Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 35 - 19. februar 2005 SÍ nærkast greipuni Sørvingar eru væl ávegis greipuni í mansflogbólti í ár, og um teir vinna á nærmastu kappingar- neytunum úr Fleyr sunnudagin, hava teir tikið eitt risafet móti gullinum FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Flogbóltsbarometrið í Sør- vági er í topp í hesum døg- um. Áhugin fyri flogbólti hevur ongantíð áður verið so stórur í Sørvági sum í løtuni, nú mansliðið hjá fel- agnum stendur til at vinna greipuna á sjálvum 100-ára degnum hjá felagnum. Nærmastu kappingar- neytarnir vitja Sunnudagin fær SÍ vitjan av Fleyr, sum er næst- fremsta liðið á stigatalvuni. Um sørvingar sunnudagin aftur sýna slíkan flogbólt, sum teir gjørdu í steypa- finaluni móti Mjølnir farna vikuskifti, so er eingin ivi um, hvagar sigurin fer. Men ofta kemur tað fyribrigdi, sum verður rópt "steypa- timburmenn", og ger vart við seg, og tá kann Fleyr hava ein møguleika. SÍ má tó metast sum greiður favorittur undand dystinum, og tað verða óivað heilt nógvir spentir sørvingar til dystin í Fim- leikahøllini sunnudagin. Um teir fara at hoyrast eins væl, sum teir gjørdu til steypafinaluna fyri viku síðani, tað er so ein annar spurningur. Hin dysturin í meistara- deildini hjá monnunum sunnudagin verður á Kambsdali, har ÍF fær vitj- an av Fram. Her er talan um ein dyst millum tvey tey niðastu liðini í deildini, og ilt er at spáa um úrslitið av hesum dysti. Sunnudagin verður ein endurtøka av steypafinaluni hjá kvinnum, tá ið TB og Mjølnir bresta saman í Trongisvági.Vinnur Mjølnir dystin hava tær nærum tryggjað sær gullið í ár FLOGBÓLTUR Terji Nielsen Uttan iva verða leikararnir á heimaliðnum, TB, ógvuliga uppsettar at vaska steypa- ósigurin av sær, men tær eru eisini fullgreiðar yvir, at skulu tær koppa Mjølnir, so er neyðugt, at tær spæla upp til sítt allarbesta. Stórur munur í finaluni Í steypafinaluni var rættu- liga stórur munur á liðun- um báðum, men ofta verður sagt, at eitt lið, sum gerst steypavinnari, spælir illa í fyrsta dystinum eftir finaluna. Tað kunnu tær hjá TB so vóna, og tað sama gera óivað eisini leikararnir hjá Drátti. Dráttur, sum ikki skal í dyst í vikuskiftinum, hevur enn møguleikan at gerast føroyameistari, men um so skal verða, er tað næstan neyðugt, at TB vinnur á Mjølnir sunnudagin. Drátt- ur er eitt stig aftan fyri TB og trý aftan fyri Mjølnir. Bæði TB og Mjølnir hava eftir at spæla móti Drátti á Giljanesi. Tað verða óivað nógvir áskoðarar til dystin í Trongisvági sunnudagin, og nógv tvøráfólk eru óivað sera spent til dystin. Hin dysturin í meistara- deildini hjá kvinnum hetta vikuskifti verður á Kambs- dali, har ÍF fær vitjan av KÍF. Hetta er ein dystur millum tvey av lægru lið- unum í deildini, men ÍF má metast sum favorittur. vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 5 - 0 - 1 473 423 50 18 2 Kyndil 6 2 - 0 - 4 470 397 73 12 3 KÍF 6 3 - 1 - 2 407 433 -26 11 4 StÍF 6 3 - 2 - 1 422 452 -30 11 5 H71 6 2 - 0 - 4 459 469 -10 9 6 Neistin 6 1 - 1 - 4 441 498 -57 6 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 15 13 - 2 41 12 29 17 2 TB 15 12 - 3 38 20 18 15 3 Dráttur 15 9 - 6 36 24 12 14 4 ÍF 15 6 - 9 22 29 -7 8 5 KÍF 15 4 - 11 16 36 -20 4 6 SÍ 15 1 - 14 11 43 -32 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 12 11 - 1 34 9 25 22 2 Mjølnir 12 8 - 4 28 16 12 16 3 Fleyr 12 8 - 4 28 20 8 16 4 ÍF 12 2 - 10 11 32 -21 4 5 Fram 12 1 - 11 10 34 -24 2 Máltindurin: Halgir D. Olesen H71 107 (13) Damir Oros Neistin 102 (18) Ingi Olsen VÍF 99 (26) Sveinur Justinussen StÍF 97 (8) Agnar Joensen VÍF 83 (6) Áki Mørk Neistin 83 (7) Leivur Justinussen StÍF 83 (16) Regin Petersen KÍF 81 (8) Piti Negru H71 79 (5) Høgni Klein Kyndil 78 (3) Henrik Gerster H71 69 (6) Josef Abrahamsen Kyndil 68 (13) Alexandur Johansen StÍF 68 (21) Jakob Jónsson Kyndil 63 (2) Blagoje Buha Neistin 62 (10) Mjølnir kann næstan tryggja sær gullið Lesið -so eru tit við!