Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-19, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Formenn í politisku flokkunum eru samdir um, at tað eigur at bera til at minka talið á valevnunum munandi til komandi fólka- tingsval FÓLKATINGSVAL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Føroyski veljarin hevði ikki færri enn 111 valevni at velja ímillum á fólkatingsvalinum 8. februar. Hesi 111 valevnin dystast um tveir fólkatingssessir. Var tað sama lutfalli galdandi til løg- tingsvalið, so vildu 1.776 valevni verið til teir í mesta lagi 32 sessirnar. Á hvørjum valevnalista fingu í miðal seks valevni fleiri enn hundrað atkvøður, og átta valevni fingu í alt fleiri enn túsund atkvøður. Nógv tey flestu valevnini fingu niðanfyri seksti atkvøður í sín part. Hendan myndin er ikki nøkur nýggj mynd av einum føroyskum fólkatingsvalið seinnu árini. Men tað forðar ikki flokkunum í at stilla eins nógv ella fleiri valevni upp aftur hesuferð. Tað er sterka trúgvin upp á persónligar atkvøður, sum fyrst og fremst ger, at flokkarnir stilla so nógv fólk upp til fólkatingsvalini. Nógv tey flestu valevnini hava púrt ongan veruligan møguliga at sleppa innum á Christiansborg, men tá siðvenjan talar fyri tí og hinir flokkarnir gera tað, so verður val eftir val hjá stóru flokkunum stilla við nóg mikið til ein innanhýsis fótbóltsdyst. Ber til at minka Nú fólkatingsvalið er farin aftur- um, og eftirmetingar verða gjørdar, so er tankin um færri valevni til fólkatingsval ikki fremmandur fyri teimum stóru flokkunum. – Eg eri púra samdur við sjónarmiðinum um, at tað hevði verið betri við færri valevnum til fólkatingsvalið, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður fyri Javn- aðarflokkin. Somu áskoðan hevur eisini formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal. – Tað hevði borið væl til at minka talið av valevnum, sigur hann. Eisini formaðurin í Sam- bandsflokkinum heldur tað vera hóskandi við færri valevnum. – Eg veit ikki, hví talið av valevnum er vorðið so stórt, men tað hevði verið hóskandi við færri valevnum, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður fyri Sam- bandsflokkin. Teir tríggir floksformenninir eru allir samdir um, at tað ikki er týdningarmikið, hvørt talið av valevnum verður fimm, sjey ella okkurt annað fyri hvønn valevnalista - men at talið verður minni. – Við at hava so nógv valevni halda vit bæði veljaran og val- evnini fyri gjøldur. Í Grønlandi stillaðu bert sekst- an valevni upp til fólkatingsvalið hesuferð. Eingi landsstýrisfólk vóru millum tey uppstillaðu. Men tað tykist ikki at vera konsensus um, hvørt hetta eisini skal vera galdandi í Føroyum. – Tað hevði verið best, um øll valevnini, ið stillaðu upp til fólkatingsvalið, høvdu umstøður at røkja fólkatingsstarvið. Tað merkir so, at hvørki landsstýris- menn ella løgmaður stillaðu upp, sigur Jóannes Eidesgaard. Men hini floksformenninir hava ikki eina eins greiða áskoð- an sum Jóannes Eidesgaard. – Eg haldi ikki, at vit skulu útiloka, at landsstýrisfólk stilla upp. Starvið sum landsstýrisfólk er ikki nakað tryggjað starv, har tú kanst rokna við at sita í fleiri setur, sigur Høgni Hoydal. – Tað er torført at siga, hvørt landsstýrisfólk eiga at stilla upp ella ikki. Tað hevur søguliga verið so, og tað er spurningur, flokkarnir eiga at taka upp, sigur Kaj Leo Johannesen. Einki mark er fyri, hvussu nógv valevni kunnu stillast upp til fólkatingsvalið. Tað verða tískil flokkarnir sjálvir, sum fara at gera av, hvussu nógv valevni verða stillaði upp. Floksfor- menninir eru heldur ikki hesa- ferð á einum máli um, hvørt tað ber til at minka listarnar uttan at allir flokkar eru samdir um tað. – Tað ber avgjørt til at stilla færri valevni upp, hóast allir flokkarnir ikki gera tað. Politikk- urin hjá flokkinum eigur at kunna savna atkvøður meira enn einstøk valevni, sigur Jóannes Eidesgaard. – Eg trúgvi tað verður trupult at fáa færri valevni á listarnar uttan so, at allir flokkarnir eru samdir um tað, sigur Kaj Leo Johannesen. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Anfinni Kallsberg, formanni Fólkafloksins og nývaldum fólkatingslimi. Óheppin veljarakanning Áhugin fyri fólkatingsvalinum er lítil í mun til løgtingsval. Hetta er óivað ein av orsøkunum til, at bert ein veljarakanning var gjørd í Føroyum. Í Danmark vóru nýggjar kanningar gjørdar at kalla hvønn dag, men í Grøn- landi var als eingin veljara- kanning gjørd undan valinum. Floksformenninir halda ikki, at hendan veljarakanningin var ser- liga heppin. – Mær dámar als ikki veljara- kanningar undan valinum. Kanningarnar ávirka persónar og kunnu broyta úrslitið. Tað hevði verið betri at gjørt sum í Franka- ríki og ikki loyvt veljarakann- ingum undan valinum, sigur Høgni Hoydal. Jóannes Eidesgaard heldur, at veljarakanningin hevði stóra ávirkan. – At hava eina – og bara eina – veljarakanning er óheppið. Hon hevði tað ávirkan fyri okkum, at fólk fóru ikki á val. Tað er øgi- liga vandamikið, at atkvøðurnar verða ávirkaðar til at sita heima, sigur Jóannes Eidesgaard. Kaj Leo Johannesen heldur, at tað ber illa til at sleppa undan veljarakanningum. – Veljarakanningar ørkymla ofta meira enn neyðugt. Kann- ingarnar vísa ikki veruleikan. Tú verður biðin um at gera við- merkingar til, hví flokkurin er gongur aftur ella fram í mun til eina kanning. Tískil haldi eg ikki, at tað kom væl við einari veljarakanning hesaferð, sigur Kaj Leo Johannesen. Dupultu manningarnar verða til A-lið