Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 • leygardagur • 19. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo GÍ og Kaupthin á fimta ári Fimta árið á rað er Kaupthing høvuðs- stuðul hjá GÍ SPONSORAVTALA Jákup Mørk Hósdagin skrivaðu GÍ og Kaupthing undir nýggjan stuðulssáttmála, sum á fimta árið ger íløgubankan til høvuðsstuðul hjá GÍ. Brandur Jacobsen, sum er nýggjur formaður í GÍ, sigur, at teir sjálvandi eru fegnir um, at samstarvið enn einaferð kann halda fram, og sjálvur vónar hann, at hetta er nakað, sum er báðum pørtum at gagni. – Sjálvur haldi eg, at talan hini árini hevur verið um eitt gott samstarv. Og tá avtalan verður longd, so gangi eg eisini út frá, at tey í Kaupthing halda tað sma. – Hetta við at høvuðs- stuðlar eru leingi hjá einum felag, er eisini rættiliga vanligt í føroyskum ítrótti, og fyri okkara viðkomandi kann eg siga, at tað skapar stabilitet. Og ikki minst gevur tað okkum betri orku, nú vit royna at fáa felagið upp aftur har, sum vit sjálvir halda okkum hoyra heima, staðfestir hann. Brandur sigur annars, at teir nú halda seg vera til reiðar at taka kappingina upp í fótbóltsárinum, sum liggur fyri framman. – Leikarahópurin er komin upp á pláss, so nú er tað bara sjálvt fótbóltsspæl- ið, sum vit hugsa um. Sjálvandi vil tað altíð vera so, at vit hava antennurnar úti, um møguleiki fyri styrki brádliga íkemur, men her og nú er tað so ikki nøkur undirskrift, sum vit liggja eftir, sigur hann enda. Hesa síðstu tíðina hevur nógv bridge verið á skránni hjá føroysku bridgeleikarum. Bæði Føroya Bjór Simultan og Steypakappingin eru leikt FØROYA BJÓR SIMULTAN tíðindaskriv Stóra árliga simultan kappingin hjá Føroya Bridge Sam- band hevur verið. Spælt varð kring landið á hesum støð- um: Í Bridgehúsinum í Havn, Í Bridgehúsinum í Vági, Í Høllini á Kambsdali, í skúlanum í Miðvági og í Bridge- hølinum í Klaksvík. Aftur í ár var luttøkan farmúr góð. Áleið 120 spælarar luttóku í Føroya Bjór Simultan og er tað nakað meir enn í fjørð. Spæld vóru somu spøl kring landið. Ein vinnari varð fyrst funnin fyri hvørt spælistað. Síðani vóru øll spæli- støðini gjørd upp sum eitt ræð og ein samlaður vinnari varð síðani funnin. 3 tey bestu pørini í Suðuroy: 1 Dia Poulsen Óli Holm 130 2 Hanneba Andreas 111 3 Finn Sámal Pauli 111 3 tey bestu pørini í Vágunum: 1 Josta Verna 102 2 Finnbogi Poul 100 3 Jóhannes Torleif 98 3 tey bestu pørini í Tórshavn: Ræð 1 1 Bogi Simonsen Jákup Hjaltalin 152 2 Heðin Mouritsen Jóannes Mouritsen 115 3 Henri. Svenstrup Jóna Grunnveit 108 Ræð 2 1 Kaj Alstrup Høgni Hansen 122 2 Reim. Langgaard Marner Joensen 116 3 Rói á R. Joensen Arnbjørn Sivertsen 115 3 tey bestu pørini í Klaksvík: 1 Páll Sigm. Sørensen Jógvan Clementsen 100 2 Álvur Klakk Randi Jacobsen 97 3 Debes Christiansen Finn B. Dam 95 3 tey bestu pørini í Klaksvík: N/S 1 Jógvan Ranghamar Atli Hansen 189 2 Dia Petersen Haldor Ellingsgaard 179 3 Símin Lassaberg Dia Jacobsen 178 E/V 1 Edmund Joensen Hans Egil Joensen 190 2 Hjalmar Joensen Leif Pedersen 188 3 Rógvi Nielsen Sólbjørn Klein 182 Tá ið uppgerðin fyri alt landið var liðug, stóð tað greitt, at Bogi Simonsen og Jákup Hjaltalin høvdu vunnið við met høgum stigatalið. Miðaltalið fyri hvørt spælið hjá teimum var ikki minnið enn 75,8 %. 10 tey bestu samlað: 1 Bogi Simonsen Jákup HjaltalinTórshavn 1.064 75,8% 2 Dia Poulsen Óli Holm Suðuroy 901 64,2% 3 Josta Olsen Verna RasmussenVágum883 62,9% 4 Reimund Langgaard Marner JoensenTórshavn 856 61,0% 5 Rói á R. Joensen Arnbjørn SivertsenTórshavn 847 60,3% 6 Jógvan Ranghamar Atli Hansen Eysturoy 839 59,8% 7 Páll S. Sørensen Jógvan Clementsen Klaksvík 835 59,5% 8 Símin Lassaberg Dia JacobsenEysturoy 827 58,9% 9 Heðin Mouritsen Jóannes MouritsenTórshavn 816 58,1% 10 Hanneba Andreas Suðuroy 781 55,6% Liðið hjá Allan Dal-Christiansen steypavinnari Leygardagin 12. februar skipaði Føroya Bridge Sam- band fyri árligu Steypakappingini í bridge. 8 lið høvdu boða frá luttøku. Kappingin varð leikt í Bridgehúsinum í Havn. Kappingin, ið varð skipað sum ein miniliðkapping, har øll spældu ein dyst á 8 spøl, móti hvørjum, gjørdist ikki so spennandi, sum fleiri høvdu vænta. Tað gjørdist skjótt greitt, at liðið hjá Allani Dal-Christiansen hevði ein góðan dag og at teir neyvan fóru at verða tiknir. Støðan Allan Dal-Christiansen 276 1 Jóannes Mouritsen 244 2 Dia Jacobsen 228 3 Bogi Simonsen 224 4 Mortan Rasmussen 221 5 Jóna Grunnveit 209 6 Jógvan Ranghamar 198 7 Danny Danielsen 192 8 Bogi og Jákup nógv bestir Aftur í ár verður tað Kaupthing, sum fer at prýða bringuna á gøtumonnum, tá teir fara at takast við ymsu fótbóltsfeløgini kring landið Mynd: Álvur Haraldsen