leygardagur 19. februar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2005
35
slatur oftani verður misskilt. At
tosa um fólk er ikki altíð ond-
sinnaður slatur. Tað kann eisini
koma av einum positivum áhuga
fyri, hvussu tað gongst ørðum og
tað er ikki av tí illa, halda tær.
– Annars hava vit tosa um alt.
Tað einasta, vit ikki tíma at tosa
um, er neyð og elendigheit,
arbeiðsloysi og politikk.
Eitt sosialt tiltak
Ein bindiklubbur er avgjørt eisini
eitt sosialt tiltak og vit hava nógv
saman, sum ikki júst hoyrir undir
bindiklubb. Vit hava havt skatta-
jakt í viðarlundini saman við
einum øðrum bindiklubba. Vit
hava verið útferð uppi á Nakki,
har vit høvdu bæði skerpikjøt og
lagkaku við okkum og vit hava
eisini verið á øðrum útferðum og
hava skipað fyri veitslum.
Men so er bindiklubburin
heldur ikki at forsmáa sum eitt
sosialt netverk. Tað kann vera
sonn terapi hjá okkum at koma í
bindiklubba at tosa opið og frítt
um ymist viðurskifti í fullari
vissu um, at tað verður hildið
innanfyri. Tað hevur mangan
verið gott at kunna fara í
bindiklub leita sær stuðul og góð
ráð, tá ið tað hevur staðið á hjá
onkrum av okkum, sigur Jonny
Dimon.
Til eitthvørt bindiklubbakvøld
hoyrir eisini eitt vælbúgvið
kakuborð - sigst.
Men tað hevur hesin bindi-
klubburin ongantíð lagt nakað í.
-Vit fáa okkum ein
drekkamunn og okkurt afturvið.
Men tað er ógvuliga sámuligt, tí
tað kann ikki vera meiningin, at
vit skulu stúra fyri at hava
bindiklubb, siga tær.
Tær eru tó ikki júst keddar av
at Jonny hevur bæði mann og
son, sum er kondittari, tí har
hava tey fingið manga góða
kakuna.
Men hvat dámar teimum so, at
nú eru eisini bindiklubbar
vorðnir kanningarevni á hægri
lærustovni.
Her verður sipað til kanningina
hjá Anniku Skaalum um bindi-
klubbar, sum varð umrødd í
Sosialinum herfyri.
Tað halda tær bara er heilt
stuttligt, tí tær halda, at tá ið alt
kemur til alt, skal týdningurin av
einum bindiklubba sum sosialt
tiltak ikki undirmetast.
– Tað er stuttligt at síggja, at
bindiklubbarnir kring landið
líkjast rættiliga nógv og at tað er
sama mynstrið sum sæst aftur í
øllum bindiklubbum.
– Vit kenna okkara bindi-
klubba aftur í tí, sum frættist úr
øllum øðrum bindiklubbum,
sigur Jonny Dimon.
saman í 40 ár
Hesar hittast trúliga einaferð um
vikuna til at binda og at práta og
tað hava tær gjørt í meiri enn eitt
mannaminni. Frá vinstru sita Jonny
Dimon, Ása Mortensen, Sanna
Mortensen, Marita Mortensen, Lisa
við Reiðlið, Astrid Tummasarson og
Beinta Dam.