Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2005 25 Føroyar halda tørn Grikkaland hevur gjørt størsta lopið á FIFA styrkislistanum, har helmingurin av hálvt hundrað teim- um bestu tjóðunum er úr Europa FIFA STYRKISLISTIN Jóannes Hansen Í morgin fer landsliðið, sum fyri tað mesta er mannað av spælarum, ið av leiðsluni verða roknaðir at teljast millum teirra, sum í framtíðini skulu manna A- landsliðið, til Spania á venjingarlegu. Í fyrradagin fingu føroy- ingar eina heilsu frá FIFA at hava við sær á ferðini suður á Iberisku hálvoynna. Føroyar eiga sambært al- tjóða styrkislistanum fyri februar 132. besta fótbólts- landsliðið í heimininum. FIFA hevur hvørki flutt Føroyar fram ella aftur á listanum síðani í januar. Somu tjóðirnar eru oman- fyri og niðanfyri Føroyar, sum vóru á hesum plássum fyri einum mánað síðani. Etiopia er eitt pláss hægri á listanum enn Føroyar, og India er eitt pláss undir Føroyum. Síðsti mánaðin hevur verið rættuliga friðarligur hvat landsdystum viðvíkur. Íalt hava tað seinasta mánaðin kring allan heimin verið spældir 78 a-lands- dystir. Í 64 av førunum hev- ur talan verið um vinardyst- ir, tólv hava verið undan- kappingardystir til HM, og í tveimum førum hevur tal- an verið um undankapping- ardystir til heimspartakapp- ingar. Grikkaland stórt lop Mest merkisverda broyt- ingin á FIFA styrkislistan- um er tann hjá Grikkalandi. Europeisku meistararnir eru lopnir fram á trettanda plássið, sum er fimm pláss hægri, enn Grikkaland var á fyri einum mánað síðani. Hetta er fremsta plássið, sum Grikkaland hevur rokkið, síðani FIFA í 1993 fyri fyrstu ferð kunngjørdi styrkislistan. Høvuðsorsøkin til stóra grikska lopið er sjálvandi, at Hellas í summar vann EM endaspælið. Ein onnur orsøk er, at Grikkaland fyri stórari viku síðani vann HM undankappingardyst á heimavølli ímóti Danmark 2-1. Danmark er dottið frá 13. og aftur á 15. plássið. Svør- íki verður mett at eiga besta landsliðið í Norðurlondum. Sviar eru saman við Grikkalandi á 13. pláss- inum. Tindurin á listanum er tann sami, sum hann leingi hevur verið. Brasilia, Frak- land, Argentina, Kekkia og Spania eru framvegis á fimm teimum ovastu pláss- unum, og nú er Meksiko (+1) á sætta plássinum saman við Hollandi, sum frammanundan var einsa- malt á hesum plássinum. Listin boðar frá, at í mið- al eru europeisku fótbólts- tjóðirnar stinnari enn allar aðrar. Helmingurin av teim- um hálvt hundrað fremstu eru úr Europa. England er nummar átta, Portugal nummar níggju og Italia er á tíggjunda plássinum, meðan USA er nummar ell- ivu og Írland, sum seinni í ár fer at spæla HM undan- kappingardyst í Føroyum, er á tólvta plássinum. Noreg er nummar 35 (+1), Finnland nummar 38 (+5), Sveis nummar 49 (+2), Ísrael nummar 51 (- 2), Ísland nummar 94 og Kypros verður mett at eiga 108. (+1) stinnasta lands- liðið í heiminum. Súni Olsen og hinir á føroyska landsliðnum halda tørn, tí Føroyar verða framvegis styrkismettar sum nummar 132 í heiminum av altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. savnsmynd Dystaryvirlit Sunnudagur 20.02.05 Flogbóltur: Meistaradeildin kvinnur: 14.00 ÍF - KÍF Kambsdalur 15.00 TB - Mjølnir Trongisvágur Meistaradeildin menn: 16.00 SÍ - Fleyr Sørvágur 16.00 ÍF - Fram Kambsdalur