leygardagur 19. februar 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 35 - 19. februar 2005
TINGHELLUANALYSAN
Bogi Eliasen
bogi_eliasen@hotmail.com
Hvat lærdu vit?
Hevði hetta fólkatingsvalið
nakað nýtt við sær, sum vit ikki
vistu av framanundan? Er nakað
nýbrot at hóma? Kári á Rógvu
vísti í seinastu Tinghellu á, vit
vanliga velja mótsatt av løgtings-
valinum, og tað er okkara lyndi.
Tað er eisini rætt at so er. Eitt nú
í USA kemur ofta fyri, at forset-
in er úr einum flokki, meðan
meirilutin í kongressini er úr
øðrum. Jóannes Hansen vísir á,
at talið av uppstillaðum valevn-
um er serstakliga stórt, tá talan
bert er um tveir sessir. Her sær
tað út sum flokkarnir hugsa, at
sterkasta flokksuppstilling gevur
flestar atkvøður,og soleiðis
einum í flokkinum sessin á
Christiansborg.
Øðrvísi uppstilling?
Hinvegin hava fleiri víst á, at
úrslitið talar fyri at veljarin ikki
bert velur ein og hvønn í flokk-
inum, tí landsstýrismenn, sum
ongin roknar við tekur sæti á
Fólkatingi, vunnu sær ikki nógvu
atkvøðurnar. Tí kann tað verða
nakað um tað, at flokkarnir
kanska áttu at umhugsa als ikki
at stilla valevnir upp, sum helst
ikki fara at taka av sessinum
kortini. Løgmaður Jóannes
Eidesgaard valdi eina millum-
loysn við at vera á listanum, men
greitt og erligt boða frá, at hann
ikki fór at taka av sessinum, um
so var at Javnarflokurin fekk tað
eina sæti, og hann flestu atkvøð-
urnar. Fyri at avgera hvønn bógv
leggjast skal á, er neyðugt at
avgerða um vit vilja velja ein-
stakar persónar, sum senatorar
ella vit velja flokkar. Vist hugsar
veljarin eisini um persónin, tá
hann setur krossin, tó at ein
partur ikki ger tað, og bert velur
flokkin. Tað er eisini so, at valdi
persónurin sjálvur hevur stóra
ávirkan á, hvussu fólkatings-
sessurin verður brúktur. Við at
hava floksskipan til valið, er
raðfest hvør kann taka sæti, um
fyrst valdi ikki kann. Við at hava
flokskipanina virknað til fólka-
tingsvalið, hevur valda umboðið
somuleiðis ábyrgd mótvegis
flokki sínum, og harvið meiri
rótfesti í føroysku skipanini. Ein
loysn er sjálvsagt, at flokkarnir
avmarka uppstillingina. Í Grøn-
landi vóru t.d. bert 16 valevnir,
men lokalfeløgini detta burtur-
ímillum í okkara skipan, um tey
einki umboð hava. Spurningurin
er so, um tað ger nakað til
fólkatingsvalið.
Broytingartíð
Vallutøkan var rímiliga stór hesa
ferðina, og valið nakað merkt av,
at Danmark úteftir er í einari
stórari broytingartíð, serliga hvat
ES viðvíkur. Eg vísti sjálvur á í
Tinghellugrein undan valinum, at
valið í Føroyum minti mest um
eitt val til eitt federalt kamar, har
málini sum tikin fram vóru,
snúðu seg um okkara viðurskifti
úteftir, ES; uttanríkisheimildir og
um møguleikarnar úteftir sum
heild. Fólkatingsval í Føroyum
snýr seg als ikki um vanlig inn-
lendis mál. Sum Pauli Ellefsen
vísti á í útvarpsins valsending, so
bleiv so lítið at gera hjá føroysku
fólkatingsumboðunum, tá so
nógv málsøkir vórðu yvirtikin.
Valið í Danmark - inneftir
Valið í Danmark var bert um
Danmark inneftir. Føroyar og
Grønland vórðu ikki nevnd. Men
heldur ikki var ES ella Danmark
úteftir við í valstríðnum, hetta
hóast Danmark er partur av
hersetingarvaldinum í Irak og
júst hevur tikið sæti í tí mæta og
valdsmikla ST trygdarráðnum
sum, um nakað, gevur Danmark
møguleika at styrkja sær um
altjóða profilin. Men so skjótt
valið var av, kom altjóða leik-
lutur Danmarkar á skránna í
samráðingunum millum flokk-
arnar um kósina tey fýra
komandi árini.
Sum eg royndi at vísa á í val-
stríðnum, tyktiskt valið í Dan-
mark og Føroyum als ikki at vera
sama val. Evnini, sum umrødd
vóru, vóru ikki tey somu,
endamálið við sessinum ikki tað
sama, politikarar í Føroyum
blivu ikki nevndir í Danmark ella
øvugt.
Danmark er Danmark
Donsku fjølmiðlarnir vístu á, at
10 flokkar stillaðu upp til fólka-
tingsvalið og allar kanningar eru
hættaðar soleiðis at 175 sessir
eru í Fólkatinginum. Sjálvt á
heimasíðuni hjá Indenrigs-
minsteriet danska, er talan bert
um 175 sessir og 10 flokkar og
103 valdømir, um hugt verður at
høvuðssíðunum um valúrsliti.
Talan er sostatt í Danmark um
eina breiða fólksliga og fyri-
sitingarliga fatan av, at Danmark,
eisini tá talan er um grundlógar-
liga Fólkatingið, bert er Dan-
mark. Føroyar og Grønland er als
ikki við í hesum spæli og ikki
taldar við í kanningum og upp-
gerðum. Føroyar og Grønland
koma bert við í hetta spælið, um
teirra atkvøður kunnu gera mun,
og tað gera tær ikki hesa ferð. Eg
kom sjálvur í tí margháttligu
støðu, at donsk fjølmiðlafólk
ringdu og spurdu um valið í
Føroyum. Tey skuldu hava eina
grein klára, um tey norður-
atlantisku umboðini gjørdust
áhugaverd. Men tí tey ongantíð
gjørdust annað enn ein týdning-
arleysur viðfáningur, fóru grein-
arnar í ruskspannina, áðrenn
bløðini fóru til prentingar. Mín
meting er, at hesi viðurskiftir
stuðla undir mína niðurstøðu, at
talan illa kann verða um sama
val. Føroyar velur til eitt federalt
kamar, meðan Danmark velur til
sítt tjóðarting. Formliga er hetta
sjálvsagt ikki so, men tað sum av
báðum pørtum verður lagt í skip-
anina, tykist at undirbyggja
hetta. Annað dømi er sonevnda
formannsrundan, har formenn-
irnir í donsku flokkunum taka lut
beinleiðis. Men har eru eingi
umboð fyri føroyskar ella grøn-
lenskar flokkar, sjálvt um hesir
flokkar hava verið, og í prinsipp-
inum kunnu verða, avgerðandi
fyri hvør stjórn kann skipast. Í
Føroyum er eisini ein formanns-
runda, har umboð fyri føroysku
flokkarnir eru til staðar. Har
verður tosað um hvussu fólka-
tingsumboðanin kann brúkast.
Hesi dømi eg her havi tikið
fram, eru alramanna vitan, og
einki slóðbrótandi í sjálvum sær,
men samanlagt vísir hetta fólks-
ligu fatanina av Fólkatinginum,
at talan ikki er um eitt eindarting
fyri allan ríkisfelagsskapin.
Innlendis- og
uttanríkismál
Sum sagt er tað púra greitt, at
valstríðið í Føroyum snúði seg
um mál úteftir. Ein kundi eisini
hugsað sær at kjakið átti at havt
við, hvussu ikki yvirtikin máls-
økir skulu handfarast. Har var
lítið konkret frammi. Stríðið í
Danmark fór hvørki út um í
altjóða viðurskifum, og heldur
ikki út í Ríkið viðvíkjandi
Føroyum og Grønlandi. Tað
merkir, at hóast Fólkatingið er
eindartingið í Ríkisfelagsskap-
inum, har Føroyar, Danmark og
Grønland eru umboðaði, so sær
hetta út sum ymisk val og við
ymiskum flokkum.
At tað í Danmark verður løgd
áherðsla á innlendismál og uttan-
ríkismál í Føroyum, hevur ein
annan trupulleika við sær.
Altjóða samfelagið hevur verið
undir støðugum broytingum
seinastu árini og í dag er um-
fatandi samstarv millum lond um
nærum øll málsøki, sum her
verða styrkt við t.d. vitan, ný-
hugsan, gransking og samstarvi.
Hetta hevur við sær, at tað ikki
longur lættliga ber til at skilja
millum uttanríkis- og innlendis
politikk. Flestu málsøkir hava í
dag ein uttanríkispart, sum er
sera umráðandi, serliga hjá teim
smærru londunum, fyri at kunna
verða við í altjóðagerðini. Tað
tykist eisini sum um tað er ein
rímilig semja í Føroyum, at vit
skulu hava størri uttanríkisheim-
ildir á yvirtiknum málsøkjum,
men hetta er heldur ikki bara
sum at siga tað. Politikkur er í
stóran mun ein spurningur um
neyðsemjur (kompromis) og
rossahandlar, har tað verður tikið
og latið. Tað vil siga, at Danmark
ger neyðsemjur, fyri at røkja síni
áhugamál á ymsum økjum. T.d.
kann Danmark slaka í málum um
umhvørvi, fyri fáa ynskta semju
um fríhandil. Ella fara í kríggj,
fyri at fáa part av avtalum um at
endurbyggja Irak, og soleiðis
verða undirveitari til tað almenna
USA, og kanska serliga ameri-
kanska herin. Vilja vit røkka
nakað altjóða undir verandi
leisti, er tað sum partur í hesi
skipan við neyðsemjum. Sum
dømi kann nevnast at handils-
avtalan við millum Danmark og
Brasil sum læt dyrnar upp fyri
føroyskum klippfiski í Brasil
skuldu danir keypa kaffi úr
Brasil fyri at teir lótu upp fyri
klippfiskainnflutninginum, sum
so kom at verða úr Føroyum.
Samansettur eindarstatur
Danska skipanin er enn av tí
fatan, at Danski Ríkisfelags-
skapurin er ein samansettur
eindarstatur av Danmark,
Grønlandi og Føroyum. Men
sum dømini í greinini vísa, so er
hetta langt burtur frá fólksligu
fatanini. Partarnir í ríkisfelags-
skapinum virka sum tríggir, og
ikki sum ein partur. Formliga eru
viðurskiftini afturútsigld, tí
Føroyar eru eitt valdømi, sum
eigur tvey umboð í Folkating-
inum, og at hesi bert telja við,
Kós Fól