leygardagur 19. februar 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2005
29
hava sum heild ikki nóg gott
innlit í evnið og mangla ofta
dirvið til at taka spurningin upp
saman við sjúklinginum, sigur
Lív Lognberg.
Júst hetta var ein av aðaltátt-
unum á krabbameinsráðstevnuni
í Oslo í heyst. Í hesum sam-
bandinum segði Haakon Aars,
yvirlækni, millum annað
– Allir krabbameinssjúklingar
eiga at hava krav uppá samrøður
um, hvussu sjúkan fer at ávirka
teirra sexlív. Hóast starvsfólk
innan heilsuverkið eisini eru
ávirkaði av galdandi morali og
normum, eiga tey at megna at
endurskoða sín egna hugburð
fyri at kunna arbeiða við menn-
iskjum, sum kanska hugsa øðr-
vísi, enn tey sjálvi.
Vantandi samskifti millum
sjúkling og heilsustarvsfólk
hevur ikki bara við sær, at sjúk-
lingurin ofta kennir seg sera
einsamallan við trupulleikunum.
Tíverri hendir tað eisini, at
sjúklingar ikki verða nóg væl
kunnaðir um avleiðingarnar av
eini skurðviðgerð til at kunna
taka eina væl umhugsaða avgerð.
Dømi eru um eitt nú mannfólk,
sum hava latið seg skurðviðgjørt
uttan at vita, at teir kundu gerast
impotentir av tí. Lívsgóðska
kann vera so ymisk frá menn-
iskja til menniskja, og tí eiga
starvsfólk innan heilsuverkið
eisini at hýsa tankanum um, at
ein krabbameinssjúklingur
møguliga heldur vil liva í vónini
enn at váða at missa sínar
seksuellu førleikar.
Hvat er sex?
Ein spurningur, sum eyðvita
trongir seg á í hesum viðfangi er,
hví sex er so týdningarmikið.
Nógvir sjúklingar eru eisini í
fyrsta umfari so takksamir fyri at
hava yvirlivað sjúkuna, at
spurningar sum tengja seg at
sexlívinum fáa dám av at vera
luksustrupulleikar. Hetta kann
sjálvsagt eisini vera ein av
orsøkunum til, at sjúklingar ofta
aftra seg við at orða trupulleikan
við onnur.
– Tað ber neyvan til at
definera, hvat sex er fyri nakað.
Men í øllum førum er tað ein
liður í tí at vera menniskja og í
flestu førum eisini ein týdningar-
mikil liður í nærleikanum mill-
um tvey menniskju, sum hava
valt at liva saman. Sex er ein
máti, menniskju játta hvønn
annan uppá, og fyri nógv er sex
tætt tengt at mátanum, tey vísa
sín kærleika. Onkusvegna er
seksualiteturin tískil altíð ein
virðismikli partur av lívinum hjá
tí einstaka, og tí má hann vera
ein nátúrligur liður í rehabili-
teringarbeiðinum, tá tann sjúku-
rakti skal fóta sær av nýggjum,
sigur Karen Heinesen, sosial-
ráðgevi hjá Føroya Felag Móti
Krabbameini.
Arbeiðið hjá felagnum móti
krabbameini miðar í hesum
sambandi móti, at sjúkan ikki
kemur at gera av, hvørt tað eydn-
ast sjúklinginum at hava eitt
nøktandi sexlív. Hetta krevur
samstundis, at tann sjúkurakti er
opin fyri teimum broytingum,
sum kunnu gerast neyðugar - tað
verið seg at brúka hjálpitól,
nýggjar samlegustøður ella
kanska heilt nýggjar mátar at
vera saman uppá. Tí krevur
nýggja støðan ikki minst, at bæði
starvsfólk og sjúklingar rista av
sær gamlar ímyndir um, hvat er
“normalt”, og hvat ikki er.
óttir sexlívið
Saman við Føroya Felag Móti
Krabbameini arbeiða Lív Lognberg og Elin
Vitalis, sjúkrarøktarfrøðingar og Karen
Heinesen, sosialráðgevi, við at svarpa ljós á
krabbamein og seksualitet
Tabu – eisini millum heilsustarvsfólk
Tey flestu, sum fáa staðfest krabbamein, hugsa fyrst og fremst um
útlitini fyri at gerast frísk, men ein nýggj donsk kanning vísir, at fyri
tey allarflestu verður spurningurin um, hvussu sjúkan og viðgerðin
fer at ávirka seksualitetin eisini rættiliga átrokandi:
• 80 % av krabbameinssjúklingunum siga seg ynskja kunning um,
hvussu sjúkan og viðgerðin kann ávirka teirra sexlív
• 50 % tora ikki at spyrja, um ikki starvsfólkini sjálvi taka stig til at
tosa um evnið
Samstundis vísir kanningin, at:
• 50 % av heilsustarvsfólkunun vanta vitan um, hvussu sjúkan ella
viðgerðin kann ávirka sexlívið
• 22 % hava ongantíð tosað við sjúklingar um evni, sum hava tilknýti
til seksualitet
• 43 % nevna smædni, sømiligheit og tabu sum forðingar
Smittar krabbamein?
Tað finnast enn nógvar misskiljingar í sambandi við krabbamein, og
hesar hava serliga lyndi til at gera vart við seg, tá talan er um
krabbamein og seksualitet.Tí er tað umráðandi at sláa fast, at:
• Krabbamein smittar ikki gjøgnum samlegu. Ein krabbakykna kann
ikki liva víðari í kroppinum hjá einum øðrum menniskja.
• Ein, ið fær stráluviðger, førir ikki geislavirkni víðari gjøgnum
samlegu, hvørki meðan hann er í viðgerð ella aftaná.
• Kropsvæta inniheldur bert evarska smáar leivdir av kemoviðgerð.
Vandi fyri smittu er sera lítil, men einstakir læknar ráða til at nýta
hít fyrstu 14 dagarnar eftir viðgerð.
“Onkuntíð havi eg sagt við mannin hjá mær:
Kundi tú ikki bara farið út og funnið tær eina
aðra og fingið tað yvirstaðið og so komið
heimaftur. Tað hevði passað mær fínt, tí so
slapp eg undan.”
Charlotte 35 ár, “I lyst og nød”
”