leygardagur 19. februar 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2005
31
landafrøðingur Mukadesi,
markeraði staðið í árinum 985
sum eitt "týdningarmikið stað".
Nógvar sokallaðar gjaldsstøðir,
Khanims, sum karavanar við
handilsmonnum nýttu, vóru
gjørdar tá økið var partur av
Osmaniska ríkinum; men hesum
støðum, Khan Jib Youseff var
týðiliga ikki tørvur á, og Gabriel
heldur ikki, at hon bleiv brúkt á
handilsrutuni, og metir hann at
Khan Jib Youseff er bygt har, tí
at brunnurin var har.
Býurin Zefat (Safed) liggur
høgt uppi á einum fjalli, og var
ein týdningarmikil býur, Zefat
var krossfararaborg til ár 1266,
mamelukkarnir høvdu Zefat til
høvuðsstað í Galilæu og og tann
mystiski parturin av jødadóm-
inum, kabbalisman, hevur enn í
dag sítt høvuðsæti í Zefat.
Tað tekur 20 min. at koyra frá
kibbutz Amiad til Zefat.
Gabriel heldur, at økið niðan
fyri Zefat, har Khan Jib Youseff
er, bleiv brúkt sum eitt slag av
tollstøð, har vegskattur bleiv
kravdur og har handilsmenn
sluppu av við vøru. Dokument
frá Osmannisku yvirvøldini í
økinum, ár 1512- umleið 1923,
nevna eina herdeild á staðnum,
sum búleikaðist í eini bygd tætt
við, og bygdafólkinum var eisini
álagt at gjalda vegskatt.
Tann fyrsti ferðandi, sum
neyvt sigur frá, hvussu brunnurin
sær út, eitur Burckhardt, J.L. í ár
1812. Hann er í býnum Zefat har
ongin Khan er. Hann fer tíðliga
um morgunin úr Zefat, beinleiðis
oman av fjallinum móti vatnin-
um ( Genesaret). Hann skrivar, at
landið ikki var dyrkað og har
vóru ongi trø. Eftir at hava
gingið í tveir tímar og eitt korter,
kom hann til Khan Jib Youseff
Hann skrivar, at gjaldstøðin/her-
bergið var í ruinum, og ein stórur
hylur var við síðuna av. Hann
sigur frá søguni um Jósef og
lýsir brunnin tætt við herbergið,
verandi 3 føtur breiður og 30
føtur djúpur og bygdur av myrk-
um steinum. Burckhardt skrivar
um vatnið, sum ongantíð tømist,
og undrar hetta hann, tá hugsað
verður um søguna um Jósef, ið
varð blakaður í júst sama brunn.
Bíblian sigur frá um turran
brunn. Hann skrivar, at steinarnir
í sjálvum brunninum eru svartir,
heyggjarnir, har brunnurin er, eru
hvítir av øllum límsteinunum.
Søgan sigur, at steinarnir blivu
svartir av tárunum hjá Jákupi,
meðan hann leitaði runt eftir soni
sínum. Brunnurin er varðveittur
bæði av turkum og av teimum
kristnu. Hann nevnir, at fá ferð-
andi koma har til og at brunnurin
er á Akko/Damaskus vegnum,
ein lítil bygd er tætt við har
soldatar og teirra familjur búgva.
Eg kundi skriva nógv annað
sum, Gabriel Kohner segði mær
frá, men vil í hesi grein enda við
eitt sindur um Via Maris. Via =
vegur og Maris = sjógvur.
Via Maris var handilisrutan frá
Gaza, til mount Tabor, til
Megiddo og síðani til Damaskus.
Gabriel heldur, at Khan Jib
Youseff var ein Zefat terminalur
á Via Maris, tí frá Gaza og til
Damaskus eru fleiri slíkir
Khanim, tvs. gjaldsstøðir/her-
berg. Millum hvønn Khan var
ein dagur av karavangongd, ið er
6 tímar roknað við ferðini hjá
einum kameli, tvs. umleið 36
km. í vanligum lendi og 28 tímar
í fjallalendi. Av tí at tað millum
allar hinar Khanims á Via Maris
eru millum 30 og 28 km, virkar
tað løgið, at tað bara eru 4 km
frá Khan Jib Youseff og næsta
Khan.Tað er hetta, sum fær hann
til at halda at, at Khan Jib
Youseff endaði sum ein termi-
nalur til Zefat, býurin sum enn í
dag, hóast vit koyrdu við bili, er
so høgt uppi, at eg næsta ikki
tordi at hyggja niður har frá, og
tá skilji eg væl, at handilsmenn-
irnir hava roynt at funnið sær eitt
hvørt alternativ.
Tá tit eina ferð fara at vitja Jib
Youseff (Jósefs brunn ) og
Khanin við síðuna av, so skilja tit
nokk, at har aldri hevði verið
pláss fyri 200-500 kamelum,
sum hoyrdi til ein vanligan
karavan, og tað tók umleið 20
dagar frá Kairo til Damaskus á
kamelbaki.Annars vóru túrarnir
eftir Silkivegnum, sum fór langt
eystur eftir nógv størri, har vóru
vanliga 20.000 kamelar … trúgv
tí hvør ið vil.
Men sum tann typiski jødin
Gabriel er, flennir hann speisk-
liga, tá hann tosar við meg sum
kristna og sigur: "Leila góða, um
vit bæði nú taka Bíbliuna alvor-
liga, so er brunnurin í Dotan –
og ikki her."
Men eg hugsi bara víðari,
takki fyri nýpressað appelsin-
juice, fari út í ta heitu luftina,
hyggi upp í myrka stjørnu-
himmalin yvir Galilæu og sigi
við meg sjálva, ok, gott nokk
siga muslimarnir, at grøvin hjá
Jósef er í Nablus (Sikem), har
teir hava bygt eina moské, men
enn eru tit ikki komin ásamt um,
hvar Dotan lá og hví eitur
brúgvin longur norðuri enn
brunnurin er B´Not Ya’akov, sum
merkir "Dóttir Jákups"? Fleiri
lokal søgdu mær, at ongin ivi var
um, at Jákup og synir hansara
hava verið nógv í umráðnum, tit
síggja á kortinum.
À veg heim møtti eg einum
gomlum vini, sum eftir at hava
hoyrt meg siga frá mínum kvøldi
saman við Gabriel Kohner,
spurdi: "Leila, veitst tú hvat
Jósef hugsaði um niðri í brunn-
inum???"
Í fall onkur lesari hevur fingið
hug at vitja vakra og spennandi
Galilæa, so ber til at gista á
kibbutzum, sum eru alla staðni.
Amiad Joseph’s Well Country
Inn er ein møguleiki. Galilæa er
friðarligt, men trygdin er tann
sama sum í restini av Ísrael.
Við síðuna av brunninum eru leivdir frá fornum bústaði og tá farið verður
uppá tær sæst beint oman á vakra norðurendan á Genesaret vatninum
Yvir brunninum er bygdur ein kuppil við 4 súlum
Jósefs brunnur er aktuellur eftir so
væleydnaðan sangleik um kortið hjá
Jósefi