Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 35 - 19. februar 2005 FERÐAFRÁSØGN Leila á Lofti leilaalofti@kallnet.fo Frá lufthavnini í Ísrael, Ben Gurion, er lætt at koyra norður til Galilæa, ein nýggjur, góður vegur er gjørdur millum fjøll og dalar. Tað ber eisini væl til at koyra heilt norður til Metulla, sum er á markinum til Libanon, bæði á vestur- og eystursíðuni av Genesaret vatninum, sum á hebraiskum eitur Kinneret, tí tað líkist eini Kinner, eini hørpu. Á norðurendanum á Genesaret vatninum eru fleiri fyri okkum kend staðanøvn, tað kendasta er ivaleyst Kfar Nahum, ella sum vit siga Kapernaum, stutt har frá er Tabgha, har søgan um teir 2 fiskarnar og tey 5 breyðini, sum Jesus vælsignaði, hendi, har eru eisini restir av atløgubryggjuni hjá Símun Pætur eins og áin Jordan rennur oman har. Ganga vit eitt sindur longur niðaneftir, koma vit til kirkjuna bygd á staðið, har Jesus helt fjallaprædikuna. Í sama øki eru leivdirnar av býnum Korazim, sum eisini er nevndur í Nýggja Testamenti. Á Korazim økinum, á veg norður eftir til Rosh Pinna, Zefat og Hazor í ovari Galilæu liggur ein kibbutz, sum eitur Amiad. Amiad liggur við ein krossveg har koyrast kann til fimm týdn- ingarmikil økir: ovaru Galiæu, vestur Galilæu, Genesaret vatnið, Jordan dalin og til Golan heyggj- arnar. Á økinum hjá kibbutz Amiad stendur á einum heyggi eitt einsamalt, deytt træ, og við træið stendur brunnurin, sum eitur Jósefs brunnur, Jib Youseff er navnið, ið muslimarir hava givið brunninum. Við síðuna av trænum og brunninum er Khan Jib Youseff, leivdirnar av nøkrum, sum einaferð hevði fleiri rúm, vatn- og matgoymslu, bønarrúm, sum venda móti Mekka, og garð til nakrar kamelar. Tá farið verður upp á leivdirnar á aðru hædd, sæst beint oman á vakra norður- endan á Genesaret vatninum og Golan heyggjarnar hinumegin. Jósefs brunnur er aktuellur, eftir so væleyðnaðan sangleik um kotið hjá Jósefi. Søgan um Jósef er spennandi, hesin 17 ára gamli favoritsonurin hjá Jákupi, sum var kastaður í ein turran brunn, fyri síðani at blíva seldur sum trælur til Potifar, lívverjan hjá Farao. Vit kenna søguna frá 1. Mósebók kap. 37, men brunnurin er eisini nevndur í koranini (Surah 12. p.10,15). Yvir brunninum er bygdur ein kuppil við 4 soylum, og á einari av hesum soylum hevur Joseph Nadan, sum granskarar rokna við var av indiskum uppruna, sett eina plátu og á henni er skrivað: í navnið Allah /Jósef’s brunnur / friður veri við honum /1318. Hetta er skrivað á urdu máli í árinum 1318 í tí muslimska kalendaranum, sum svarar til ár 1900. Brunnurin er 1 m í diametur og 2 metrar djúpur, og rundan um brunnin eru fleiri gravir. Jib Youseff er fyrst umtalaður mitt í 10’u øld, men kuppulin er yngri. Sambært vísindini var brunnurin einaferð 10 m djúpur og ein framúrskarandi kelda til drekki- vatn til mitt í 19’u øld, tá ein jarðskjálvti í 1837 var í økinum, sum eisini oyðilegði gamla býin Zefat. Eftir jarðskjálvtan er brunnurin ongastaðni nevndur aftur sum vatnkelda. Kibbutzlimir søgdu mær, at drúsar og muslimar valfarta til hetta staðið; men ikki kristin. Við síðuna av brunninum er sum nevnt ein Khan, tað er eitt herberg/gjald-tollingarstøð, sum bleiv brúkt til karavanirnar á veg til Egyptalands ella á veg til Damaskus. Tað er ikki so nógv skrivað og granskað um hendan brunnin. Gabriel Kohner hevur gjørt bók- lingin Jib Youseff (Ariel Books 1995). Gabriel býr á kibbutz Amiad, har eg sjálv búði á ungum árum og so aftur í sept. og okt. 2004. Gabriel er eldri maður, men arbeiðir enn á granna kibbutzini, Kadarim, har hann er heilin aftan fyri øll handverkaraamboð, sum kibbutzin framleiðir. Gabriel skrivar og lesur enn, eins og hann altíð hevur gjørt. Tað, eg veit at siga frá um brunnin, hevur Gabriel sagt mær. Brunnurin er fleiri ferðir nevndur í søguni, fyrsta neyva skrivið um Jib Youseff varð gjørt av einum italienskum ferðamanni - Aquilante Rochetta í 1599. Brunnurin er eisini nevndur 1799 í sambandi við Napoleon. Tá býurin Akko var blokeraður av turkum, fekk Napoleon at vita, at turkiskar herdeildir brúktu brúnna B´Not Ya`akov (sum merkir dóttir Jákups) á veg frá Damaskus til Zefat. Napoleon sendi egnar hermenn at kanna, um so var. Generalurin Jacquatin førdi herdeildirnar og hóast her- deildirnar ongantíð passeraðu nevnda økið í Galilæu, var Jacquatin tann fyrsti, ið doku- menteraði kortið yvir økið, sum inkluderaði Jósefs brunn, men onki er nevnt um nakað herberg/gjaldsstøð, han, við síðuna av. Vit lesa í 1 Mósubók kap. 37, at Jósef fann brøður sínar í Dotan, men ivamál eru um, hvar Dotan lá, er talan um "Tel Dotan" er talan um eitt stað millum Sikem (í dag nevndur Nablus) og Jenin, og tað er langt sunnan fyri brunnin, ið er kendur sum Jósefs brunnur. Tað er ringt at vita, júst nær hetta staðið er blivið eitt heilagt stað. Eitt heilagt stað altíð er eitt heilagt stað, hóast religiónirnar skifta; men ein kendur arabiskur Jósefs brunnur Á økinum hjá kibbutz Amiad stndur á einum heyggi eitt einsamalt deytt træ, og við træið stendur brunnurin, sum eitur Jósefs brunnur Gabriel Kohner hevur gjørt bók um brunnin