Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 157 - 18. august 2000 Nr. 157 - 18. august 2000 JÁKUP MØRK Einar fýra minuttir inn í seinna hálvleik kom rættu- liga lív í føroysku áskoð- ararnar. Eftir innlegg úr vin- stru, stóð Uni Arge í góðari skotstøðu, men tá skotið varð latið av, vardi Thomas Helveg fyri við hondini. Eingin ivi Sjálvur greiðir Uni soleiðis frá hendingini: - Bólturin kom væl fyri til mín. Eg skeyt beinan- vegin, og roknaði við, at antin fekk málverjin vart fyri inni á strikuni, ella sat bólturin í málinum. Knapp- liga steðgaði bólturin, tá hann rakti hondina á Hel- veg, og eg ivaðist ikki í, at talan var um brotsspark. Dómarin lat tó ikki við seg koma, og tá tað hendir, so vónar man um ikki ann- að, at linjuverjin hevði sæð hendingina. Hann lætst tó heldur ikki um vón, og tí rann eg yvir til hansara, og segði honum, at hatta altso ikki var nóg gott. At Uni hevur grein í sín- um máli er helst einki at ivast í, um hugt verður at myndarøðini á hesi síðu. Óheppin Iðraði Uni seg um væntandi brotssparkið, var støðan hel- dur ikki stórt betri, tá tosið kom inn á næstu skotroynd hansara. Hetta var, tá hann eftir hornaspark heilfluktaði bóltin, sum umvegis eitt danskt bein varð avrættaður út aftur til horna: - Tann bólturin lá perfekt, og eg ivist ikki í, at hann hevði farið í málið. Onkurs- vegna rakti hann tó eitt bein á vegnum, soleiðis at vandin var av. Upp við høvdinum Annars helt Uni um dystin, at sum heild kunnu føroy- ingarnir vera væl nøgdir við avrikið. Hann fýltist tó á, at før- oysku leikararnir fóru so langt niður við høvdinum eftir danska málið: - Vit eru eftirhondini komnir á eitt slíkt støði, at okkum ikki nýtist at fella í fátt, um mótparturin fær eitt mál. Vit hava fleiri ferðir víst, at spæla vit okkara spæl, so koma møguleik- arnir. At danir fingu somikið stóra yvirvág í seinna hálv- leiki komst av, vit mistu luftina reint mentalt, og tað haldi eg ikki, vit kunnu vera nøgdir um, segði Uni Arge at enda. Tað var brotsspark Uni Arge harmaðist um, at tað ikki eydnaðist at fáa meira burtur úr royndu- num móti málinum JÁKUP MØRK Tað var ein Thomas Grav- esen í góðum lag, sum kom út úr B36-húsinum, har danska landsliðið hevði skiftishøli. Lagið gjørdist heldur ikki verri, tá tosið fall inn á júst lidna dystin, hóast hann ásannaði, at danir í løtum høvdu havt tað sera trupult. Taktiskt sterkir - Talan var um ein ógvu- liga torføran dyst fyri okkara viðkomandi, og serliga í fyrra hálvleiki eydnast tað sera væl hjá føroyingum at bremsa okkara spæli. Teir tóktust eisini vera sera væl fyri taktiskt, soleiðis at teir í verjupartinum vóru væl skipaðir, og eisini hetta var við til at gera tað tor- ført hjá okkum, helt Gra- vesen eftir dystin. Víðari segði hann, at hann var sera fegin um, at danir fingu lagt seg á odda somikið tíðliga í seinna hálvleiki. Hann vísti á, at teir sjálvandi royndu at seta leikferðina upp, tá farið varð inn aftur á vøllin, men hann helt serliga, at tað var málið sum viðførdi, at danska spælið gekk betri í seinna hálvleiki: - Tað merktist beinan vegin á sjálvsáliti okkara, soleiðis at vit gjørdust nógv meira frígjørdir í okkara spæli. Um umstðurnar kring vøllin helt Everton leik- arin, at áskoðararnir rættuliga gjørdu sítt til, at talan gjørdist um eitt stuttligt kvøld: - Stemningurin kring vøllin var sera góður, og føroysku áskoðararnir royndu alla tíðina at díkja á sínar menn, og tað ger tað sjálvsagt stuttligari at vera á vøllinum. Vón um fast pláss Gravesen er annars ein av teimum, sum nógv verður roknað av í framtíðini. Umvegis Hamburger SV í Týsklandi, er hann nú at síggja hjá enska Everton, og eftir venjingardystu- num at døma, verður hann fastur fúsur á mið- vølli teirra. Mikudagin spældi hann á miðvøllinum, og hann duldi heldur ikki fyri, at hetta er tað plássið, hon- um dámar best at spæla. Hann dugdi tó als ikki at siga, um hann roknaði við, at hetta skuldi vera fasta pláss hansara fram- yvir: - Bara tað at vera við á landsliðnum er ein stórur heiður, og eg vóni, at eg framhaldandi verið partur av liðnum. Hvar og hvussu eg spæli má so vera upp til venjaran, seg- ði Thomas Gravesen at enda. Fegin um skjóta málið Ein av leikarunum, sum nógv verður roknað av í framtíðini, er nýkosni Everton lekarin, Thomas Gravesen Uni hevur eyguni vend móti málinum, beint eftir at skotið er latið av Bæði Uni Arge og Sámal Joensen varnast, at Helveg hevur havt hon á bóltinum At talan er um brotsspark eru føroysku leikararnir als ikki í iva um Men alt endar kopritni við, at Schmeichel lættliga kann fáa hendur á bóltinum Myndir: Álvur Haraldsen Umframt at rósa føroyska liðnum, helt Thomas Gra- vesen eisini nóg um 12. mann okkara Mynd: Álvur Haraldsen Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Morten Olsen er ein royn- dur og drivin revur í fót- bóltsverðini. Hann veit, hvussu allar støður skulu taklast, og bæði hann og Michael Laudrup vita, hvør- jar knøttar teir skulu trýsta á, tá almenningurin spentur bíðar fyri at hoyra: – Eg eri nøgdur við, at tað eydnaðist okkum at vinna. Hetta var fyrsti sig- urin hjá Danmark í ár, og at vinna 2–0 í Føroyum er ikki bara nakað, sum kemur av sær sjálvum, segði Morten Olsen, og so hevði hann ein lítlan fyrilestur um, hvussu stór framgongdin hevur ver- ið í føroysum landsliðsfót- bólti: – Hesar báðar dagarnar, sum vit hava verið í Før- oyum, havi eg í video sæð fleiri av undankappingar- dystunum, sum føroyingar spældu í fjør. Eg havi stað- fest, og eg havi sagt fyri mínum spælarum, at talan er um eitt væl skipað lið, sum tað er ógvuliga torført at skapa málmøguleikar í- móti. Dystirnir móti Kekkia á heimavølli og eisini á úti- vølli eru góð dømi um hetta. Í Prag haldi eg, at føroy- ingar høvdu fleiri mál- møguleikar enn heimaliðið, og tað var sera óheppið, at Todi Jónsson ikki í hvussu so er fekk eitt mál. Við hesum undirstrikaði Morten Olsen fyritreytirnar, sum hansara lið hevði vunn- ið 2–0 á Tórsvølli: – Í 1. hálvleiki spældu føroyingar upp til okkara spæl, men eftir steðgin. Tað gjørdu teir eisini, tí vit høv- du ilt við at seta ta ferðina á, sum er neyðug fyri at fáa fleirtalsstøður og harvið skapa vandamiklar mál- møguleikar. Vit justeraðu eitt sindur í steðginum, og tað eydnaðist í hvussu so er í eina løtu í 2. hálvleiki at hava hægri leikferð, og tað var tá, at vit skoraðu málini. Morten Olsen undirstrikaði, at hann longu frammanun- dan dystinum hevði avrát við venjararnar hjá Bjarna Goldbæk og Jon Dahl To- masson, at teir skuldu bara spæla 45 minuttir. Teir hava í hesi vikuni nógv at gera í feløgunum hjá sær. Nýggja avbjóðingin Undan dystinum hevði Morten Olsen sagt, at um- framt at vinna var týdning- armikið hjá honum á Før- oya ferðini at finna fram til styrkir og veikleikar á sín- um liði. Hvat var pluss, og hvat var minus? – Tað snýr seg um støð- urnar á vøllinum og inn- anhýsis fatanirnar. Hetta eru smálutir, men teir eru týd- ningarmiklir. Tað má eitt nú ikki koma fyri, at ein av mótstøðumonnunum sten- dur so leysur í brotsteig- inum, sum Uni Arge gjørdi, tá hann fluktaði horna- sparksinnleggið úr høgru móti málinum. Vit hava bara vant tvær ferðir saman, og nú fara vit at arbeiða fram ímóti næstu uppgávni, sum er undankappingardysturin í Íslandi um góðar fjúrtan dagar. Kanst tú út frá avrikinum í kvøld gera tær nakrar met- ingar um, hvussu tað tá fer at ganga? – Eg fekk í kvøld staðfest, at fleiri av liðunum, sum fara at koma til Føroya, fara at fáa tað torført. Áðrenn eg sigi nakað um okkara møguleikar í Íslandi, má eg fáa henda dystin úr huga- num, men sjálvandi verður tað torført í Reykjavík. Tað hevur tað altíð verið, og tað verður tað eisini hesa ferð. Allan Simonsen er før- oyskur landsliðsvenjari, men hann hevur 56 ferðir spælt á danska landsliðnum. Fyrsta landsdystin spældi hann í Íslandi í 1972. Dan- mark vann 5–2, og Allan Simonsen skoraði tvey mál: Morten eitt sindur klókari Í fyrireikingunum var hann vorðin ovfarin av føroysku dygdunum, og undir dystinum helt hann seg hava lært sítt lið eitt sindur betur at kenna – Tað verður torført hjá Morten Olsen, Michael Laudrup og spælarunum í Reykjavík, men eg vænti, og sjálvandi vóni eg staði- liga, at tað fer at eydnast teimum at fáa øll stigini við aftur til Danmarkar, men tað verður sera torført. Tað er eingin ivi um tað, staðfesti Allan Simonsen. Morten Olsen vildi fegin rósa gamla landsliðsfelag- anum við arbeiðnum, sum hann hevur gjørt í Føroyum: – Nógvir føroyingar spæla aðra staðni, og tað er gott fyri landsliðið. Men eg vil fegin siga, at tað sæst væl, at tað hevur eydnast Allani Simonsen at samanspæla eitt fínt lið. Fótbóltur er eitt liðspæl, og avrikini og úr- slitini eru fyrst og fremst tengd at, hvussu liðið út- innir sínar uppgávur. Eg havi verið í Føroyum við veteranlandsliðnum og við Brøndby, og eg má siga, at føroyskur landsliðsfótbóltur er á einum væl hægri støði nú, enn hann var fyri ellivu og átta árum síðani. JH Allan Simonsen var ikki ónøgdur á tíðindafundi- num. Úrslitið kundi hann væl liva við, men hann iðraði seg um, at danir akkurát skuldu fáa tey bæði málini, sum teir fingu: – Tað seinna málið er ein stór gáva. Jens Martin Knudsen ger eitt stórt mistak. Hann hevur tikið málið á seg, og hatta eigur ikki at koma fyri. Í fyrra førinum er Jan Heintze snildur, men hann sleppur ov lætt ígjøgnum í vin- stru. Frammanundan hev- ði eg tosað nógv við spæl- ararnar hjá mær um, hvussu vandamikil Ebbe Sand er, tá bóltarnir koma innfyri, og so kemur tað fyri, at hann stendur púra blankur mitt fyri máli- num. Tað eigur ikki at koma fyri. Iðrar tú teg um, at tú í steðginum skifti mál- verja? – Yvirhøvur ikki. Tað var avrátt frammanundan, at teir skuldu spæla ein hálvleik í part. Men heldur tú teg nú vita betri, hvør skal verja mál- ið, tá Slovenia kemur á Svangaskarð um góðar tvær vikur? – Eg velji at siga, sum Morten Olsen segði. Nú mugu vit fyrst fáa henda dystin úr kroppinum, og so fara vit at hugsa um næsta mótstøðuliðið, hvussu vit skulu spæla og hvørjir skulu spæla við. Morten Olsen helt, at danir fingu málini, tí teir høvdu sett ferðina upp. Allan Simonsen var ikki heilt samdur í hesum. Hann helt, at tað vóru før- oyingar, sum fóru eitt sin- dur niður í ferð í eina løtu: – Tíbetur javnaði hetta seg, og eg haldi ikki, at vit nakrantíð vóru niður- spældir. Vit megnaðu at spæla okkum til møgu- leikarnar, sum vit fáa so at siga hvørja ferð, men tíverri eydnaðist tað hel- dur ikki hesa ferð at fáa nyttu burturúr teimum. Hvørjir føroyskir spælarar heldur tú stóðu sterkast í myndini? – Allir kunnu vera nøgdir. Skal eg taka onkran ein- stakan burturúr, so haldi eg, at tað var sera hugaligt at staðfesta, at Julian Johnsson aftur tykist vera á tí støðinum, sum hann áður hevur verið á lands- liðnum. Tá hann er so væl fyri, sum hann var hesa ferð, so er hann ógvuliga týdningarmikil fyri okk- um. Eg haldi eisini, at Øssur Hansen hevði væl fatur á Dennis Romme- dal, og á miðvøllinum var John Petersen eyðsýndur. Saknaði tú Pól Thor- steinsson? – Undarligt at tú spyrt um tað. Eg hugsaði tað undir dystinum og nevndi tað við Jógvan Martin Olsen, at Pól hevði akkurát verið typan at spælt í kvøld. Vit hava nógvar stórar spæl- arar, og tað er gott, men tað er altíð best, tá tú hev- ur nógvar ymisk sløg av spælarum. Um Pól Thor- steinsson hevði verið tøk- ur, so høvdu vit havt upp- aftur ein møguleika at ar- beitt við. Vit gleða okkum at fáa hann við aftur kom- andi ár, segði ein ikki illa nøgdur landsliðsvenjari, sum longu í komandi viku fer at boða frá, hvørjar spælarar hann ætlar at brúka, tá Føroyar sunnu- dagin 3. september fara at spæla ímóti Slovenia. JH Allan iðraði seg um málini Føroyski venjarin var stak væl nøgdur við verjupartin, men stað- festi samstundis, at tað var, tá tankarnir í lítlari løtu ikki vóru savnaðir heilt um verjupartin, at tað kiksaði Fyrrverandi liðfelagarnir á danska landsliðnum vóru báðir nøgdir um dystin, men tóktust eisini samdir um, at teir hvør í sinum lagi kundu læra nakað av dystinum Mynd: Rúnar Reistrup