 2004.
Hesir vóru høvuðsboð-
skapirnir, tá Smyril Line
beyð til tíðindafund á Hotel
Føroyum fríggjamorgunin.
Felagið var umboðað av
sølu- og marknaðarleiðar-
anum, leiðaranum á skips-
deildini og kunningarleið-
aranum. Tá spurt varð um
aktuellu støðuna viðvíðkj-
andi fíggjarstøðu og viður-
skiftum við Fjord Line,
varð svarað, at tað kundu
teir ikki siga nakað um.
Boðað varð frá summar-
ferðaætlanini og ymsum
sertúrum,
sum
gjørdir
verða í summar.
Teir vanligur túrarnir
verða allir aftur. Páskatúrar
verða tveir, harmoniku-
túrur, countrytúrur og einir
tríggir bingotúrar. Ein ung-
dómstúrur verður gjørdur,
har aldursmarkið er sett til
18 ár, og Smyril Line fer at
treyta sær, at eingin hevur
rúsdrekka við umborð ella
er ávirkaður, áðrenn farið
verður umborð. Hvussu
verður vorðið við tí á sjálv-
um túrinum, segði søgan
einki um.
Eini tvey nýggj tilboð í
so máta vórðu eisini kunn-
gjørd á fundinum. Í døgun-
um 21. til 25. apríl verður
ein serligur gospeltúrur
gjørdur, har ymsir kendir
føroyskir tónleikarar og
bólkar fara at hava fram-
førslur. Eisini verður skip-
að fyri einum sonevndum
Gourmettúri, har dentur
verður lagdur á at bjóða
gestunum góðan mat og
gott at drekka. Ætanin er at
hava trý serlig kvøld um-
borð. Eitt italienskt, eitt
spanskt og eit franskt. Sum
vera man verður eisini
dansað ein slíkan túr.
Kunningarleiðarin
legði
dent á, at hesin túrurin var
nokk ikki ein, har skilagott
var at hava børn við.
Vøkstur
Deildarleiðararnir á Smyril
Line, sum stóðu fyri tíð-
indafundinum á Hotel Før-
oyum, søgdu frá vøkstri í
ferðafólkatalinum,
síðan
Smyril Line byrjaði sigling
í Norðurhøvum.
Í fjør flutti Norröna
159.000 ferðafólk og vænt-
andi verður vøksturin í ár
15 prosent í mun til í fjør.
Reiðiliga 180.000 ferðafólk
vænta teir at fáa at flyta í ár.
Vøkstur er allastaðni,
varð sagt. Eini 30 prosent
fleiri einstalingar hava hig-
artil biðið um pláss við
skipinum. Og bólkaferðirn-
ar tykjast fara at økjast við
umleið fimm prosentum.
Størsti vøksturin er í Før-
oyum, siga tey hjá Smyril
Line. Heili 32 prosent fleiri
bókingar hava føroyingar
sett seg fyri í ár enn í fjør.
Tá nýggja Norröna varð
sett í sigling í 2003, reyk
ferðafólkatlaið upp við 52
prosentum beinanveg. So
minkaði vøksturin eitt sind-
ur aftur í 2004, men nú
tykist ferð vera komin á
vøksturin aftur, varð upp-
lýst á tíðindafundinum.
Marknaðarføring
Smyril Line hevur miðvíst
lagt seg eftir at marknaðar-
føra seg í útlendskari
pressu. Og tað hevur saman
við nógvu skrivstovunum
og umboðsmonnunum hjá
felagnum uttanlands eisini
givið úrslit, sigur kunning-
arleiðarin.
Smyril Line hevur egnar
skrivstovur í seks ymsum
londum í Europa, og sølu-
umboð í enn fleiri. Bæði í
Europa, Amerika og so
langt
burturi
sum
í
Australia.
Kortini vísir tað seg, at
tað er úr grannalagnum, at
flestu ferðafólkini við Nor-
rönu koma. Flestir eru før-
oyingar. Síðan koma danir,
norðmenn,
týskarar
og
íslendingar, greiddi markn-
aðastjórin frá á tíðinda-
fundinum á Hotel Føroy-
um.
Eitt týðuligt ynski var
um, at betri umstøður vóru
givnar til marknaðarføring
av Føroyum sum ferða-
vinnulandi. Og aftur her
varð, sum so mangan verð-
ur gjørt, víst til íslendingar
og allar teir pengar, teir
brúka til marknaðarføring.
Tikið varð til meira enn
einaferð at tað tykist klókt
at halda seg tætt at teimum
og brúka teir sum lokomo-
tiv, tá ræður um at fáa
ferðafólk hendanveg.
Ein lítil príshækking
verður í ár í mun til í fjør.
Eini trý prosent ella so á
vanligum
ferðaseðlum,
varð upplýst. Men eitt nú
bólkaferðir ella onnur til-
boð tykjast standa í stað,
skiltist á fundinum á hotell-
inum.
Annars verða prísirnir
alla tíðina dagførdir, segði
sølu- og marknaðarleiðarin
á Smyril Line, Hendrik
Egholm.
Men tað eru ikki øll, sum
spyrja um prís. Tey vita,
hvat tey vilja hava, og
gjalda so fyri tað, segði
hann.
Her nam hann serliga við
hesar
sonevndu
fiski-
turistarnar, sum bara vilja
sleppa at royna seg við eini
tráðu, har møguleikin er.
Og møguleikar helt hann,
at vit hava í Føroyum. Tað
ræður um at brúka teir, vísti
hann á.
Charmufundur á Hotel Føroyum
Smyril Line beyð til tíðindafund á Hotel Føroyum fríggjamorgunin, har tríggir deildarleiðarar umboðaðu felagið. Talan var um fund, sum skuldi vísa á, at Smyril
Line er annað enn fíggjarkreppa og avtalur við onnur skipafeløg. Aktuella støðan hjá felagnum varð ikki umtalað.
Mynd: Jens Kristian Vang
Hendrik Egholm, sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line, greiddi frá, at Norröna í hvussu er fer
at sigla á gomlu farleiðini fram til 3. september, og at felagið hevði merkt sær ein vøkstur upp á
15 prosent í ferðafólkatalinum í summar
Mynd: Jens Kristian Vang