leygardagur 19. februar 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • leygardagur • 19. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Fullveldisgreipan
á danatingi
Sjúrður Skaale skrivar á s. 36-37
MYNDLIST
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fríggjamorgunin var standmynd-
in, sum framyvir skal mynda
inngongdina til ítróttarmið-
depilin í Havnini, Gundadal,
avdúkað.
Talan er um eina standmynd,
sum Hans Pauli Olsen, mynda-
høggari, hevur evnað til, og sum
gevur eina samlaða mynd av
ítrótti í breiðum høpi.
Týdning fyri listina
Tað var forkvinnan í Mentunar-
nevnd býráðsins, Hildur
Eyðunsdóttir, sum helt røðu, nú
standmyndin skuldi avdúkast, og
hon legið dent á tann týdningin,
sum eisini tað almenna hevur
fyri føroyska list.
Hon vísti á álitið um mentan
og list, sum fyri nøkrum árum
síðani varð latið býráðnum. Í
hesum varð millum annað nevnt,
at tað hevur stóran týdning fyri
føroyska listaumhvørvið, at
eisini býráðið keypir sær føroysk
listarverk, og er hetta ein leistur,
sum síðani hevur verið fylgdur.
Viðurkendur listamaður
Ikki minst hevur býráðið fleiri
ferðir keypt listarverk frá Hans
Pauli Olsen. Standmyndir, sum
prýða býðarmyndina ymsastaðni,
og sjálv fegnaðist Hildur um, at
enn ein standmynd frá viður-
kenda myndahøggaranum nú
kemur í Havnina.
– Gundadalur er frítíðar- og
ítróttarmiðdepilin í Havnini. Og í
øllum landinum eisini. Her er
eisini eitt virkið og ríkt listarlív
við Listaskálanum og Norður-
landahúsinum sum nærmastu
grannum, og tí er inngongdin til
Gundadal eitt frálíkt stað at seta
eina slíka standmynd, segði
Hildur millum annað í røðu síni.
Eisini lat hon nøkur rósandi
orð fella til Hans Paula Olsen.
Millum annað vísti hon á,
hvussu viðurkendur hesin
myndahøggarin er í altjóða høpi,
og siteraði hon er millum annað
listaummælara í danska Jyllands
Posten.
Hesin staðfesti, at Hans Pauli
»er en klippe i nordisk kunst«,
og nú hevur so ítróttarmiðdepilin
fingu sín varða frá klettinum.
Ein varði, sum staðfestir, at
ítróttur í breiðum høpi er nakað,
sum hoyrir Havnini til.
Ítróttarportrið
Vakra standmyndin hjá Hans Pauli Olsen prýðir nú inngongdina
til Gundadal. Ítróttarmiðdepilin í høvuðsstaðnum
Tað var ein errin borgarstjóri, sum fríggjadagin kundi draga teppið av standmyndini, sum nú skal prýða Gundadal