Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 35 - 19. februar 2005 BINDIKLUBBUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tær hava verið saman í 40 ár. Men tað hevur ongantíð verið eitt øvugt orð teirra millum. Tað er ikki eitt gamlt hjúnalag, vit tosa um. Tað er ein bindi- klubbur - ein bindiklubbur á Tvøroyri, sum er ein av teimum elstu í landinum. – Í heili 40 ár hava vit trúfastar hitst eina fer um vikuna. Og tað er ógvuliga sjáldan, at vit hava avlýst, sigur Jonny Dimon, ið var ein í tók stig til hendan bindi- klubbin. Eyðvitað eru ikki allar við enn, sum vóru við til stovnanina. Somuleiðis hava aðrar verið við í styttri tíð og eru so kanska fluttar aðrastaðni at búgva. Tað vóru tær tríggjar Jonny Dimon, Marita Mortensen og Sanna Mortensen, sum fyrst í 1965 byrjaði klubban og tær eru allar við enn. Men so eru aðrar komnar ístaðin. Og tær, sum hava verið stytst av manningini sum nú er, hava tær verið við í næstan 35 ár. Av teimum, sum eru komnar og farnar burturúr aftur, tí tær eru fluttar, kunnu nevnast Jóngerð Purkhús, sum var við í fyrstuni. Aðrar vóru Marjun Tummasarsson, Karla og Nenna Bech og Margretha Tinskarð. Skal nógv til Tær halda ógvuliga fast uppá, at tær skulu hittast einaferð um vikuna og tað skal nógv til at avlýsa. Summi halda, at tað er ov nógv at hava bindiklubb einaferð um vikuna, men tað halda tær avgjørt ikki. – Skal tað bara vera aðru- hvørja viku, er so skjótt, at tað bara verður triðjuhvørja viku, ella einaferð um mánaðin og so er vandi fyri, at hann kann sovna burtur, og tað vilja tær ikki. Hjá hesum tvørakonunum kemur heitið bindiklubbur til sín fulla rætt. Samstundis gera tær nógvum fordómum um bindi- klubbar gjørdur til skammar. – Vit hava bundið ógvuliga nógv hesi árini. Tey fyrstu árini bundu vit uppá børnini, nú binda vit upp á ommubørnini. Tær vita, at nógvir bindiklubb- ar eru mestsum konverteraðir til til at gerast kortklubbar, men ikki hjá hesum konunum, tí tær hava alla tíðina hildið seg til stokkarnar. Men ein bindiklubbur kann eisini brúkast til so mangt annað enn til at binda í. – Vit prátað nógv saman og vit hava havt nógv at práta um. Her hava nógvar av okkum verið við barn ísenn og nú eru nógvar av okkum ommur saman. Og her hava vit uppdrigið bæði børn - og menn. Men tær hava ikki livað upp til fordómarnar um, at ein bindi- klubbur er ein slatriklubbur. – Vit halda ikki at vit nakran- tíð hava sitið við óndsinnaðum slatri um fólk, ella sitið og spilt fólk út, eru tær samdar um. Annars halda tær at orðið Hava hildið s Í heili 40 ár hava tær hitst eina- ferð um vikuna. Tey kalla tað bindiklubb. Men tær hava ikki bara bundið, tí ein bindi- klubbur er so nógv annað enn bara ein bindi- klubbur