Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 35 - 19. februar 2005 TINGHELLUDEBATTIN Sjúrður Skaale Vit velja tveir limir á fólkating, tí tað stendur í grundlógini. Men hví stendur tað í grundlógini? Tað er til tess at tryggja fólka- ræðið. Føroyar hava ikki egnan verju- og uttanríkispolitikk. Danska fólkatingið og danska stjórnin hava ræðið. Á sjálv- stýrissíðuni verður hildið, at hetta er ódemokratiskt. Men her koma fólkatingssess- irnir inn. Við teimum eru føroy- ingar við til at manna danska fólkatingið, og harvið eisini at velja donsku stjórnina. Fólka- tingssessirnir javnseta føroyingar og "aðrar" danir. Og tí ber til at grundgeva fyri, at fólkaræðið er intakt. Ein hvalbingur hevur líka stóra ávirkan á sín uttanríkis- politikk sum ein amagerbúgvi. Ja, Kaj Leo Johannesen vísti í valstríðnum á, at vit enntá eru yvirumboðað í danska fólkating- inum. Eitt føroyskt fólkatings- umboð kostar í meðal færri atkvøður enn eitt danskt. Tí er eingin demokratiskur trupulleiki fyri Kaj Leo og hansara fólk. Góðtaka vit, at vit eru danskir ríkisborgarar, so stendur altso væl til. Tí so hava vit tað vald, ið tilkemur okkum. Og væl tað. Vit eru við til at manna okkara parlament - fólkatingið. Og okkara parlament velur okkara stjórn - donsku stjórnina. Trupulleikar sjálvstýrismegin Men á sjálvstýrissíðuni er tað ikki so einfalt. Har er hugsanin, at vit eru eitt land og ein tjóð fyri seg, og at vit tí "eiga" at hava fult ræði á øllum føroyskum viðurskiftum. Síðani kunnu vit samstarva við danir á tí grund- vøllinum. At hvør einstakur føroyingur verður javnsettur við hvønn einstakan dana, er í veruleik- anum eitt afturstig fyri sjálv- stýrisvongin. Tað er júst hendan samanrenningin av Føroyum og Danmark, sum hesin vongur stríðist ímóti. Hetta var orsøkin til, at Tjóð- veldisflokkurin og Fólkaflokk- urin áður høvdu ta støðu, at teir stillaðu ikki upp til fólkatingsval: Teir vildu ikki blástempla eina skipan, ið hevur sum fortreyt, at føroyingar eru danir, og sum tí eisini er tann avgerandi próv- grundin fyri, at føroyskur uttan- ríkis- og verjupolitikkur eigur at verða rikin í Danmark og ikki í Føroyum. Men nú er hetta broytt. Bæði Fólka- og Tjóðveldisflokkurin eru við síni luttøku á fólkatings- valunum við til at góðkenna júst hesa skipan. Og næstsíðsta týs- dag vóru tað júst hesir flokkar, sum vunnu teir báðar sessirnar. Tað kann lesast sum ein sigur fyri sjálvstýrisvongin. Men at tveir føroyskir sjálvstýrismenn nú taka sæti á fólkatingi kann eisini síggjast sum tekin um, at sambandið hevur vunnið ein stóran sigur. Tí einhvør skipan styrkist við at verða brúkt, og harvið góðkend. Og við síni luttøku góðkenna og styrkja bæði Anfinn og Høgni ta skipan sum javnsetir føroyingar og danir í danska ríkinum. Bonde og Hoydal Samanberingin við danska Jens Peter Bonde er uppløgd. Fyrst var hann ímóti donskum ES- limaskapi, tí hann helt tað vera ódemokratiskt. Og hann varð valdur í ES-parlamentið at stríð- ast ímóti hesum. Nú hevur hann sitið har í mannaminni, og við hesum hevur hann styrkt støðuna hjá teimum, sum eru fyri ES- limaskapi. "Hvussu kann Jens Peter Bonde siga at ES er ódemo- kratiskt?" Spyrja tey. "Har er jú pláss fyri øllum - hann situr sjálvur har. Og hann heldur tað vera øgiliga týdningarmikið, at hann verður valdur. Hví heldur hann tað? Man tað ikki vera tí hann fær ávirkan? Og er tað ikki besta prógvið um, at demokratiið í ES riggar?" Hetta er trupult hjá Jens Peter at afturvísa. Hann situr enn í ES- parlamentinum - men nú er hann ikki longur ímóti ES-limaskap- inum. Høgni Hoydal er nú valdur á fólkating á øðrum sinni. Báðu ferð hevur hann sagt tað vera øgiliga týdningarmikið, at fólk velja Tjóðveldisflokkin á fólka- ting. Og báðu ferð hevur hann við hesum blástemplað og harvið styrkt ta skipan, sum hann vil broyta... Innsatsurin Bert um avrikini hjá Anfinni og Høgna í danska tinginum verða nógv og góð, kann tað eftir sjálv- stýrisfatan rættvísgera lima- skapin. Tá ber til at siga, at av- rikini viga meira enn blástempl- ingin av skipanini, og at teir tí arbeiða ímóti skipanini "innaní- frá". Men verða avrikini stór? An- finn Kallsberg er løgtingsmaður. Hann er floksformaður. Og hann er formaður í fíggjarnevndini. Høgni Hoydal er løgtingsmaður. Hann er floksformaður. Og hann er andstøðuleiðari. Hvussu nógva tíð hava Anfinn og Høgni eftir til fólkatings- arbeiðið, tá teirra uppgávur í Føroyum eru loystar? Øll kenna svarið - og eingin kennir tað so væl, sum teir báðir fólkatings- menninir sjálvir: Teirra avrik á Christiansborg verða helst smá. Tað, teir gera við síni umboðan, er at góðkenna og styrkja ta skipan, sum teir siga seg stríðast ímóti - og lítið meira enn tað. Pengarnir At føroysku umboðini á fólka- tingi gera lítið, er sum tað plagar. Tað vanliga hevur verið, at tey hava fult arbeiði - viðhvørt tvey arbeiði - í Føroyum, samstundis sum tey umboða Føroyar á Christiansborg. Og innsatsurin hevur verið hareftir. Men hvussu ber tað til, at krøvini til føroysk fólkatings- umboð eru so smá? Hví góðtaka bæði veljarar og fjølmiðlar at fólk fáa nógvar almennar pengar fyri at gera so lítið? Orsøkin er kanska tann mest grundleggjandi vansin við verandi skipan: Vanligt er at vit sýna einum politikara álit og geva honum uppgávur við at velja hann. Vit vænta, at hann ger okkurt afturfyri krossin, vit seta við hann. Men tað er ikki alt. Vit rinda eisini løn hansara. Og vit krevja, at hann arbeiðir fyri ta lønina, vit rinda honum. Hetta var t.d. orsøkin til, at krøvini til politikarar hækkaðu, tá løgtingsmannalønir hækkaðu. At veljarin rindar politikaran- um løn, leggur trýst á politikar- an. Men henda mekanisma ger seg ikki galdandi, tá um fólka- tingsumboðanina ræður. Føroy- ingar velja umboðini - men danir rinda løn og nýtslu teirra. Og tí eru tey valdu umboðini ikki undir trýsti at hava avrik at vísa á. Í Føroyum hava nógv - og tað av røttum - tikið fram, at Tjóð- veldisflokkurin á fólkatingi fær nógvar pengar. Tað fær hann. Umframt lønina til tað valda umboðið, fær flokkurin 90.000 krónur at arbeiða fyri - um mán- aðin. Umframt skrivstovur, teldur, telefon o.a. Hevði ein politikari í Føroyum fingið so nógvar pengar, hevði tað lagt stórt trýst á hann. Tað hevði verið fylgt væl við, tí veljarin hevði kent sviðan í egnum lumma. Men í hesum føri kennir velj- arin ongan sviða, tí danir rinda fyri gildið. Føroyski veljarin kann vera líkasælur. Tí er trýstið á føroyskar fólkatingspolitikarar nógv minni, enn tað átti at verið. Og tí nýtist teimum ikki at avrika so nógv. Fullveldisgreip Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vunnu kapprenningina um teir donsku pengarnar á fólkatingi. Harvið hava teir fyrst og fremst styrkt ríkisfelagsskapin