Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 35 - 19. februar 2005 Føroyameistararnir úr Kyndli taptu hós- kvøldið á heimavølli móti steypavinnarun- um úr StÍF, og nú tyk- ist lítil ivi verða um, at gullið endar í Vest- manna í ár ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Triðja dystin á rað vóru før- oyameistararnir úr Kyndli fyri ósigri í Atlantic Air- ways-kappingini, og tað hevur eitt lið ikki ráð til, um tað ætlar at verða við í kappingini um føroya- meistaraheitið. Tí bendir alt nú á, at tað verður VÍF, sum í ár strýkur avstað við gull- inum, tí vestmenningar eru seks stig á odda á stigatalv- uni, og tað eru einans átta stig eftir at spæla um. Brendu ov nógv Nakað av fólki hevði leitað sær í høllina á Hálsi til dystin, og eisini onkur trú- fastur viðhaldsmaður hjá VÍF sást millum áskoðarar- nar. Hesi vóru vitnir til ein dyst, har tað gekk rættuliga javnt á, men har tú fyri tað mesta hevði varhugan av, at tað vóru strandingar, ið vóru omaná, og sum megn- aðu at halda høvdið kalt, tá ið á stóð. Í fyrra hálvleiki var tað rættuliga javnt millum lið- ini, men heimaliðið hevði møguleikan fleiri ferðir at leggja seg á odda, men Kyndil brendi rættuliga nógvar opnar møguleikar. Antin vóru skotroyndirnar ikki nóg neyvar, ella var tað ein vælleikandi Marian í StÍF-málinum, sum stóð fyri. Serliga var tað av vongin- um, at tað gekk striltið hjá teimum grønu at fáa bóltin fram við Marian, og tað koma at kosta dýrt í longd- ini. Strandingar gjørdu ein vørr móti endanum av fyrra hálvleiki, og tað gjørdi, at teir fóru frá at verða aftan fyri 9-10 til at verða á odda 14-11, áðrenn Jónleif Sól- sker við einum brotskasti beint fyri hálvleik fekk minkað um munin niður í 14-12 til StÍF, sum var hálvleiksstøðan. Høvdu sínar periodir Í seinna hálvleiki var dyst- argongdin tann sama sum í fyrra hálvleiki fyrstu løt- una, men tá ið einir tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, vaknaði Kyndil og fór at gera um seg. Teir grønu vóru brádd- liga nógv ágrýtnari, og tann annars so stinna verjan hjá strandingum tóktist skelkað eina løtu. Kyndil fór frá at verða aftan fyri við trimum mál- um til upp á níggju minuttir at leggja seg á odda við trimum málum, og tá vóru einans góðir tíggju minuttir eftir at spæla. Tey flestu hildu óivað, at nú var dyst- urin um at verða avgjørdur, tí strandingar tóktust mót- falnir, meðan heimaliðið reið á aldukambinum. Ein av orsøkunum til dysturin bráddliga fekk eina vend, var tann, at Zeljko Hornjak var komin í málið hjá Kyndil at standa, og hann hevði fleiri góðar bjarging- ar hesa løtuna. Men bráddliga vendi dysturin aftur. Strandingar fingu skil á verjuna hjá sær aftur, og tá ið teir so eisini fingu nøkur av sínum eyð- kendu kontraálopum at koyra, og enntá fingu skorað, meðan teir vóru ein maður minni á vøllinum, stóð skriftin málað á vegg- inum. Hesa løtuna vísti ein maður sum Alexandur Jo- hansen, hvønn týdning hann hevur fyri strandingar bæði sum málskjútti, men so sanniliga eisini sum tann, ið eigur fríspælingina til mannin, ið skorar. Nú vóru tað aftur kynd- ilsmenn, ið vóru skelkaðir, og tað sást kanska best við teimum mongu hasarder- aðu skotroyndunum, ið teir høvdu hesa løtuna. Tær fáu skotroyndirnar, ið raktu innan fyri málrammuna, hevði Marian tó heldur ikki stórvegis trupulleikar av. Harumframt høvdu teir grønu eisini nøkur púrasta óneyðug bólttap hesa løt- una, og tað hevur tú ikki ráð til móti einum liði sum StÍF, tí teir eru so mikið ágrýtnir, og er ein bóltur leysur, so eru teir á honum beinanvegin. Strandingarnir tóku tí leiðsluna aftur í dystinum, og hóast Kyndil royndi at satsa við einari sera offen- sivari verju síðstu løtuna, so var tað ikki nóg mikið, tí strandingar eru smáir og skjótir, og tað hóvar teim- um væl at spæla móti offensivum verjum. StÍF vann tí uppiborið dystin 27- 25, og tað var skjótt, at tað frættist í Vestmanna. Hvar endar silvurið Fyri nøkrum fáum umfør- um síðani var nógv tosað um, at tað fór at verða spenningur um gullið heilt fram til seinasta umfar, og nógv høvdu hug til at av- skriva vestmenningar, tá ið tað gjørdist greitt, at fleiri av profilunum hjá VÍF vóru skaddir og ikki fóru at verða við í fleiri dystum. Men nú vísir tað seg at verða júst øvugt. Tað man verða fáur, sum nú ivast í, um gullið fer at enda í Vestmanna, og ístaðin er spenningur komin í kapp- ingina um silvurið og bronsuna. Kyndil liggur í løtuni til silvurið, meðan strandingar og kollfirðingar liggja javn- ir í stigum á bronsuplássin- um. Men tað er bert eitt stig á muni millum Kyndil og hini bæði liðini, og tí er tað væl hugsandi, at føroya- meistararnir glíða longur niður á stigatalvuni, um teir ikki skjótt fáa nøkur stig til høldar. Eingir dystir í fremstu deildini verða nú um viku- skiftið, men annað viku- skiftið verður aftur dystast, og tá hittast júst Kyndil og KÍF í Hoyvík, og tað verða óivað nakrir sera uppsettir kollfirðingar, sum tá fara at gera eina roynd at stríða seg upp á silvurplássið. Teir sóu í hvussu so er sera væl- nøgdir út eftir dystin í Havn hóskvøldið. Strandingarnir fáa sam- stundis vitjan av H71 á Skála, og lagt er upp til, at stríðið um silvurið og bronsuna verður hart líka til seinasta leikumfarið. Kyndil-StÍF 25-27(12- 14) Kyndil: Høgni Klein 8, Jónleif Sólsker 6(5), Jakob Jónsson 3, Rókur Akralíð 2, Finnur Hansson 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Hans Arni Thomsen 1, Josef Abrahamsen 1, Janus Einar Sørensen 1 StÍF: Leivur Justinussen 6(2), Sveinur Justinussen 6(1), Alexandur Johansen 4, Bent Djurhuus 4, Artur Johansen 3, Borgar Daniel- sen 3, Bárður Danielsen 1 Brotskøst: Kyndil 5(5), StÍF 3(3) Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 6 (Bárður Danielsen 3x2 minuttir) Dómarar: Sámal Hansen og Kristian Johansen - høvdu gott tak á dystinum, og lótu seg ongantíð ávirka av teimum mongu við- merkingunum frá vælvit- andi áskoðarum. Kyndil-StÍF 25-27(12-14): Gullið nærkast Vestmanna Triðja dystin á rað var Kyndil við undirlutan, og nú skal nakað meira enn bara hepni og dugnaskapur til, um teir skulu vinna VÍF aftur á stigatalvuni Mynd: Álvur Haraldsen