Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2005 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í 1965 tóku hesar 19 sjúkrasystrarnar prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya. Aftara rað f.v.: Hanna Schmidt, Vágur, Gjertrud Brecker, Skúvoy, Poula Poulsen, Tórshavn, Jonhild Borg, Porkeri, Kathrina Olsen, Skála, Emly Heinesen, Klaksvík, Astrid Lützen, Norðradalur, Unna Jacobsen, Sandvík, Sólvá Vang, Kaldbak, Rigmor Hansen, Argir, Fía Svabo, Miðvágur, Marita Petersen, Vágur, og Margretha Joen- sen, Nólsoy. Fremra rað f.v.: Nanna Poulsen, Skála, Jónhild Jacobsen, Norðragøta, Odvør Simonsen, Sal- tangará, Anna Johansson, lærarinna, Ása Klein, Strendur, Marjun Jacob- sen, Mykines, og Ruth Poulsen, Vágur. Fyri 40 árum síðan: Nítjan sjúkrasystrar tóku prógv í 1965 Hesaferð hava vit mynd av fyrsta før- oyska príslistanum. Talan er um príslistan hjá Conrad Juhlert, sum hevði handilin "Thorshavns Piano- magasin & Musik- forretning" í Havn. Hann gav eisini út fyrstu føroysku gramofonplátuna Í 1921 komu feðgarnir Conrad og E.F.S. Juhlert til Føroyar, teir vóru danir. Orsøkin var, at sonurin hevði fingið arbeiði sum postassistentur í Havn. Í 1923 lata teir upp hand- ilin "Thorshavns Piano- magasin & Musikfor- retning" í pakkhúsinum, sum Zacharias Heinesen í 1911 lat byggja í Vágsbotni (húsini tey flestu kenna best sum Perlan, har Gunn- ar Olsen í 1942 læt upp gistingarhús og matstovu. Hann var tann fyrsti sum nýtti navnið Perlan). Húsini vóru í trimum hæddum, í ovastu hæddini hevði Nyholm Debes maskinverkstað við inn- gongd frá Bojsensgarði, í miðhæddini var so "Thorshavns Pianomagasin & Musikforretning" við inngongd frá Bryggju- bakka, og í kjallarahæddini hevði Zacharias Heinesen goymslu. Í 1932 keypti Conrad Juhlert húsini hjá H. C. Andreasen í Niels Finsens- gøtu (millum manna varð gøtan tá rópt Sanatorie- vegurin), og flutt handilin tá í hesi húsini í 1933 (har sum Telebúðin er í dag). Hann var tann fyrsti handilsmaðurin í Føroyum, sum gav út egnan príslista, príslistan "Katalog 1929- 1930", sum hann gav út í 1929. Conrad Juhlert, sum eisini arbeiddi sum ur- smiður, optikari og gull- smiður, læt handilin aftur í 1939, tá hann flutti aftur til Danmarkar at búgva. Vert er at leggja afturat at fyrsta gramofonplátan, sum er útgivin í Føroyum, gav Conrad Juhlert út í 1928. Tað var finska sangkvinnan Signe Liljequist ið sang trý løg á føroyskum: "Flóvin Bænadiktsson", "Árla var um morgunin", og "Rura rura barnið". His Masters Voice í Londun gjørdu plátuna, ið kostaði 4 krónar at keypa. Plátan var at fáa hjá "Thorshavns Piano- magasin & Musikfor- retning" og á Tvøroyri hjá D. J. Magnussen, bóka- handlara. Um nakar liggur inni við einum eintaki av hesi gramofonplátuni, verður hann ella hon vinarliga bið- in um at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon. Eisini tey sum hava okkurt at viðmerkja í samband við Conrad Juhl- ert og Thorshavns Piano- magasin & Musikfor- retning. Birgar hevur telefon: 314647 / 273168. Mynd: Landsbókasavnið Næstu ferð hava vit myndir og nøvnini á kon- firmantunum í 1967 Havnar leksikon: Fyrsti føroyski príslistin og fyrsta gramofonplátan