Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 19. februar 2005 37 Ongin føst uppgáva Tey, sum sjálv hava sitið við dupultari umboðan, hava sjálv- sagt øll vart hesa skipan. Onkur hevur sagt, at ein fólkatings- maður má kunna tosa við føroyskar politikarar. Tí má hann sita í løgtinginum samstundis... Onkur hevur sagt, at tað er krevjandi at hava tvey fulltíðar- størv, men at tað bara ræður um at leggja sær arbeiðið til rættis... Og onkur hevur sagt tað bera væl til, tí tað er so lítið at gera á fólkatingi. Henda síðsta grundgevgingin er tann einasta, sum er røtt. Tað ber nevniliga væl til at sita á fólkatingi uttan at gera nakað sum helst. Eingin krevur nakað av føroyskum fólkatingsmanni, og hann hevur sum útgangsstøði onga uppgávu yvirhøvur. Hann hevur bara tær uppgávur, sum hann sjálvur átekur sær. Tað er eingin ivi um, at tað er hetta - saman við teimum nógvu pengunum - sum ger tað so lokk- andi at verða valdur á fólkating: Tey, sum vinna, fáa eitt hjástarv, sum krevur lítla arbeiðsorku, men gevur nógvar pengar! Ikki tí - tey flestu, sum stilla upp, ætla sær uttan iva at avrika eina rúgvu. Men tá uppgávurnar í Føroyum eisini eru nógvar, og tá tú ikki fært kritikk fyri at gera lítið í Keypmannahavn, so sigur tað seg sjálvt, hvat úrslitið verður... Ein tóm parantes Høgni heldur fram í Norður- atlantsbólkinum. Tað ger hann beint. Tí so hevur hann sakkøn fólk at styðja seg, og kann soleiðis fáa tingini at glíða, hóast hann hevur fult starv í Føroyum. Anfinn ætlar sær at vera leys- gangari, skilst. Og tað ger hann skeivt. Leysgangari dettur full- komiliga niðurímillum í skip- anini á Christiansborg. Hann fær lítið av pengum at arbeiða fyri, so tá lønin til skrivaran er rindað, er lítið eftir til annað virksemi. Hann hevur einki netverk, og eingin fer at leggja merki til hansara. Jóannes Eidesgaard, sum sjálvur hevur verið leys- gangari, ásannaði hetta í val- stríðnum: Ein leysgangari stendur ógvuliga einsamallur! Tað besta, Anfinn kann gera, er at fara uppí Norðuratlants- bólkin, og seta sín dám á bólkin. Tá verður hann sjónligur og er millum fólk, sum burturav arbeiða við føroyskum og grøn- lendskum málum. Tað næstbesta er at fara upp í konservativa flokkin. Tá fær hann kanska møguleika fyri at ávirka stjórn- ina "innanífrá", ber hann seg rætt at. Men tað allar ringasta hann kann gera, er at verða leys- gangari. Ger hann tað, endar hansara fólkatingsskeið helst sum ein innantóm parantes. pan á danatingi Eftir uppskriftini hjá Arup Niels Arup, sum í síni tí skrivaði "handritið" til heimastýrið, helt føroysku umboðini í danska tinginum vera heilt avgerandi í royndunum at knýta Føroyar saman við Danmark. Hann vísti á, at orðini í heimastýrislógini "vel imødekommer selvstyreønsker, men at loven i realiteten binder Færøerne stærkere til Riget". Og eitt tað týdningarmesta til tess at tryggja hetta helt hann vera, at "de færøske rigsdagsmænd varatager Færøernes interesser i fælleslovgivningen". Tað er eingin ivi um at Atrup smílist í síni grøv, nú fullveldishøvdingar føroyinga taka sæti á fólkatingi millum aðrar danskar parlamentarikarar... ss Tann gamla fullveldisgreipan tekur nú sæti á fólkatingið millum aðrar danskar parlamentarikarar. Hetta styrkir ríkisfelagsskapin. Tey ítøkiligu úrslitini annars verða helst avmarkað, men tað leggur føroyski veljarin líka í. Tað er jú ikki hann, sum rindar fyri gildið...