Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 35 - 19. februar 2005 Tað var skelkandi at frætta, at 700 misnýtarar eru í høvuðsstaðarøkinum. Sjálvandi vil onkur seta spurnartekin við talið og yppa øskl. Men talið kemur frá einum løgtingsmanni, sum hevur verið á fundi í Lokalnevndini. Tað er nevndin hjá Løg- tinginum, sum hevur eftirlit við løgregluni. Tí má talið verða á leið. Víst vita tey, sum hava við ungdóm at gera, at heilt nógv hasj og annað, er millum ungdómin, men at talið er so høgt kemur óivað óvart á. Hóast talið kanska er í so høgt sett, so eigur tað at fáa myndugleikan at rakna við. Og við myndugleikar hugsa vit bæði um tann politiska myndugleikan, tollvaldið, fyribyrgingarráðið og eisini skúlan. Grundleggjandi má ungdómurin alla tíðina upplýsast og kunnast um rúsevni - tað verið seg rúsandi løg og euforiserandi evni - og í hesum samstarvi má góð samvinna vera millum skúla- verkið og fyribyrgingarráðið. Er henda upplýsing ikki nóg dygg, so má hon gerast betri, so øll vita um vandan at roykja ta fyrstu pípuna, taka ta fyrstu tablettina ella taka onnur rúsandi evni. Er støðan versnað, má politiski myndugleikin taka upp neyvari samstarv við løgreglu og toll- vald, og leggja eina ætlan fyri, hvussu misbrúkið kann tálmast og fáast niður í nærum einki. At fáa misbrúkið heilt burtur, ber neyvan til, tí nøkur gerast altíð so tengd at rúsandi evnum, at tey gera alt, sum tey kunnu, fyri at fáa fatur í teimum. Um løgregla og tollvalda halda, at neyðugt er við størri orku, má politiski myndugleikin eisini kunna veita eina størri játtan, tí tað ber ikki til, at ein stórur partur av okkara ungdómi "gongur skeivur". Upplýsing um rúsandi evni má eisini vera ein táttur í tí átakinum um eina betri fólkaheilsu. Eitt átak sum miðjar eftir at fáa børn og vaksin at eta sunnari, at fáa fólk at gevast við at royka, at fáa fólk at røra seg meira, at fáa fólk at hugsa um arbeiðsstøður og skapa møguleikar fyri, at allar føroyingar fáa eitt innihaldsríkt lív og eina betri heilsu. Løgreglan - og serligi narkobólkurin hjá løgregl- uni - kennir umhvørvið, og dugir best at meta, hvussu stórt misbrúkið er. Myndugleikin má tí taka hetta ógvisliga talið í størsta álvara og ikki bíða ein dag at taka hetta álvarsmál upp. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur ikki ligið á tí latu síðuni, so væntandi letur hann ikki málið fara aftur við borðinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Skelkandi - 700 misnýtarar í høvuðsstaðnum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Har er longu eitt SEV- verk, ein vindmyllupark og har er eisini longu ein ætlan, sum er komin langt ávegis viðvíkjandi sól- orku. Harafturat hevur Vestmanna grønar skúlar. Tosa vit um alternativa orku, ja so tosa vit um Vestmanna. Ingi Olsen løgtingsmaður Havandi søguna í huga, so haldi eg at Vestmanna sum pionerbygd hevur, sum teir siga í fiskivinnuni, vunnin rættindi á økinum, sum áttu at koma til góðar nú. Landsstýrismaðurin í orkumálum, hevur nú lagt fyrsta ávegis álitið um orku fyri tingi. Taað er av sera stórum týdningi at hetta nú er komið, og at vit við hesum hava fingið gjørt kanningar og fest niður á blað so nógv um hetta evni. Undir framløguni kom fram, at landsstýrismaðurin hevur skotið upp fyri Norðurlandaráðnum, at Føroyar verða við í eini grannskingarætlan hvørs endamál er at kanna fram- komnar orkukeldur til fjar- skotin øki. Tað sum undrar meg nakað er, at Nólsoy verður skotið upp. Ásannandi, at Vestmanna altíð hevur verið fremst tá um orku ræður, bæði við- víkjandi grønari orku og so sann eisini hvat vindorku ræður, - og at vit hava stórt sæð øll vinnutólini á stað- num, so haldi eg, at Vest- manna vildi verið rættari stað at gjørt hesar ætlanir. Hví ikki nýtt Vestmanna til orkudepil? Har er longu eitt SEV-verk, har er longu ein vindmyllu- park og har er eisini longu ein ætlan, sum er komin langt ávegis sum viðvíkur sólorku. Aftrat hesum hev- ur Vestmanna grønar skúl- ar. Vit kunna siga, at tosa vit um alternativa orku, ja so tosa vit um Vestmanna. Havandi søguna í huga, so haldi eg at Vestmanna sum pionerbygd hevur, sum teir siga í fiskivinnuni, vunnin rættindi á økinum, sum áttu at koma til góðar nú. Vestmanna sum orkudepil Alt meðan løgmaður ar- beiðir fyri, at Føroyar skal gerast heimsins mest framkomnasta land, doyggja fleiri fólk í ferðsluvanlukku í Føroy- um, enn í nøkrum av hinum Norðurlondunum. Ein av orsøkunum til hesa syndarligu støðu er vant- andi vilji frá politiskari síðu at taka ferðslu- trygdina í álvara VIÐMERKING Rúna Sivertsen Formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Tað er ikki tað ting, ið ikki kann kannast, og við kann- ingum er møguligt at finna orsøkir og gera niðurstøður. Sjálvt við at kanna lutir, ið eru elligamlir, ber til at finna útav tí ótrúligasta. Men í sambandi við eitt ferðsluóhapp Millum Fjarða, har eitt hjól loysn- aði av einum trailara, segði vakthavandi á løgreglu- støðini í Runavík við So- sialin, at tað bar ikki til hjá honum at staðfesta ná- greiniliga, hvør orsøkin var til óhappið. Víðari sigur løgreglu- maðurin, at tá hendingin er hend, so hava vit ongan møguleika at kanna, hvørt hetta var vegna vantandi eftirlit, ella um talan var um eitt brek av onkrum slag. Sjálvsagt kann løgreglu- maðurin ikki staðfesta, hví hjólið loysnaði. Tað er ikki hansara uppgáva, og ei heldur er hann útbúgvin at kanna slíkt. At siga við ein fjølmiðil, at tað ikki ber til at kanna og staðfesta or- søkina er púrasta burturvið. Neyðugt at kanna Tá vanlukka hendir á sjó- num, verður kanning gjørd, sjóforhoyr hildið og frá- greiðing skrivað. Men tá ferðsluvanlukkur henda í Føroyum, verða tær ikki kannaðar út í æsir, soleiðis, sum gjørt verður í granna- londum okkara. Løgmaður hevur sagt, at Føroyar um stutta tíð skal verða heimsins mest fram- komna land. Hetta ljóðar mikið gott, og mítt inniliga ynski er, at tað skal gangast okkum eftir ynski løgmans. Men tá tað kemur til ferðsluna, kunnu vit ikka siga annað, enn at Føroyar eru eitt tilafturskomið land. Av Norðurlondum eru Føroyar ringast fyri, tá ið talan er um deyð í ferðsl- uni. Í teir 49 dagarnar, sum higatil eru farnir av hesum árinum, hava vit mist fýra mannalív orsakað av ferðsluvanlukkum. Hetta kunnu vit ikki tig- andi hyggja at og góðtaka! Hvørki mið ella mál Nú er upp á tíðina at seta niður eina ferðsluskaða- nevnd, soleiðis at veruligu orsøkirnar til óhapp og vanlukkur í ferðsluni kunnu finnast. Føroyar er einasta land í Norðurlondum, sum ongan ferðslupolitikk hevur. Hetta undrast hini londini stórliga á, ikki minst, tá tey síggja, hvussu nógvar álvarsligar vanlukkur henda hjá okk- um. Hyggur tú inn á heima- síðuna hjá Vinnumálaráð- num, sum umsitir ferðslu- mál, er ikki eitt einasta orð at finna um ferðslu ella ferðslupolitikk. Einans ein slóð til heima- síðuna hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd ber boð um, at Vinnumálaráðið hevur nakað við ferðslu at gera. Tað er flóvisligt at um- boða Føroyar á norður- lendsku fundunum, og noyðast at viðganga, at enn hevur politiski myndug- leikin ikki fingið í lag at samtykkja ein ferðslu- politikk fyri Føroyar. Tað er tó ikki tað ring- asta. Tað ringasta eru avleið- ingarnar av, at vit í Før-oy- um taka ferðslutrygdina í so lítlum álvara! Fakta: Í Føroyum eru seinastu 10 árini, í miðal, fleiri enn 8 fólk deyð í ferðsluvanlukku, í mun til 100.000 fólk. Í Noregi og Svøríki er talið 5-6. Í Finnlandi 6-7. Í Danmark 7-8. Heimsins framkomnasta land – flest deyð í ferðsluni