Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 35 - 19. februar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Eg sá, at til jarðarferðina hjá Atla Dam varð hin vakri sangurin hjá St. St. Blicher Sig nærmer tiden sungin, tí Atla dámdi hann so væl. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg eina týðing av sanginum til føroyskt, og haldi at hetta kann vera eitt hóskandi høvi at prenta hana. Eisini sum ein seinasta heilsan til Atla. Eyðun Andreassen TÍÐINDASKRIV Leygardagin 5. mars 2005 frá kl. 10 til 18 verður ein samfelags- /stevnudagur fyri før- oyskar útisetar í á Krat- holmskolen Byghøjvej 27-29, 5250 Odense SV. Nomið verður við ymsar síður av kristni- lívinum sum útiseti - um frælsi og ábyrgd. Um tær ymsum rollur- nar sum t.d. hjúnafelagi ella single, starvsfelagi, kanska foreldur, børn, vinir, samkomuupp- gávuhavari í danskari ella meiri etniskari samkomu. Ætlanin er at royna at lýsa ymsar síður av hes- um gjøgnum dagin bæði á vanligum fundi og samrøðufundi og kanska á annan hátt við. Við hendan dagin vera m.a. Øssur Berg- hamar og Símun Pætur á Torkildsheyggi. Eisini verður hugna- løta við sangi og tón- leiki og okkurt fyri børnini. Áhugað kunnu venda sær til Árna Helmsdal, Odense, tel. 65961373 / 30251373 ella teldu- post: arnihelm@post.tele.dk Ein japansk kanning mill- um 90.000 fólk, ið er gjørd yvir 10 ár, vísir, at tey sum drekka kaffi dagliga ella næstan dagliga eru í minni vanda fyri at fáa krabba- mein í livrina enn tey sum ikki drekka kaffi. Hetta er tað positiva úrslitið av kanningum við djórum, sum inspireraði granskararnar frá National Cancer Center í Tokyo til at víðka kanninginia til eisini at umfata menniskju. Granskararnir í Tokyo arbeiða enn við at kanna, hvat tað veruliga er sum ger at kaffi hevur hesa positivu ávirkan. Nú stundar skilnaðarløtan til, mær stendur vetur í hondum, eg dvaldist her bert eitt stokkut bil, og veit mær heim í øðrum nándum. Eg havi vitað av míni ferð, sum hjartað kann ikki tyngja, og tí á dvøli í hesi verð, eg ekkaleysur kann syngja. Eg skuldi ivaleyst sungið meir og helst á fagrari mæli, men tungu løturnar vóru fleir, ið rivu hamin á vali. Tað var mín neyð um Guds land og hav at spenna veingir á sveimi, og hvønn dag kvøða til sólarkav tey ljósu løg í hans heimi. Eg vildi fegin av himli hátt mín fagnað boðað í sangi, men knossast má fyri stórt og smátt, ein armur búrsettur fangi. Til lítlan ugga eg onkuntíð út millum rimarnar kagi, sum frægast royni at taka í við onkrum sorgblíðum lagi. Hoyr meg, á vinur í víðu verð, stíg her eitt legg millum løga, tí kanska er hetta síðstu ferð, tú hoyrir lívsfangan kvøða. Tað berst mær fyri, tá dagssett er í kvøld, at grindin kann bresta, tí vil eg láta enn einaferð farvæl, sum var tað mítt evsta. Samfelags- og stevnu- dagur fyri føroyskar útisetar Kaffi móti krabbameini Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Nú stundar skilnaðarløtan til