Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 35 - 19. februar 2005 Steinvør og tónleikurin Hon hevur sungið alt sítt lív, spælt klaver og cello frá hon var heilt ung og hevur nú sítt egna kór. Men hóast Steinvør Fonn helst bara vil sleppa at liva í síni egnu tónleikaverð, hevur hon sínar avgjørdu meiningar um tað mesta, sum rørir seg rundanum hana. Onkuntíð vildi hon tó ynskt, at hon var minni bersøgin SAMRØÐA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Bárður Lydersen Tónleikur hevur altíð fylt alt hennara lív, og tí er tað ógjørligt hjá Steinvør Fonn at minnast, hvussu alt byrjaði. Eitt, sum hon tó minnist serliga væl, er, at hon plagdi at fara við foreldrunum, tá tey fóru at venja í Betestakóri- num sunnukvøld. So sat hon har og lurtaði og droymdi um at blíva nóg stór til at sleppa við í kórið. Nógv er hent síðani tá, men Steinvør droymir framvegis tónleikadreymar um stórar operapallar úti í stóru verð, um stórar rockstjørnur og um at fáa sítt egna stóra orkestur. – Mínir tónleikadreymar hava altíð lyndi til at fara út um øll mørk. Har skal alt bara vera so stórsligið, sum møguligt, so tað fyllir hvørja tægr í kroppinum. Í so máta eru mínir dreymar nokk rættiliga avdúkandi, heldur Steinvør Kórini – Eg byrjaði at spæla klaver, tá eg var 8 ár. Eg ivist í, um tað ber til at seta orð á, hvussu ótrúliga glað eg eri í dag fyri, at mamma helt meg til - at hon tímdi at sita har og lurta og ongantíð lat meg merkja, um hon troyttaðist av tí, sigur Steinvør, sum heldur, at hon longu tá byrjaði at ímynda sær, at hennara lív framyvir skuldi snúgva seg um tónleik. Steinvør hevur traðkað sínar barnaskógvar í Brøðrasamkom- uni í Klaksvík og burtursæð frá, at hon hevur spælt cello í sym- foniorkestrinum, hevur hennara leiklutur í tónleikinum fyri tað mesta verið tengdur at sam- komuni. Inntil fyri stuttum. – Sum heilt ung kom eg við í "Betestakórið" og seinni í "17 sangarar" hjá Jógvani við Keldu, men tað var ikki fyrr enn, eg stovnaði kvinnukórið Suð í 2002, at eg so smátt eisini byrjaði at flyta meg út um samkomuna við tónleikinum, greiðir Steinvør frá og leggur afturat, at við Suð gjørdist eisini ein gamal dreymur veruleiki. – Eg hevði leingi gingið og droymt um at sleppa at venja eitt kór, sum eg sjálv hevði sett saman av góðum, royndum kvinnuligum sangarum. Í byrj- anini vóru allar úr "17 sangar- um", men seinni komu fleiri afturat. Suð er ikki tengt at nakrari samkomu. Vit syngja bæði sálmar, sangir, negro spirituals, gomul og nýggj klassisk stykki og sangir úr ymsum sangleikum. Nú eru vit í ferð við at syngja nakrar sangir hjá ABBA, nakrar jazzaligar og nakrar gospelsangir, sum vit skulu framføra á konsertferð fyrst í mei mánað saman við einum góðum orkestri Út um samkomuna Tey mundu vera fá uttan fyri samkomuna, sum vistu, at Steinvør Fonn eisini hevur framúr góðar gávur sum solo- sangari. Men stutt fyri jól kundu fólk uppliva nakað so forvitnis- ligt sum Steinvør Fonn á palli saman við orkestri í Mentanar- húsinum Atlantis. – Ongin hevur nakrantíð forðað mær at í at fara út um samkomuna at royna meg sum sangara. Eg kundi til dømis havt melda meg til Ársins sangrødd ta tíð, tað var, men tað kendist ikki natúrligt fyri meg at gera tað. Í samkomuni hevði eg míni vin- fólk, har kendi eg meg trygga, og tað var tað, eg vildi tá, so eg gjørdi ongantíð álvara av at fara aðrastaðni. Hinvegin viðgongur Steinvør fegin, at hon var ovurhonds glað, tá hon varð biðin um at syngja í Atlantis til eitt tiltak, sum eisini var at hoyra í Útvarp Føroya. – Tað kendist heilt fantastiskt at standa har á pallinum í Atlantis saman við nøkrum ótrúliga dugnaligum tónleikarum og syngja sovorði sum "God bless the child" hjá Billie Holiday. Løtan var simpelthen tað besta upplivilsið, eg havi havt, og eg ynskti bara, at tað ongan enda skuldi fáa. Tað gekk ikki lang tíð, til boð vóru aftur eftir Steinvør. Hesu- ferð til nýggjárskonsertina í Atlantis, og verður hon biðin aftur, blunkar hon ikki við at taka av – Tað kann uttan iva tykjast eitt sindur løgið, at tað hevur tikið mær so langa tíð at fara út um samkomuna at royna meg við jazzi og øðrum rútmiskum tón- leiki, sum eg brenni fyri. Men eg trúgvi ikki, tað kundi verið øðrvísi, tí tað fall mær ongantíð inn at taka stig til tað sjálv. So tað er ikki nakað, eg gangi og angri. Eg eri bara so ótrúliga glað fyri, at eg nú havi fingið møguleikan. Børn eru fitt, men ... Kanska spøkti hatta við trygg- leikanum eisini, tá Steinvør skuldi velja, hvørja útbúgving hon skuldi fara undir. Í hvussu er, tóktist tað alt ov langt at skula fara allan vegin til Danmarkar á tónlistaskúla, so tað var av ong- um. Í staðin byrjaði Steinvør á læararskúlanum í Havn, men hon dylur ikki yvir, at dreymurin um at gerast lærari hjá smáum børnum í fólkaskúlanum ongan- tíð hevur verið hennara. – Tað er onki loyndarmál, at eg fyrst og fremst fór á læraraskúla, tí eg har kundi taka tónleik sum sergrein. Tankin um at skula undirvísa í tónleiki og málfakum passaði mær fínt, men eg hevði satt at siga ilt við at síggja meg sjálva sum tann góði fitti lærarin og pedagogurin. Eg havi stutt sagt ikki nóg gott tol við børn, so í grundini átti eg als ikki at verið í hesum starvinum, sigur Steinvør bersøgin, men leggur afturat, at hesi árini, hon hevur undirvíst, er hon vorðin góð við børnini og heldur tey ofta vera stuttlig at vera saman við. – Tað er ikki tað, at eg ikki haldi, at børn eru fitt. Eg haldi bara ikki, at eg og børn rigga serliga væl saman og havi ongantíð havt hasa tráanina í mær eftir at fáa børn sjálv. Nú eri eg 34, so skal tað vera, má tað helst vera skjótt, men verður tað av ongum, vænti eg ikki, tað fer at órógva meg. Eg vil liva nú Tað órógvar nú heldur ikki Steinvør, um onkur skuldi hildið hana og hennara livihátt verið eitt sindur løgnan. Og hon leggur heldur onki í, at fólk halda hana vera ekstrema og átti at dugað sær betri hógv. Sjálv hevur hon altíð verið sera hugtikum av menniskjum, sum eru øðrvísi, og sum hava dirvi til at lurta eftir sær sjálvum í staðin fyri bara at fylgja streyminum. – Eg vil bara sleppa at liva her og nú, so intenst, sum til ber, og merkja hvørt sekund. Tí eri eg eisini øgiliga spontan og fylgi mínum innskotum uttan at hugsa nóg væl um avleiðingarnar fyrr enn aftaná. Enn hevur tað tíbetur ikki havt nakað álvarsamt við sær, men eg kundi ofta bitið tunguna av mær sjálvari, tí eg havi sagt okkurt, sum also ikki sømdi seg so væl júst tá ella í tí selskapinum. Eg dugi bara ikki hatta við at sita fólkaliga og fitt og práta um veður og vind serliga longi í senn – Eg kann uttan iva vera ser- stakliga ráðarík og sjálvsøkin, men mær dámar faktiskt rættiliga væl at vera saman við fólki, sum eru púra ósamd við mær og geva mær mótstøðu. Tey fáa meg at hugsa í øðrum banum enn teimum, eg havi start meg blinda uppá, og knappliga sær verðin heilt øðrvísi út, sigur Steinvør. – Eg havi eina góða vinkonu, sum er psykoterapeut, og henni kann eg føra endaleysar og inspirerandi samrøður við. Mær hevur altíð dámað væl sálarfrøði, og eg haldi tað vera sera spenn- andi at hoyra, hvussu sálarliga sjúk fólk síggja veruleikan ella hoyra um, hvussu teirra veruleiki er. So onkuntíð, tá eg haldi meg hava løgnar hugsanir, er tað gott at fáa eitt prát við hana og fáa ókeypis terapi, flennir Steinvør. – Hendan góða vinkona hevur eisini ein heilt serligan eginleika til at fáa eyga á tað góða í næstan øllum og taka tað fram. Eg haldi ikki meg sjálva vera beinleiðis ótakksama, men alt ov ofta taka vit tað góða rundanum okkum sum eina sjálvfylgju og ansa ikki nóg væl eftir tí. Dýrabæru klippini Steinvør keðir seg ongantíð, men fær hon onki mótspæl, glíður hon spakuliga inn í sína egnu verð, har hon ongar trupulleikar hevur við at undirhalda seg sjálva. Umframt tónleikin kann Steinvør eisini fáa nógva tíð at ganga við at sita og blaða í sínum úrklipsbókum. – Eftirhondin havi eg gjørt úrklipsbøkur yvir alt mítt, lív haldi eg. Eg upplivi so nógv, og eg vil so fegin varveita allar hesar dýrbæru løturnar. Tá vit til dømis eru á konsertferð, goymi eg alt frá atgongumerkjum til skráir, sum eg so lími inn í eina bók saman við myndum, eg havi tikið. Tey, sum kenna meg, vita, at eg havi hesar bøkurnar og spyrja ofta, um eg ikki havi eina nýggja, tey ikki hava sæð. Men eg havi fyrst og fremst gjørt tær til mín sjálvan. So finni eg eina løtu, at lurta eftir eini av mínum yndisfløgum, meðan eg siti og blaði og endurupplivi hvønn lítla smálut, so eg næstan eri har aftur. – Jú, eg eri ein droymari, men hvør veit, um eg ikki ein vakran dag standi á hasum stóra pallin- um á einum risastórum stadion, meðan tónleikurin brúsar og ongin nakrantíð hevur upplivað nakað so stórsligið, sigur Steinvør við einum droymandi og argandi smíli. Fimm ferðir? Enda setningin "Tónleikur er ..." - ... ein tann størsta njótingin á jørð, hann er mín dreymaverð, hann er frígerandi, inspirerandi, upplyftandi, balsam fyri sál og sinn og 1000 onnur ting. Hvørjum líkist tú mest - mammu ella pápa tínum? - Eg líkist meir babba. Vit elska detaljur. Hvat gerast fólk bilsin av við tær? - At eg eri konservativ á nógvum økjum og ikki eri so vill ella flipputt, sum eg kanska síggi út til at vera Hvør persónur hevur havt størst týdning fyri teg? - Míni foreldur. Tey elska meg so treytaleyst, sum menniskju kunnu gera, og tí vit kunnu tosa saman um alt. Hvør skuldi spælt teg í einum filmi um teg? - Helena Bonham Carter ella franska Audrey Tautou. – Eg dugi ikki at sita fólkalig og fitt og práta um veður og vind serliga longi í senn ” – Børn eru avgjørt fitt - eg haldi bara ikki, at eg og børn rigga so væl saman ” – Eg vil bara sleppa at liva her og nú, so intenst, sum til ber, og merkja hvørt sekund ” Navn: Steinvør Fonn Fødd: 11.05.1970 í Klaksvík Gift við Bárði Úbúgving: Fólkaskúlalærari og fyrireikandi útbúgving til musikkonservatorium Starv: Lærari á Skúlanum á Ziskatrøð og Tekniska Skúla í Klaksvík Frítíðarítriv: Tónleikur/kórsangur, at taka myndir og at skriva. Blá bók