Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 157 - 18. august 2000 Nr. 157 - 18. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart JAN MÜLLER -Vit byrja í dag eitt nýtt skeið í føroyskari vinnu- søgu. Eftir drúgvt stríð um rættindini til ráevni í undirgrundini, drúgvar markna-samráðingar og drúgvar fyrireikingar av ymiskum slag, kunnu vit í dag lata 12 oljufeløgum tilsamans 7 loyvi til leit- ing eftir og vónandi eis- ini framleiðslu av kolvet- num segði Eyðun Elttør, tá hann í gjár handaði fyrstu loyvi at bora eftir olju og gassi nakrantíð á føroyska landgrunninum Landsstýrismaðurin vísti á, at yvirtøkan av málsøkinum “ráevni í undirgrundini” tel- ist millum stóru ósemjurnar, ið verið hava millum før- oyskar myndugleikar og donsku ríkisstjórnina. Talan var um eina ósemju, har báðir partar í langa tíð førdu løgfrøðiliga próvgrundir fyri sínum sjónarmiðum. Frá føroyskari síðu vórðu skrivað fleiri álit, sum gjøll- Seta hol á nýtt skeið í føroyskari vinnusøgu iga lýstu hetta málið úr øll- um hugsandi løgfrøðiligum sjónarhornum. - Um tað vóru løgfrøði- ligu próvgrundirnar ella politikkur, sum at enda loystu málið, kunnu vit tjak- ast um segði landsstýris- maðurin og vísti á, at lítil ivi er um, at arbeiðið við yvirtøkuni legði støði undir eina nýggja siðvenju í Før- oyum, tí fyri yvirtøkuna hevði ikki altíð verið vanligt við so víðfevndum faklig- um fyrireikingum. Eftir yvirtøkuna av ráevn- unum í 1992 varð farið und- ir at fyrireika forkanningar og seinni veruliga oljuleit- ing. Aftur var talan um fak- ligar fyrireikingar á sera høgum stigi, soleiðis sum drúgvu og vælgrundaðu álitini, sum Oljuráðlegging- arnevndin lat úr hondum í 1993 og 1997, eru dømi um. Henda siðvenjan við at fyrireika seg væl fakliga er vorðin natúrligur partur av allari oljugongdini. -Tað verður mangan sagt, at mongu álitini og frágreið- ingarnar, ið skrivað verða til íløgur við atliti at komandi oljuframleiðslu legði hann aftrat. Eyðun Elttør gjørdu teim- um mongu føroysku og út- lendsku áhoyrarunum greitt, at vit fyribils eiga at hava í huga, at talan er um oljuleiting ikki oljufram- leiðslu. Mong dømi eru um samfeløg, sum hava havt stórar vónir til oljuleiting uttan at framleiðsla spurdist burturúr. Men sjálv leiting- in kann eisini geva nakað av sær og verða við til at menna føroyskt vinnulív. - Leitivirksemið skal ganga úr Føroyum vísti hann á og segði og í sam- bandi við loyvisveitingina er dentur lagdur á, at olju- feløgini samstarva við føroyskt vinnulív á ein hátt, sum ger vinnuna betri føra fyri at taka á seg arbeiðs- uppgávur uttanfyri Føroyar. Ætlanin er, at samstarvið millum føroyskt vinnulív og loyvishavararnar skal lætta um altjóðagerðingina hjá føroyskari vinnu, soleiðis at hon hevur lættari við at søkja sær marknaðir í út- londum. -Eg kann í hesum sambandi nevna, at feløgini, sum í dag fáa leitiloyvi, eru sinnað yvir eitt 6-ára skeið at brúka slakar 100 milliónir krónur til vinnusamstarv, útbúgvingartiltøk o.l. Vinnan hevur fyrireikað seg til oljuleiting í rættiliga rúma tíð og dømi eru longu um føroyskar fyritøkur, sum starvast í oljuvinnuni í okk- ara grannalondum. Landsstýrismaðurin vísti á, at oljuleiting er kortini ikki bara ein avbjóðing fyri vinnulívið. Talan er eisini um eina stóra avbjóðing fyri føroyskar myndugleikar. Í sambandi við forkann- ingarnar hava tað mestum bara verið Oljumálastýrið, Jarðfrøðisavnið og Vaktar- & bjargingartænastan, sum hava havt beinleiðis ar- beiðsuppgávur av kann- ingarvirkseminum. Nú verður annarleiðis, tí nú verða nógvir myndug- leikar onkursvegna við í fyrisitingini. Her kunnu nevnast uppgávur sum ar- beiðsloyvi, umhvørvisgóð- kenningar, radio- og fjar- skiftis-loyvi, góðkenningar á heilsuøkinum o.s.fr. - Tað er mín vón og — við tilbúgvingarverkætlan- ini í huga — so vænti eg eisini, at umsitingin fær í lag eitt dygdargott samstarv, soleiðis at myndugleika- uppgávurnar í sambandi við oljuleitingina verða greidd- ar til fulnar. Samstarvspartar ikki mótpartar Eyðun Elttør segði víðari, at tað hevur verið sagt, at oljufeløgini eru okkara mót- partar, at vit mugu ansa okkum fyri teimum og seta krøv til teirra. Feløgini eiga ikki at kunna hóreiggja sær, sum tað passar teimum, oyðileggja okkara náttúru, mentan, vinnumynstur, og fara avstað við okkara ríki- dømi, so at vit at enda standa eftir við ongum uttan einum skamfarnum samfelagi. - Sjálvandi skulu vit ansa okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni meting skal hetta tó ikki gerast við at síggja oljufeløgini sum okkara mótstøðupart í einum og øllum. Vit skulu heldur halda fram sum higartil og vera ein tryggur og sann- førandi samstarvspartur hjá oljufeløgunum, eins og øll- um øðrum viðkomandi pørtum í hesi umfatandi vinnu segði hann og vísti á, at í veruleikanum eru olju- feløgini í nógvum lutum fult so nógv okkara samstarvs- felagi sum okkara mótpart- ur. Tey verða stýrd og mannað av menniskjum av kjøti og blóði, sum eins og vit hava alsk og virðing fyri náttúru og mentanarligum virðum, og sum har afturat kunnu veita okkum eina vit- an og kunnleika, sum vit kunnu fáa stórt gagn av. Ein grundleggjandi mun- ur millum forkanningar- skeiðið og leitiskeiðið er, at leitiloyvini, sum í dag fyri fyrstu ferð verða latin, geva feløgunum nakað í býti fyri leitiskyldurnar, nevniliga rættin til tey kolvetni, sum vónandi eru at finna í undirgrundini á teimum veittu loyvisøkjunum. Og hetta avspeglar eisini tann grundleggjandi felags áhugan vit hava við feløgini at troyta tað oljuríkidømi, sum møguliga fjalir seg í okkara undirgrund. -Tað sigur seg sjálvt, segði landsstýrismaðurin víðari, at báðir partar hvør í sínum lagi ynskja at ogna sær sjálvum ein so stóran part av hesum ríkidømi, sum gjørligt. Tað eru vit, sum frá byrjan eiga rættin til ráevnini í undirgrundini, og tað er tí okkara lutur at smíða treytirnar, sum skulu stýra oljuvirkseminum. Men um treytirnar ikki verða gjørdar í virðing fyri áhuga- málunum hjá báðum pørt- um, spyrst neyvan nakað gott burturúr í seinasta enda. Samstarvið er longu byrj- að. Ikki bert millum før- oyskar myndugleikar og oljufeløgini, men á so nógv- um økjum. Á vinnuøkinum, á útbúgvingar-økinum og á granskingarøkinum, har samstarv er millum oljufe- løgini og føroyskar kann- ingastovnar, einamest á náttúru- og umhvørvisøk- inum. almennu umsitingina eru spill av pengum, tí tey verða ikki brúkt. Soleiðis er ikki við álitunum frá Oljuráð- leggingarnevndunum, sum javnan verða havd á hond- um í dagligu kolvetnisum- sitingini — og enn hava vit ikki sett í verk alt tað, sum seinna álitið leggur upp til. Samstarvið millum Olju- ráðleggingarnevndirnar og byrjandi føroysku oljuum- sitingina hevur verið við til at tryggja, at vit hava fingið eina fyrisiting, sum leggur dent á fakligan førleika og fakligan stoltleika, bæði tá mál verða fyrireikað og tá tey verða greidd til av- gerðar. Lat meg tí siga, at loyvini, sum ídag verða latin um- søkjarum, eru í samsvari við tær innstillingar, sum umsit- ingin hevur gjørt við fak- ligum atlitum og út frá met- ingarstøðinum, ið nevnt varð í útbjóðingartilfarinu- m. Eg kann eisini nevna, at Oljumálastýrið hevur boðið umsøkjarum, sum ikki hava havt eydnuna við sær í hes- um umfarinum, til eina eft- irmeting av teirra umsókn- um. Frá forkanningum til oljuleiting Fyrsta skeiðið í eini olju- verkætlan verður vanliga umtalað sum forkanningar- skeiðið. Tað byrjaði í før- oyskum høpi fyri góðum seks árum síðani, tá Western Geophysical fór undir fyrstu seismisku kanning- arnar. Síðani eru nýttar stór- ar peningaupphæddir til kanningar og til viðgerð og tulking av kanningarúr- slitum. Hetta virksemið hevur ikki havt stórvegis árin á føroyska samfelagið, sam- felagsbúskapin ella vinnu- lívið. Forkanningarskeiðið eig- ur at verða fatað sum eitt slag av marknaðarføring, tí stórar mongdir av vitan eru savnaðar saman hesi árini og hevur tað styrkt um áhugan fyri føroyska land- grunninum. Uttan forkann- ingar høvdu myndugleik- arnir ikki havt grundarlag fyri at mett um, hvørji øki áttu at verið bjóðað út og til hvørjar treytir. Oljufeløgini høvdu hinvegin heldur ikki havt grundarlag fyri at gjørt sínar metingar av økinum og givið tilboð í samsvari við teirra niðurstøður vísti landsstýrismaðurin á og helt fram: - Sagt verður, at neyvan nakað økið er so væl kannað sum tað føroyska, áðrenn fyrsta útbjóðingarumfar hevur verið. Mett verður, at farast kann beinleiðis undir leitiboringar á fleiri loyvis- økjum uttan nevnivert av kanningum afturat. Nú fara vit so undir annað skeið, nevniliga veruliga oljuleiting. Í hesum skeið- num verður vónandi stað- fest, at føroyski landgrunn- urin goymir oljuleiðir, sum tað loysir seg at framleiða burturúr. Gongur leitingin væl, kunnu kolvetniskeldur verða funnar á føroyskum øki um rættiliga stutta tíð. Umráðandi er, at vit búgva samfelagið og sam- felagsskipaninar út til at taka við slíkum avbjóðing- um, um tær skuldu komið segði Eyðun Elttør, sum her serstakliga hugsaði um skipanarlig viðurskifti sum búskaparstýring, broytingar á arbeiðsmarknaðinum, mentanarbroytingar o.s.fr. Hinvegin eiga vit framhald- andi at vera varin við at gera Eyðun Elttør, landsstýris- maður í oljumálum sera væl nøgdur við úrslitið av 1. útbjóðing Tvey samtøk fáa einki loyvi yvirhøvur Alt hetta tekur støði í ætlaða oljuvirkseminum, men samstundis kastar tað av sær vitan og kunnleika og hjálpir til at seta í verk tiltøk, sum eru samfelag- num at gagni í so nógvar aðrar mátar. Talan er tí um eina nýggja og umfatandi vinnugrein, sum so sanniliga setur okk- um stórar avbjóðingar, men sum samstundis kann verða við til at menna okkara sam- felag, vinnuliga, mentanar- liga og búskaparliga. Olju- feløgini skulu vita, at vit seta teimum krøv, men at vit samstundis ynskja teim- um vælkomnum til eitt vónandi langt og mennandi samstarv til gagns fyri báðar partar. Loyvistilgongdin Tá freistin at søkja um leitiloyvi var úti 17. mai, høvdu 17 oljufeløg, skipað í 8 umsóknarbólkar, søkt um tilsamans 22 loyvi. Ein umsókn er seinni tikin aftur. -Tað er einki dulsmál, at stór umskaring hevur verið millum umsóknirnar, ser- liga í lands-synningshorn- inum á føroyska landgrunn- inum. Harafturat hava nakrar umsóknir verið so- leiðis skipaðar, at umsøkj- arin bara vildi átaka sær leitiskyldur í ávísum øki, um hann eisin fekk tillutað annað øki segði Eyðun Elttør og legði dent á, at teir høvdu helst viljað gingið umsóknum frá øllum um- søkjarunum á møti, soleiðis at fleiri verða um at lyfta byrðuna, tá oljuleitingin verður flutt longri inn á landgrunnin, har basalt- fláirnar eru tjúkkari og av- bjóðingarnar verða somikið størri. - Tað hevur kortini ikki verið møguligt at býta fáu basaltfríu teigarnar soleiðis, at allir umsøkjarar kunnu fáa ein part. Harða kapp- ingin um teigarnar í lands- synningshorninum hevur eisini havt við sær, at eingin umsøkjari hevur fingið alt tað, ið hann hevði søkt um. Vit hava roynt at hildið eina javnvág ímillum ynski um flest møguligar boringar og tað ikki at krevja fleiri bor- ingar enn jarðfrøðin í økin- um krevur. Endaliga úrslitið er, at fýra 6-ára loyvi við skyld- um at gera leitiboringar verða givin í landssynnings- horninum. Hetta gevur til- samans 8 leitiboringar kom- andi árini. Harafturat verða givin trý 9-ára loyvi við skyldum at gera ymiskar fyrireikandi kanningar, men ikki leitiboringar. Landsstýrismaðurin takkaði at enda teimum umsøkjarunum, sum ikki høvdu eydnuna við sær í hesum umfarinum, fyri arbeiðið, sum teir hava lagt í virksemið á føroyska landgrunninum higartil. -Tað er mín vón, at hesi feløgini hava hug at royna seg aftur í seinni umførum. Samstundis fari eg at ynskja okkara komandi loyvishav- arum til lukku við loyvun- um og góða eydnu við leit- ingini. Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi sam- starv komandi árini. JAN MÜLLER Tekin eru til, at1. útbjóðing á føroyska landgrunninum - longu áðrenn boring er byrjað - er við at gerast ein succes fyri bæði føroyskar myndugleikar og oljufeløg- ini, sum hava fingið loyvi. Bæði Oljufyrisitingin, landsstýrismaðurin og olju- feløg, sum Sosialurin hevur tosað við siga seg vera væl nøgd. Tey fýra samtøkini, sum hava fingið tað, sum verður mett at vera tann besti bitin - sokallaða Gull- hornið í landssynningspart- inum av landgrunninum - eru The Faroes Partnership við Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kol- vetni - BP Amoco - AMG- bólkurin við Statoil, Phillips, Veba og Enterprise og síðani Agip og Føroya Kolvetni. Hesir bólkarnir hava játt- að at bora íalt 8 brunnar komandi árini. Sosialurin heldur seg vita, at BP skal bora 3 brunnar, Statoil og Amerada Hess bólkarnir 2 brunnar hvør og Agip 1 brunn. Okkurt bendir á, at BP Amoco, Statoilbólkurin og Amerada Hess bólkurin ætla sær at bora næsta summar, men Agip neyvan borar fyrr enn nakað seinni. Talan hevur verið um eitt sera torført puslispælarbeiði at ganga teimum ymsu sam- tøkunum á møti. Sosialurin skilur, at øll samtøkini eru nøgd við úrslitið av loyvis- gevingini, hóast eingin hevur fingið alt hann hevur peikað á. Umframt seks áraloyvini, sum bera í sær boring, so eru eisini latin trý 9 ára loyvi. Sambart hesi skulu feløgini gera forkann- ingar í nøkur ár, men eftir trimum árum skulu tey so gera av, um tey vilja bora á einum ávísum øki í hesum tillutaðu økjum ella lata tey aftur til myndugleikarnar. Amerikanska oljufelagið Anadarko hevur fingið eitt slíkt loyvi einsamalt og eitt saman við Statoilbólkinum. Harumframt hevur Agip og Føroya Kolvetni fingið eitt líknandi loyvi. Tað, sum helst kemur óvart á mong, er, at Texaco, Conoco og Murphey, sum eru saman í bólki og hava latið skrivstovu upp, einki loyvi hava fingið. Heldur ikki Norsk Hydro hevur fingið nakað loyvi. Sosial- urin skilur, at ein orsøk til, at hesi feløgini einki hava fingið, er tann, at tey hava søkt soleiðis, at fingu tey einki í „Gullhorninum“, so vildu tey einki hava. Um- framt at søkja um teigar í Gullhorninum hava tey eisini søkt um teigar longur norðuri í útboðsøkinum. Tað skilst, at feløgini, sum hava skrivstovu í Havn, fara helst at lata hesar aftur. Ein møguleiki er tó, at okkurt av teimum kann koma sær uppí ein av hinum bólkunum. Men hvørki BP, Amerada Hess ella Statoil- bólkarnir tykjast áhugaðir at taka fleiri feløg upp. Spurningurin er so, hvat Fýra samtøk loyvi í Gullhorninum eitt felag sum Agip kann gera. Felagið hevur fingið tillutað ein góðan bita av Gullhorninum og hevur tað 93% av hesum lisensi, með- an Føroya Kolvetni hevur 7%. Felagið Marathon var annars eisini í hesum bólk- inum, men tók seg úr hon- um, tí felagið ynski aðrar partar av Gullhorninum enn Agip loksins fekk. Um okk- urt av tapandi feløgunum kunnu gerast partur av Agip-lisensinum má metast sum ein møguleiki, men tað hevur ikki eydnast Sosialin- um at fáa nakra viðmerking til hetta. Samlaðu arbeiðsskyld- urnar sambært teimum sjey loyvunum hava eitt virði millum 1 og 1,5 mia. kr. Økið, sum er boðið út var uppá 14.000 ferkilometar á 56 heilum og 26 partteigum. Samlaða økið, sum verður tilluttað er 4.214 ferkilo- metrar ella millum ein trið- ing og ein fjórðing av tí, sum søkt varð um.