leygardagur 19. februar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 35 - 19. februar 2005
Rullandi
vørutombola
fyri námsferð
Leygardagin sær eitt
nýtt tiltak dagsins
ljós, tá ein skúla-
flokkur úr Stranda
skúla í bussi fer at
skipa fyri rullandi
vørutombola
VØRUTOMBOLA
tíðindaskriv
Klokkan 10 leygarmorg-
unin sleppa oyndfirðingar
sum teir fyrstu at royna
nýggja rullandi vørutom-
bola’ið. Tá byrjar bussur-
in rundferðina, sum tá lið-
ugt er í Oyndarfirði, held-
ur áfram út í Skálabotn, út
á Skála og víðari, alt eftir
hvussu nógvir seðlar og
vinningar eru eftir.
Tiltakið er ein partur av
innsavningini, sum 9. b í
Stranda skúla skipar fyri í
sambandi við, at tey skulu
námsferð til London.
Tiltakið er skipað so-
leiðis, at næmingarnir og
foreldur teirra hava út-
vegað um 400 vinningar.
Vinningarnir vera so fyltir
inn í ein stóran buss, sum
so fer at koyra bygd úr
bygd
leygardagin,
og
byrjað verður sum sagt í
Oyndarfirði klokkan 10.
Ístaðin fyri at stilla
bussin eitt ávíst stað,
steðgar bussurin á fleiri
støðum í bygdunum, og
farið verður síðani í hvørt
einstakt hús.
Í sambandi við hetta
tiltakið hava fyrireikarar-
nir gjørt av at royna við
einum serligum eydnu-
posa við lutaseðlum. Til
ber at keypa 20 seðlar í
einum posa og tann sum
ger tað, hann er tryggjað-
ur í minsta lagi ein vinn-
ing.
Sum sagt er hetta
tiltakið partur av innsavn-
ingini til námsferðina,
sum næmingarnir í 9. b í
Stranda skúla skulu til
London. Í alt 18 næming-
ar av Skála, úr Skálabotni
og úr Oyndarfirði fara
avstað umframt tríggir
leiðarar.
Á ferðini í hesum for-
kunnuga býi fara næm-
ingarnir at vitja ymisk
áhugaverd støð, so sum
National History Muse-
um, Science Museum,
BBC og Madame Tus-
saud. Harumframt er eis-
ini ætlanin, at fara til ym-
isk onnur áhugaverd tiltøk
meðan flokkurin er í
London.
Ein slík ferð kostar fitt
av peningi og í tí sam-
bandi
hava
foreldrini
saman við næmingunum
gjørt av at skipa fyri yms-
um tiltøkum og í hesum
førinum var so gjørt av at
royna við einum rullandi
vørutombola eisini.
Umframt vanliga vinn-
ingin hava tey, sum hava
vunnið, eisini møguleika
at vinna ein vinning aftur-
at. Vinnararnir skriva
navn sítt og telefon-
nummar á baksíðuna á
vinnaraseðlinum
og
leggja hann í ein posa til
endamálið.
Tá dagurin er liðugur
verður lutur drigin mill-
um allar vinnararnar, um
nakrar
eykavinningar,
sum í hesum føri er eitt
betri máltíð á góðari
matstovu. Fýra eykavinn-
ingar eru og matstovur-
nar, sum hava latið vinn-
ingarnar eru Casa Blanca
í
Runavík
og
Hotel
Hafnia, Glasstovan og
Hotel Tórshavnar Sjó-
mansheim í Tórshavn.
Fyrireikararnir vóna, at
tikið verður væl ímóti
hesum spennandi tiltaki.
Tað er 9.b á Stranda skúla, sum skipar fyri heldur øðrvísi
tombola’num leygardagin
Sunnukvøldið 13. feb.
hevði Eivør Pálsdóttir
saman við íslendska
KaSa hópinum eina
stórslidna konsert í
Salinum í Kópavogi,
Ísland. Átta løg hjá
Eivør vóru útsett til
strúkarar, floytu og
klaver, og var hetta ein
av serstøku konsert-
um Eivarar, ið verður
framførd aftur leyg-
ardagin 19. feb. kl. 17 í
Norðurlandahúsinum
UMMÆLI
Sunneva E. Háberg
Eysturstein
Míni upplivilsir av Eivør
Pálsdóttir higartil hava
verið mong og ógvuliga
fjølbroytt, og hava tey skift
ímillum alt frá sálmum til
kingo og víðari til tripp-
hopp, jazz og country.
Óansæð hvønn stíl av
tónleiki, hon hevur spælt,
hevur hon altíð megnað at
bergtikið meg og (vil eg
loyva mær at siga) allar
áhoyrararnar, ið hava verið
til staðar. Eisini gerst hon
bert dugnaligari og meira
hugtakandi fyri hvørja ferð,
hon framførir.
Hóast tað, hevði eg nakr-
ar
rættiliga
blandaðar
kenslur, tá eg fór á konsert
við Eivøri í Kópavogi sein-
asta sunnukvøld. Hetta
kvøldið skuldi eg fyri
fyrstu ferð hoyra tónleikin
hjá henni í einum klassisk-
um høpi, og tað vakti ein
lítlan iva í mær. Ein iva um
hvørt hendan samanset-
ingin av klassiskum ljóð-
førum og Eivør'sa víttfevn-
andi tónleiki, kundi skapa
eina heild...
KaSa byrjaði kvøldið
Tá ið áhoyrararnir høvdu
sett seg, og konsertin byrj-
aði, komu fimm kvinnur
inn á pallin. Tað eru hesar
fimm, ið manna KaSa hóp-
inn, og eru tær: Áshildur
Haraldsdóttir á floytu, Sif
M. Tulinius og Helga Þór-
arinsdóttir á violin, Bryndís
Björgvinsdóttir á cello og
Nína Margrét Grímsdóttir á
klaver. Tær spældu tvey
sera væl samanspæld og
vøkur løg, ið løgdu eitt gott
grundarlag fyri kvøldið.
Síðani kom Eivør á pall-
in, og saman spældu tær
seks kvinnurnar átta løg hjá
Eivør, ið hvør sær vóru
løgd til rættis av fýra ís-
lendskum tónleikarum, ið
eru: Hilmar Ørn Hilmars-
son, Árni Harðarsson, Pét-
ur Grétarsson og Kjartan
Valdimarsson. Nøkur av
løgunum vóru serstakliga
væl eydnað, ímeðan onnur
kundu tykjast vera í so
óruddilig. Um tað var av
væntandi venjing ella um
løgini ikki vóru løgd nóg
væl til rættis, dugi eg ikki
at siga. Tá tað er sagt, vil eg
venda aftur til tað væl
eydnaða og tær løturnar, tá
heildin av framførsluni var
hægst.
Gullkornini
Fyrsta lagið, ið Eivør og
KaSa
framførdu,
var
"Kanska
ein
dag"
av
fløguni "Krákan". Eg hevði
enn ikki vænt meg við hesa
nýggju, klassisku útgávuna
av tónleiki Eivarar, men
sveimandi høgu tónarnir
frá violinini og tvørfloytuni
og restin av undirspælinum
skaptu eina góða tónlistar-
liga mynd saman við orð-
unum "Kanska ein dag
finna vit frið, kanska ein
dag flúgva fuglar lið um
lið. Kanska ein dag, tá høga
aldan
hevur
lagt
seg,
kanska ein dag so finna vit
frið."
Tvey av gullkornunum
hetta kvøldið vóru "Hjarta
mítt" og "Elisabeth og Elin-
borg." Bæði løgini vóru
væl løgd til rættis og upp-
náddu eina vakra eind við
røddini hjá Eivøri sum
hæddarpunkt. Eisini varð
ein góð útseting gjørd av
laginum "Nú brennur tú í
mær", har KaSa fyrst hevði
eina 'pumpandi' og upp-
byggjandi byrjan, ið síðani
varð eftirfylgd av rútmikki,
sangi og gittarspæli frá
Eivør.
"Trøllabundin eri eg"
Eg ivist í, at eg eri tann ein-
asta, ið heldur, at Eivør er
best sum einstaklingur, av
tí at tá kemur hon veruliga
til sjóndar sum sonn tón-
listarkvinna. Tá er einki, ið
órógvar hana í at vera tann,
sum hon er, og gera tað,
sum hon ger. Ímillum fram-
førslurnar við KaSa, spældi
Eivør nøkur løg einsamøll,
so sum "Rura, rura barnið"
og "Trøllabundin", har hon
við ómetaligu rødd síni og
indiánara-trummu megnaði
at venda hvørjari einastu
hugsan og kenslu í salinum
til sín. Í "Trøllabundin"
syngur hon um, hvussu tón-
leikurin er fyri hana sjálva,
men eisini sigur teksturin
júst tað, ið tónleikur henn-
ara ger við áhoyrararnar:
"Trøllabundin
eri
eg,
galdramaður festir meg,
festir meg"
Bono segði einaferð um
Jeff Buckley, at hann var
"ein reinur dropi av vatni í
einum havi av óljóði", og
eg haldi, at hetta kann
eisini sigast um Eivør.
Hvussu samfelagið so er,
og óansæð hvørji óljóð eru
rundan um okkum, so
skarar røddin hjá henni
altíð burturúr og letur okk-
um sita eftir við einari
kenslu av friði og nøgd-
semi. Tann blandaða kensl-
an, eg hevði áðrenn kon-
sertina, var bert bygd uppá
botnleysar fordómar, sum
vóru gloymdir aftaná. Eivør
klárar altíð at útinna sítt
verk, tí hon hevur tær røttu
tónlistarligu dygdirnar til
tað. Saman við KaSa
hópinum hevur hon enn
einaferð klárað at framført
sín tónleik í einum nýggj-
um, hugtakandi saman-
hangi, sum uttan iva er
verdur at hoyra.
Høvi verður til tað leyg-
ardagin 19. februar kl 17, tá
Eivør aftur trínur á pallin
saman við KaSa hópinum í
Norðurlandahúsinum.
Ein reinur dropi í einum
havi av óljóði
– Bono segði einaferð um Jeff Buckley, at hann var "ein reinur dropi av vatni í einum havi av
óljóði", og eg haldi, at hetta kann eisini sigast um Eivør