Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2005 11 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. - Óli í Skúla var konstitueraður sýslumaður Jústinus Leivsson Eidesgaard rithøvundur Í útvarpssendingini "Kulturu" mánakvøldið og endursend miku- morgunin ummælir Finnbogi Ísakson bók mína "Kaj" ein doku- mentarisk ævisøga. Tøkk skal hann hava fyri frálíka ummælið, tað fløvar hjá skapandi fólki ikki at vera gloymd burtur. Tað gleddi meg serliga nógv, at Finnbogi hevur lagt til merkis, at talan er um eina óvan- liga bók, og tað má væl merkja at mørk eru flutt á ein ella annan hátt og bókin ikki bara er eitt kopi at tí sum undan er komið. Eg er fegin um øll um ummæli og umrøðu og sera fegin um, at allir fjølmiðlar hava hildið mína bók verið so áhugaverda, at teir hava nýtt nógva blaðrúm, og senditíð til at umrøða og ummæla hana. Tað ligg- ur mær ógvuliga fjart at fara at viðgera ummælir í fjølmiðlunum, tey eru kærkomin, bæði tey góðu og tey ringu og verða ongantíð annað enn tað ein einstakur brúkari sær í einum verki. At eg so heilt und- antikið geri tað hesu ferð, kemst av at tað ikki er heilt rætt, tá ið Finn- bogi sigur, at Óli í Skúla ikki var sýslumaður í Norðoyggjum. Óli í Skúla ella O.F. Joensen var fyribilssettur sýslu- maður í mong ár, tí sit- andi sýslumaður, leir- víkingurin Clement Olsen, hevði so nógv um at vera sum politikkari. Clæmint Olsen var sýslumaður í Norð- oyggjum í samfull 40 ár frá 1870 og fram til 1910. Hann umboðaði Norðoyggjar á tingi í 33 ár, var landstingsmaður í átta ár og fólkatings- maður í trý ár. Tá íð tíðini var var ikki lætt at ferðast, og ein maður við so tungum álitis- størvum, kann ikki hava verið nógv heima Klaks- vík. Í hvussu er frá 1902 og fram til 1910, tá ið Clement Olsen fer frá sum sýslumaður vegna aldur, røkir Óli í Skúla, sýslumannsembætið og tað er hann sum avgreið- ir málini hjá sýslumann- inum meginpartin av tíðini hetta tíðarskeið. Hann er einans 26 ára gamal í 1902. Hann undirskrivar seg konstitueret sysselmand og ikki sum sýslu- mannsfulltrúi á hópatals skjølum frá hesum tíðar- skeiði og eisini á einum sera tíðandi skjali um Hans Paula á Toftum, sum norðoyingar helst vilja, at Norðtoftir verða kallaðar. Alt hetta kann lesast nærri um á síðu 45 og 46 í bókini hja Hjartvard E. Skálagarð, "Politi í Før- oyum fyrr og nú" og í "Havið og Vit 1." eftir J. Símun Hansen á síðu 93. Og sjón fyri søgn kann eisini síggjast í sýslu- mannsprotokollunum á Føroya Landsskjala- savni frá hesum tíðar- skeiði. Finnbogi hevur tó rætt í, at Óli í Skúla ongantíð endaliga varð settur sum sýslumaður hóast hann droymdi um hetta. Tá Clæmint Olsen fer frá í 1910 søkir Óli í Skúla og ein adressa gekk runt í Norðoyggjum honum til frama, hann fekk ser- liga nógvar undirskriftir i Svínoy og bygdunum í Fugloy, men ikki nóg mikið til til at gerast sýslumaður. Næstu 16 árini, fram til 1926, situr s t r ey m n e s m a ð u r i n Thomas Juul Petersen sum sýslumaður í Klaksvík. Hann var faðir tann seinni so kenda politikkaran og banka- stjóran Thorstein Peter- sen. Eitt havi eg lært hetta seinasta árið, at tað er næstan ógjørligt heilt at lúka eina bók fyri feilir og mistøk. Í mínum føri gjøgnumgingu tíggju fólk mítt handrit, øll fólk serfrøðingar á sínum øki og við hollari vitan um evnið, men allíkavæl standa feilir eftir. Tað fer kalt niður eftir ryggin- um, tá eg hugsi um hvussu bókin hevði sæð út um ikki hesi trúføstu og hollu hjálparfólk ikki vóru komin við týdning- armiklum ábótum. Tøkk eiga tey fyri tað. Enn einaferð takk fyri góða ummæli Finnbogi, og tøkk til tykkum aftan fyri "Kulturu, fyri eina frálíka sending. "Kultura" Petur Jacobsen Rás 2 Vísandi til úttalilsi frá Bjørn Juell Sundbye frá Gramex í Sosialinum um ymisku prísirnar kunnu vit spyrja okkum sjálvi um tað nú er so gott fyri føroyskt tónleikalív at Gramex krev- ur so stórt gjald frá før- oysku útvarpsrásunum. USA, Australia og fleiri onnur lond í heiminum loyva ikki Gramex at krevja tónleikagjald frá útvarps- rásum av teirra útgávum, tað vil siga at tað kostar onki hjá okkum at spæla henda tónleik. Skulu vit hinvegin spæla føroyskan ella norðurlendskan tónleik skulu vit gjalda næstan kr. 2,- pr. minutt til Gramex. Tað endaliga gjaldið hjá útvarpsrásunum til Gramex er sett eftir, hvussu nógvur tónleikur sum ikki er frá USA/AUS verður spældur. Hvat halda tit útvarpsrás- irnar í Føroyum; Rás 2, Lindin og Útvarp Føroya helst velja???? Ja, sjálv- andi, og tað gevur so aftur minni til føroyska tónleika- lívið, bæðið frá Gramex og sanniliga eisini frá Koda sum útbetalir eftir sama rapporteringslykli frá rás- unum. Amerikanarar o.a. hava fyri langari tíð síðani sæð hesa foringina í marknaðar- føringini av teirra tónleiki. Ein fløguútgáva hjá t.d. Teitur Lassen, útgivin av einum amerikanskum felag er Gramexfrí hjá okkum at spæla. Prísurin í danska ríkinum - sum helst er hægstur í verðini - eigur sjálvandi at verða eins fyri allar rásir av sama slag og stødd, alt annað er diskriminering. Tað sum Bjørn Juell Sund- bye frá Gramex vísir á, er reingjan av sannleikanum. At tað eru ymiskir prísir galdandi vita vit av, tað eru almennar rásir, handilsligar rásir og ikki handilsligar rásir, Rás 2 er ein handilslig rás við upp til 50.000 íbúgvar og er taksturin fyri tær kr. 0,46 kr. pr. minutt at vit gjalda 400% er heilt burturvið. Gramex er enn ikki komin fram við nakrari frágreiðing um prísmunin. Tað rættvísgerð ikki prís- munin at hann er fleiri ára gamal, tvørtur ímótið, hann skal rættast beinanvegin. At áleggja okkum at gjalda tað sama sum Út- varp Føroya er púra burtur við, so skulu tær lands- dekkandi privatu handils- ligu útvarpsrásirnar í Dan- mark so sum Sky Radio gjalda tað sama sum DR, kanska einar 70-80 mill.kr. um árið, Tá hevði bert tann eina rásin verið í danmark og tað er almenna DR. At siga at ein avtala er gjørd um prísin við Rás 2 er eisini lygn, vit eru ongan- tíð, hóast fleiri áheitanir frá okkum, sloppin framat samráðingarborðinum við Gramex, okkum varð upp- lýst at hetta er prísurin vit skuldu gjalda, her er ongin samráðing. Spurningurin er enn: Hví er prísmunurin 400% á Rás 2 og einari líknandi rás í Danmark? Vónandi kemur svarið skjótt. At víst verður á at kr. 234.000,- frá Gramex komu aftur til Føroya í 2004? Ja! Helst hevði tað glett okkara tónleikarar at vita hvør fær pengarnar, kanska Gissur Pætursson og Kristi- an Blak kenna svarið. Viðmerking til grein í Sosialinum 17. februar VIÐMERKINGAR Jákup Petersen yvirlækni Lat meg fyrst rætta ein feil, sum kom í greinin mína um kyksilvur, skrivað í end- anum á januar mánaða. Eg skrivaði at yvirlækni Fróði Joensen varð við í hesum kanningum. Tad er ikki rætt. Tað skuldið sjálvandi verða Fróði Debes. Eg fari at biðja yvirlækna Fróða Joensen um umbering fyri hesa villu. Annars standi eg fullt og heilt inni fyri tí sum eg skrivaði í greinini. Nevni- liga: At tað ikki kann ávisast at nakað einstakt barn í Føroyum hevur fingið skaða av, at mamman hevur etið grind! At drúgvar, stórar og alheims viðurkendar granskingar á Seychellun- um leiddar av heimskenda amerikanska kyksilvur- granskaranum Dr. Thomas Clarkson hava ikki víst nakað árin á børnini. Hetta sjálvt um mammurnar har høvdu munandi meira kyk- silvur enn føroysku mamm- urnar! At kyksilvurvandin fyri børn og vaksin í Føroyum stendur ógvuliga niðarlaga, tá hugsað verður um veru- ligu heilsuvandarnar fyri børn og vaksin í Føroyum! At nógva umtalan av kyksilvur í Føroyum er við at leiða fólk frá teimum verunligu heilsuvandunum! 5-arin Tað varð tí eitt sindur skemtiligt, at verða við á einum horni í útvarpssend- ingini 5-arin mikukvøldið har temaðið varð - um vit gerða ov nóg burturúr at ávara móti kyksilvurvand- anum. Byrjanin varð sámu- lig við viðkomandi inn- leggum, men so tók Pál Weihe yvir. Eg má siga, at eg eri ikki sørt hugtikin av evnunum hjá Pál at stýra einum kjaki. Programm- leiðarin og Pál tosaðu hugnaliga og leingi um ymisk fyribrigdi í føroysku kyksilvurkanningini. Smá- lutir í kanningini fingu gjølla viðgerð og fyltu stór- an part av programmtíðini. Neyðarsligu royndirnar hjá mær og Tomas Hans vóru meira ella minni skúgvaðar til viks við orðum so sum "ja, tað skal man eisini hugsa um". Ella varð ein beinleiðis avbrotin í sínum innleggum. Roynd- irnar hjá mær at fáa eitt meira breitt orðaskifti eydnaðust ikki. At 2/3 av teimum fólkunum sum at- kvøddu við telefon meintu, at ov nógv varð gjørt burtur úr kyksilvurvandanum, varð ikki nakað sum imponeraði programm- leiðarin. Hesin stóri bólk- urin av føroyska fólkinum fekk heldur ikki eitt bein til jørðina, tá fólk um landið skuldu siga sína meining. Tað endaði enntá við at programmleiðarin fyri opnari mikrofon bað Pál Weihe um, at kanna hana persónliga fyri kyksilvur. Ja, eg taki hattin av fyri Pál Weihe har fekkst tú minst 1 - 0. Hinvegin meini eg ikki at føroyska fólkið fekk 1 - 0. Teir 2/3 af øllum fólkunum sum ringdu inn og mettu at ov nógv verður tosað um kyksilvurvandan, sita helst sum kánus. Enn ein propa- ganda sending um føroysku kyksilvurkanningina! Eg haldi heldur ikki at føroyski journalistikkurin vann sær nakrar rósur hetta kvøldið. Skemtiligur 5-ari