leygardagur 19. februar 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2005
39
lkating!
um tað stendur á jøvnum millum
flokkarnar í valdømunum í
Danmark.
Tí er tað heldur ikki bara sum
at siga tað, tá sagt verður at før-
oyskir fólkatingspolitikkarar bert
skulu taka sær av føroyskum
viðurskiftum. Nógvar av avgerð-
unum um donsk innlendis-
viðurskifti hava beinleiðis ella
óbeinleiðis ávirkan á føroysk
viðurskifti, tí avgerðirnar eisini
tengja altjóða partin at sær.
Per Stig Møller kann við
sínum treiskni tvíhalda um, at
drotningin ikki kann býtast í trý,
tí er Danmark ein eindarstatur.
Hetta er ein hugsan, sum hvørki
er í tráð við føroyska ella danska
fólksliga veruleikan og fatanina
av viðurskiftunum. Viðurkendi
danski søgufrøðingurin Uffe
Østergaard brikslar longu í 1996
donsku miðsavnandi løgligu
statsfatanina, sum heldur fast um
at Heimastýriskipanirnar eru eitt
kuriosum, og tí ikki hava ávirkan
á Danmark sum eindarstat.
Fyri Føroyingar snýr fólka-
tingsvalið seg um hvat gerast
kann úteftir, og tað merkir ikki
bert í mun til Danmark, men
eisini longri. Tað nýggja er, at
fullveldisvongurin fekk báðar
sessirnar, um vit velja at tulka
soleiðis. Velja vit hinvegin at
siga, at tað var andstøðan og so
álitisváttan til Annfinn, fyri
mista løgmanssessin, men eisini
sum samgonguumboð, so er ikki
so nógv nýtt í tí kortini.
Broytingar í Danmark
Valið í Danmark hevði tó broyt-
ingar við sær. Hvørki Cemtrum-
demokratarnir ella Kristiligu
Demokratarnir komu inn, og tá
Radikale Venstre hevur sagt, at
flokkurin ikki fer í stjórn við
Venstre-Konservative, so er
miðjan vekk. Báðir stuðulsflokk-
arnir Konservativu og Radikalu
høvdu framgongd, sum vísur at
veljarin ikki heilt er fallin fyri
sonevnda forsetavalsfrymlin-
um.Harafturat varveitti Dansk
Folkeparti ikki bara sína støðu,
men styrkti hana.Hinir flokkarnir
hava ikki tora at tikið fram trupul
mál sum útlendingapolitik upp í
tøkum tíma og tí hevur hesin,
eftir mínum tykki ódámligi
flokkur, fingið pláss og stuðul
frá teimum, sum kenna seg
ótryggan av broytingum. Sigast
skal eisini, at flokkurin helst
eisini fær nakað fyri at verða
ímóti ES. Alt valstríðið var
merkt av, at flokkarnir høvdu
innanhýsis semjur um hvat valið
ikki skuldi snúgva seg um. Valið
kom fyri almenningin at verða
ein dystur um at lova sum mest
fyri at keypa veljaran, og fá eru
tey sum trúgva at øll lyftini
verða hildin. Men valið kostar
eisini formonnum í tapandi
flokkunum sessin og koppaði
hetta valið nógvum formonnum,
sum vóru noyddir at ásanna at
valið var alt annað enn nøktandi.
Kanningar
Fjølmiðlarnir valdu eisini at
leggja sera stóra áherðslu á
veljarakanningar og hvat veljarar
hjá ymsu flokkunum ynsktu,
heldur enn at royna at fáa eitt
veruligt politiskt kjak. Kanska
bleiv hetta so, tí flokkarnir vóru
so fastlæstir. Men hesin háttur at
viðgera politikk, er eftir míni
sannføring farin út um alt mark.
T.d. verður spurt um ymisk
nágreinilig mál millum floks-
limir, tinglimir, ráðharrar og
floksveljarar. Haðani verður so
niðurstøða gjørd. Hetta hevur
fleiri trupulleikar við sær. T.d.
eru hesar kanningar sera óálít-
andi og ofta er spurnararbeiði
gjørt av lesandi, sum fáa pening
fyri hvønn spurdan einstakling.
Hetta ger tað freistandi at snýta
fyri at fáa meira í løn. Tvs. at
spurnarbløð verða avgreidd,
uttan at tað veruliga verður tosað
við nakran.
At slíkar kanningar og ávirk-
anin av teimum ikki verður
meira kritiserað, er partvís tí
hetta gevur nógv arbeiði til fólk
við samfelagsvísindaligum
útbúgvingum, og at hetta gevur
fjølmiðlunum eitt kanningar-
amboð, og soleiðis enn meira
arbeiði til tey, sum áttu at verið
kritisk. Men hetta er heldur ikki
bert galdandi fyri fjømiðlarnar, tí
flokkarnir í Danmark, eins og í
nógvum øðrum londum, gera
somuleiðis slíkar kanningar, fyri
at vita hvør boðskapurin selur,
hvønn flokkurin skal ávirka og
hvar, fyri at fáa fleiri atkvøður.
Eydnutíð hava vit ikki hendan
trupulleikan í Føroyum. Landið
er ov lítið til at tað ber til at hava
stovnar, sum liva av slíkum
kanningum. Sigast skal tó, at
styrkin í sovorðnum kanningum
er, at nærri samband kann fáast
millum fólkslig ynskir og
politikkaran. Kanningarnar hava
tó ofta sett spurningarnar á ein
hátt, sum kann verða misvísandi
og tí ikki vísir veruligu fólksligu
meiningina. Tí er tað eitt av stóru
krøvunum til nýmótans politikk-
aran, at hann dugir at síggja hvat
er í hesum kanningum, líkamikið
um talan er um veljara- ella
meiningakanningar. Annars enda
vit við at fáa designproffessio-
nellar politikarar uttan sál. Hetta
kann gera at vit fáa miðalpolitik-
ara sum er útbúgvingarliga betri
fyri, enn teir eru í dag, og eisini
er teknokratiskur. Vandin er at
vit missa statsmennirnar, tí tað
eru statsmennirnir sum lyfta eitt
samfelag framum annað, og sum
syrgja fyri nýbrotum, sum betra
heimin. Tí er tað ein álvarsligur
demokratiskur trupulleiki at
brúka slíkar kanningar uttan
fyrilit. Staðfestast má kortini at
tær eru ein partur av nymótans
politikki, og tí eru tað serliga
flokkarnir og fjølmiðlarnir, sum
skulu taka hesar við fyrivarni, og
læra at brúka tær fyri at koma
nærri fólkinum á ein skynsaman
hátt.
Um mett verður eftir veljara-
kanningum, var hesa ferð ikki
stórur áhugi fyri fólkatings-
valinum í Føroyum. Men hóast
tað, so bleiv ov nógv lagt í hana
Gallup Føroyar hevði gjørt fyri
Útvarpið. Veljarakanningar eru
ikki annað enn kanningar, og
skulu heldur ikki verða meira. Tá
talan er um slíkar kanningar,
sum byggja á svar frá einum
ávísum brotparti av fólkinum, er
hetta altíð við fyrivarni. Her er
nógv at taka hædd fyri; t.d.
hvussu verða tey spurdu vald,
hvussu verður spurt, hvat verður
spurt um, hvussu nógv verða
spurd, og eru tey landafrøðisliga
umboðandi.
Hvat lærdu vit?
Samanumtikið kunnu vit við at
hyggja eftir fólkatingsvalinum í
Føroyum og Danmark siga, at
sæð uttanifrá sær tað ikki út sum
sama val, ella eitt val til sama
parlament, tí talan tykist um
ymisk endamál og fatanir Valið
hevur í Føroyum sett spurnar-
tekin við, um hvat vit skulu
brúka fólkatingsumboðanina til,
og hvørjir persónar skulu stillast
upp, men settu eisini avbjóð-
ingarnar frá útheiminum á
skránna Í Danmark hevur valið
broytt politisku myndina
munandi, tí miðjan at kalla er
burtur og høgravendi óstortligi
flokkurin Dansk Folkeparti
staðfesti ikki bara sína støðu,
men styrkti hana. Hetta er m.a. tí
at hinir flokkarnir ikki rúma
avgerðirnar, sum krevjast við-
víkjandi fremmandum, so í
staðin fyri eina virðiliga loysn,
gerst samfelagið meira
populistiskt høgravent. Ein
partur kann tó eisini vera, at
flokkurin ikki er ES vinarligur.
Valið í Danmark bleiv harafturat
stýrt av spunasmiðum og
meininga- og spurnarkanningum,
og gjørdist á henda hátt keðiligt,
ja næstan eitt bakkast fyri
fólkaræðið. Einasti møguleikin
fyri at føroysku umboðini fáa
avgerðandi ávirkan á Fólkatingi
tykist at verða um vald umboð í
samgonguflokkunum í størri
mun skikka sær illa. Í undan-
farna valskeiði, blivu trý umboð
blivu tveitt ella kroyst úr
flokkinum Vinstra, tí tey ikki
skikkaðu sær nóg væl. Hin
møguleikin er at Dansk Folke-
parti elvir til t.d. eina rasistiska
gølu, sum ger at tað ikki ber til
hjá Vinstra og Konservativu at
samstarva við flokkin, men
mugu fáa sær meiriluta við at
samstarva við Radikalu og
norðuratlantisku umboðunum.
Hesir møguleikar tykjast tó
veruleikafjarir.