Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 35 - 19. februar 2005 SAMLÍV Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang Seksualiteturin er nakað vit menniskju hava við okkum gjøg- num alt lívið; ung sum gomul, frísk eins og deyðasjúk. Seksu- aliteturin er í grundini eins natúrligur partur av lívinum sum at eta, drekka og anda. Kortini hava tey flestu sera trupult við at seta orð á, tá sjúka hevur við sær, at seksualiteturin og harvið eisini sexlívið millum tvey ikki longur kann vera, sum tað var. Hóast tað alsamt gerast fleiri, sum liva eitt langt og gott lív við til dømis krabbameini, sita mong av teimum framvegis og kenna seg sera einsamøll við sínum tankum og kenslum um, hvussu sjúkan hevur ávirkað teirra sexlív. Í eini roynd at varpa ljós á evnið og í eini vón um, at tað tískil kan gerast meir nátúrligt at tosa um tað, skipaði felagsskap- urin hjá Norðurlendsku Krabba- meinsfeløgnum í heyst fyri eini ráðstevnu í Oslo undir heitinum “Krabbamein og seksualitetur”, sum var tann fyrsta av sínum slag í Norðurlondum. Umboð frá Føroya Felag Móti Krabbameini vóru við á ráðstevnuni, tí eisini her heima vil felagið fegin varpa ljós á, hvussu sjúkan kann ávirka sexlívið, soleiðis at tað verður natúrligt at tosa um tað, sum lið í rehabiliteringini hjá krabba- meinssjúklingum. Broytt kropsmynd Lív Lognberg og Elin Vitalis, sjúkrarøktarfrøðingar, eru við í Stomi-bólkinum hjá felagnum móti krabbameini. Arbeiðið í bólkinum snýr seg um at ráðgeva teimum, sum hava fingið lagt tarm ella bløðru út á síðuna, og tí hava tær báðar rættiliga gott inn- lit í tær avleiðingar, ein broytt kropsfatan kann hava fyri sjúklingin og harvið sexlívið. Felags fyri øll, ið hava fingið viðgerð fyri krabbamein, er, at teirra fatan av kroppinum broyt- ist. Uttan mun til, um sjúkan ella viðgerðin hava sett sjónlig spor, kennir tann sjúkuraktið seg onkusvegna øðrvísi enn fyrr. Kvinnan, ið hevur mist annað bróstið, kann fjala tað við eini protesu, men hon veit, at hon ikki er tann, hon einaferð var. Oftast kennir hon seg minni kvinnuliga, tí kvinnur jú eiga at hava tvey bróst. Og maðurin, sum er vorðin impotentur, heldur seg jú ikki røkka til á sama hátt longur. Fyri nógvar menn er støðan enntá nærum einstýðandi við, at ein ikki kennir seg sum mannfólk longur. – Okkara kropsfatan er tætt tengd at okkara samleika og harvið at okkara sjálvsvirðing og seksualiteti. Hetta hongur jú alt saman, tí hjá einum, sum hevur mist sítt gamla sjálvsvirði, kann tað vera sera torført at ímynda sær seg sjálvan sum seksuelt lokkandi. Í slíkum førum síggja vit ofta, at fólk taka tað sum givið, at tey ikki kunnu rokna við, at sex verður ein partur av lívinum aftur. Men soleiðis nýtist tað als ikki at vera. Í staðin fyri at góðtaka, at sexlívið er fánað burtur, skulu tey heldur góðtaka ta nýggju kropsmyndina og læra seg at liva við henni. Megna tey tað, ber tað væl til, at fáa sex- lívið at virka aftur, sjálvt um seksuella samveran verður øðr- vísi, enn hon var, greiða Lív og Elin frá. Tabu á báðum síðum Fyrsta treytin fyri at fáa sexlívið at virka aftur er, at sjúklingurin ikki kennir seg illa av at tosa um trupulleikarnar, sum møguliga eru. Hetta krevur av heilsustarvs- fólkunum, at tey duga at meta um, nær rætta løtan til eitt prát er har og ikki bara fara fram eftir fummum, men virða tey mørk, vit øll hava, tá tað snýr seg um eitt so viðkvæmt og persónligt evni. Hinvegin kann tað eisini væl hugsast, at sjúklingurin fegin vil tosa um støðuna, meðan starvsfólkið hevur hug at bera seg undan. – Tað eru ikki bara sjúklingar- nir, sum ofta halda tað vera torført at koma inn á, hvussu sjúkan ella viðgerðin hevur ávirkað teirra sexlív. Vit fakfólk Tá sjúka hó Álvarslig sjúka nýtist ikki at hava við sær, at sexlívið hoyrir eini farnari tíð til. Hóast bæði evni, hugur og krops- fatan eru broytt, finnast tað í flestu førum mátar at endurskapa sexlívið undir teimum nýggju treytunum. Føroya Felag Móti Krabbameini varpar nú ljós á hetta torføra evnið “Kærleikin situr ikki millum beinini! Kærleikin situr millum oyrini. Og í hjartanum. So tá man hevur verið giftur nóg leingi, ber tað væl til at gera tað uppá onkran annan máta.” Bente 62 ár, í “I nød og lyst”, ein filmur um krabbamein og seksualitet. ” “Flestu mannfólk hava tað nokk soleiðis, at sjúka er ikki nakað, man tosar um. Og serliga ikki, um man ikki fær hannsjálvan upp at standa. Tað er jú ómetaliga ómannsligt. So man ger sær tað til eitt skálkaskjól at ganga og flenna eitt sindur at tí heila” Peter 43 ár, “I lyst og nød” ”