leygardagur 19. februar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2005
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
19. februar.Ammon, deyður umleið ár 250. Var ein
av teimum rómversku hermonnunum, sum við at
síggja dirvi og trúarvissu teirra kristnu, sjálvur
gjørdist kristin og varð tikin av døgum.
20. februar. Eucharias, deyður á 788. Biskupur í
Orleans, sum fyri fleiri undurgerðir varð skírdur
halgimenni.
21. februar. Sámuel. Dagurin hildin til minnis um
dómaran Sámuel, sum valdi og salvaði kongarnar
Saul og Dávid (fyrra Sámuelsbók, kap. 1-25).
Hebráiska navnið merkir hoyrdur av Guði.
100 ára føðingardagur
Sunnudagin 27. februar fyllir Karl Jacob Sigvard-
sen, Gjógv, 100 ár. Dagurin verður hildin við Gjógv
frá kl. 13.30 til 17.00.
85 ára føðingardagur
Mánadagin 21. februar fyllir Andrea Magnussen,
Søldarfjørður, 85 ár. Hon verður burturstødd.
70 ára føðingardagur
19. februar verður Alma Askildsen, Tórshavn, 70 ár.
Dagurin verður hildin frá kl. 10.00-15.00 heima hjá
Oddvør og John Martin í Djóna í Geilsgøtu 37.
Brúdleyp
Í dag, 19. februar kl. 14.00 giftast í Miðvágs kirkju
Irdi Lið Johansen og Jørgen Jónsvein Gaardlykke,
Miðvágur. Vælkomst verður í heiminum frá kl.
19.00.
Silvurbrúdleyp
15. februar høvdu hjúnini Lis og Zacharias
Zachariassen í Norðragøtu verið gift í 25 ár. Dagurin
verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík leygar-
dagin 19. februar, har opið hús verður frá kl. 16.00-
22.00.
Prógv
Ásla Eirikstein Prior, Miðvágur, hevur tann 2.
februar lokið prógv sum Bachelor í Sálarfrøði á
Københavns Universiteti.
Kári Holgarsson hevur 3. februar lokið prógv sum
civilverkfrøðingur á DTU í Lyngby.
Hjørdis Kalsø Hansen frá Sakskøbing er vorðin
cand. mag. í engelsk og sprogvidenskab frá Køben-
havns Universitet tann 15. februar.
Andlát
10. februar
Lítli Jens Harry Sakarisson Dimon, sonur Beintu og
Sakaris.
Tummas Pauli Mortensen á Argjum, 55 ár.
Óla Jákup Gaard Olsen, vanliga nevndur Agga,
Vestmanna, 76 ár.
Atli Jacobsen úr Sørvági, 52 ár.
11. februar
Per Juel Gaardbo, búsitandi í Leirvík, 32 ár.
12. februar
Else Høgnesen, Klaksvík, 92 ár.
16. februar
Andrias Joensen á Eiði, vanl. nevndur Andrias í
Velinum, ætt. úr Haldarsvík, 87 ár.
Hósdagin 17. februar 2005
kl. 12 lótu Randi M. Gunn-
arsdóttir og Malan Rubek-
sen upp eina framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin, ið verður
til og við mikudagin 23.
februar, er opin allar dagar
frá 12-19, tó sunnudagin
frá kl. 14-20.
Randi og Malan hava
havt ymiskar framsýningar
í Føroyum. Fyri einum ári
síðan høvdu tær eisini eina
framsýning í Smiðjuni, ið
var væl vitjað, og nógvir
málningar vórðu seldir.
Malan og Randi siga, at
øll eru hjartaliga vælkomin
til framsýningina.
Í dag, 19. februar, fyllir
Alma Christina Askildsen í
Havn 70 ár.
Alma er fødd og upp-
vaksin í Klaksvík. Foreldur
hennara vóru Elias Sofus
Berg, ættaður úr Elduvík,
og Anna Elisabeth Hansen,
ættað av Norðoyri.
Lisa og Lias, sum tey
vanliga blivu rópt, búðu
fyrst trý ár í Elduvík, men
fluttu húsini til Klaksvíkar í
1934-35.
Í 1964 seldu tey húsini og
fluttu til Havnar.
Tey fingu trý børn. Eli,
Almu og Arna.
Alma fór sum 17 ára
gomul til Havnar í húspláss
ymsastaðni, og síðani fekk
hon handilspláss hjá Mariu
Poulsen. Beint eftir at hon
var komin til Havnar, fór
hon upp í sangkórið í
Ebenezer, har hon gekk á
møti. Og nú hon fyllir 70
ár, er hon enn virkin í
kórinum.
18 ára gomul kom hon at
kenna Jens Christian Cor-
nelius Askildsen úr Havn.
Jens var sonur Sunnevu
Fridrikku, fødd Guttesen,
úr Havn, og Olaf Askildsen
úr Kristiansand í Noregi.
Tey giftust í 1958 og
fluttu inn í nýggj hús í
Leivsgøtu.
Í 1958 fór Alma at ar-
beiða í Ullvøruhúsinum.
Tey fingu trý børn. Í
1959 fingu tey Eyðgerð, í
1963 Oddvør og í 1971
Brynleif.
Eyðgerð er gift við Jógv-
an Skýlindal, úr Havn og
eiga sonin Páll. Oddvør er
gift John Martin Olsen, úr
Havn og eiga synirnar
Boga, Bjarka og Teitur.
Brynleif er giftur Ullu,
fødd Poulsen, úr Havn, og
eiga Frank, Almu og Jensu.
Alma og Jens vóru ógvu-
liga gestablíð, og nógv eru
tey, sum hava gist hjá
teimum til samfelagsmøtir
og onnur høvir.
Eisini vóru tey sera
virkin frá fyrst Zarepta í
Vatnsoyrum varð bygt.
Alma at kokkast og Jens
sum handverkari at byggja
Zarepta og svimjihylin.
Í 1989 andaðist Jens 61
ára gamal. Alma hevði tá
verið heimaarbeiðandi í
fleiri ár, men hon byrjaði at
arbeiða á Blindastovninum
14 dagar aftaná at Jens var
deyður, har hon arbeiddi
millum tey blindu, líka til
hon bleiv pensionerað.
Alma er sera hjálpsom,
trúføst og positiv, situr
ongantíð fyri einki, hon
bakar, heintar ommubørn
og gongur á kvøldskúla at
brodera og gera mat.
Føðingardagin
heldur
hon heima hjá dóttrini
Oddvør, í Djóna í Geilsgøtu
37, frá kl. 10 - 15.
Alma Askildsen 70 ár
Randi M. Gunnarsdóttir og
Malan Rubeksen hava
listaframsýning í Smiðjuni í
Lítluvík til og við mikudagin
23. februar
Mynd: Magnus Gunnarsson
Smiðjan í Litluvík:
Randi og Malan listaframsýning í Smiðjuni