Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 35 - 19. februar 2005 www.torshavn.fo K U N N G E R Ð Um móttøku av bilvrakum á Kommunalu Brennistøðini Bilvrak til burturbeiningar skulu latast inn á Jarn- plássinum á Hjalla, ið er opið mánadag til fríggja- dag kl. 8 - 16. Tikið verður ikki ímóti bilvrakum uttanfyri hesar tíðir. Bilvrak mugu ikki frásetast aðrastaðni á økinum hjá Kommunalu Brenni- støðiniellauttanfyriøkið. Fyri at akfarsnummarið á bilvrakinum skal kunna lesast, má bilvrakið ikki kroystast saman undir flutningi. Saman við bilvrakinum skal vera próvskjal fyri vrakinum (skrásetingarskjal, kvittan fyri innlatin nummarspjøldur ella kvittan frá akfarstryggingini). Bilvrakið verður avvíst, um onki skjal fyriliggur ella samsvar ikki er millum upplýsingarnar á skjalinum og bilvrakinum. Tó ber til at lata bilvrakið inn til burturbeiningarmótieinumgjaldiákr.500,-. Innlatingargjald verður rindað ánaranum, tá ið váttan fyri innlatin nummarspjøldur fyriliggur. Um tann, ið skal hava útgoldið innlatingargjald, ikki er hin sami sum skrásetti ánarin sambært próvskjalinum,skalheimildarskjalfyriliggja. Góðkent bilvraksmóttøkupláss Kommunala Brennistøðin Runavíkar kommuna Søkir eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi, til at arbeiða á Heiminum fyri minnisveik á Mýrunum í Runavík. Krøv til umsøkjarnar: • hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur. • hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum • hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk • hevur góð samstarvsevnir • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búðfólkunum • er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku Vit kunnu bjóða: • eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoð- an galdandi og verða við til at menna umsorgan og røkt • góða innleiðslu • undirvísing • góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og ígongdsetandi evni Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb.sáttmála ímillum Sjúkra- røktarfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Starvsbrøkurin eitur 0,6,og verður arbeitt í skiftandi vaktum.Starvið verður at seta skjótast møguligt og fram til 15. august 2005 Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Unn Justinussen, leiðara á tlf.443065 ella 477080. Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Runavíkar Kommuna Att. Sosiala deild Heiðavegur 26, Postboks 139 FO-600 Saltangará Umsóknarfreist: Mánadagin 28. februar 2005 kl.12.00. Brunaumsjónar- maður til Tvøroyrar sløkkilið Søkt verður eftir áhugaðum fólki, manni ella kvinnu, at taka við leiðsluni í Tvøroyrar sløkkiliði. Starvið er at rokna sum sjálvboðin tænasta, tó við ávísum setanartreytum, og við samsýning eftir nærri avtalu. Roknað verður við, at møguligur umsøkjari hevur fastan bústað í norðari helvt í Suðuroynni og hevur starv á landi ( er heimafólk). Øll eru vælkomin at søkja, eisini starvsfólk hjá kommununi og tey sum eru í sløkkiliðnum. Fyri- munur er, at umsøkjarin hevur handaliga útbúgv- ing, men er ikki ein treyt. Áhuga kunnu eisini brúka hetta høvið,at melda seg til sløkkiliðið, sum vanlig manning. Tey, ið søkja leiðarastarvið, ella sum vanlig sløkki- liðsfólk og verða sett á liðið, mugu rokna við, at skula taka skeið í sløkkiliðsútbúgving. Nærri upplýsingar um starvið, fortreytir o.a. fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna á Tvøroyri avgr. : má-fr.dag 10-12 og 14-16 á tlf 371085 ella Paula Einarson tlf. 210231 Freistin at søkja starvið er 07.03.05. Umsóknin skal sendast: Tvøroyrar kommuna Brunanevndin Postrum 80 · 800 Tvøroyri Tvøroyrar sløkkilið hevur nýmótans sløkkiútgerð og hevur verið virkið í nógv ár við manning, ið hevur verið til reiðar nátt sum dag, og veitt hjálp, har hon hevur tørvað.17 mans eru í sløkkiliðnum. Eins og býurin sjálvur,eru uppgávurnar hjá sløkkiliðinum í menning og liggja tí fleiri spennandi uppgávur fyri framman. Sløkkiliðs samstarv er við Hvalbiar kommunu og samstarv er eisini millum øll sløkkiliðini í oynni.Virksemið hjá sløkkiliðnum verður í høvuðsheitum skipað undir brunanevndini. Sløkkiliðið verður fyrisitið av brunaumsjónarmannin- um. Lesið -so eru tit við!