fríggjadagur 18. august 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
19
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 157 - 18. august 2000
Nr. 157 - 18. august 2000
Leikluturin
hjá
Jan
Heintze, sum í gjár fylti 37
ár, sigur ikki so lítið um,
hvussu álopskent Morten
Olsen og Michael Laudrup
vilja hava danska liðið at
spæla. Jan Heintze var ein
av bara trimum verjuspæl-
arum. Alíkavæl var hann –
serliga í 2. hálvleiki – við í
nógvum álopsroyndum. Og
tað var júst Jan Heintze,
inntil miðskeiðis í seinna
umfarinum vóru danir oftast
eitt vet frammanfyri føroy-
ingarnar, sum hingu eitt
sindur við høvdinum. Hetta
hevði fleiri fríspørk dygst
uttanvert brotsteigin við
sær, og tað var eftir eitt so-
vorðið, at danir øktu um
leiðsluna.
Føroysku
møguleikarnir
Føroyingar fingu einki mál,
men føroyska liðið hevði
møguleikarnar, sum teir fáa
hvørja ferð, og tað var ser-
liga hugaligt at staðfesta, at
hesa ferð vóru møguleikar-
nir eisini nógvir í 2. hálv-
leiki.
Føroyingar fingu nógv
hornaspørk, og yvirvágin í
luftspælinum hevði við sær,
at tey alla tíðina kendust at
vera vandamikil.
Øssur Hansen hevði í 1.
hálvleiki eitt fínt fríspark,
sum
Peter
Schmeichel
meistarliga niðri við stólpa-
rótina fekk bent til horna.
Uni Arge var óheppin, tá
hann fluktaði, og hann var
fullvísur í, at tað var brots-
spark, tá Julian Johnsson
hevði stútað hann leysan.
John Petersen lobbaði geni-
alt til Toda Jónsson, sum
fekk bóltin innum Peter
Schmeichel, áðrenn hann
varð bendur til horna, og
síðstu løtuna megnaði Kurt
Mørkøre í brotsteiginum at
stúta diagonalbólt úr vinstru
og tvørturum til Toda Jóns-
son. Todi var akkurát ov
stuttur, og harvið var stað-
fest, at málið, sum Allan
Mørkøre skoraði í Ítróttar-
parkini 10. oktober í 1990,
er tað einasta, sum føroy-
ingar hava fingið ígjøgnum
hjá Peter Schmeichel.
Tað er spell, tí føroyingar
høvdu
betri
uppiborið.
Troystin liggur í, at avrikið
hesa ferð boðaði frá, at Slo-
venia fer at fáa stóra mót-
støðu, tá teir um tvær vikur
koma henda vegin. At før-
oyingar eisini í komandi
undankapping fara at fáa
stig er ivaleyst. Og fyrsti
sigurin á heimavølli móti
einari av stóru tjóðunum er
ikki langt burtur.
jh
sum var upphavið til fyrra
málið. Eftir innkast potaði
hann snilt millum beinini á
Allani Mørkøre og smeyg
sær frá Sámali Joensen, og
undir málinum var tjóðrið
6.478 áskoðarar
Dómaratrio úr Noregi: Jon Skjervold, Geir Åge
Holen og Roe Vidar Lien
4. dómari: Lassin Isakssen
0–1: Ebbe Sand 55.
0–2: Brian Steen Nielsen 58.
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, Herfølge (16. Jens
Martin Knudsen, Leiftur 46.) – 5. Hans Fróði Han-
sen, Sogndal IL, 2. Óli Johannesen, AGF, 3. Jens
Kristian Hansen, liðformaður, B36 – 9. Allan Mørk-
øre, HB (12. Henning Jarnskor, GÍ, 74.), 6. Sámal
Joensen, Leiftur (17. Fróði Benjaminsen, B68, 72.),
11. John Petersen, Leiftur (18. Rógvi Jacobsen, KÍ,
83.), 8. Julian Johnsson, Sogndal IL, 4. Øssur Han-
sen, B68 – 7. Uni Arge, ÍA Akranes (15. Kurt Mørk-
øre, Sogndal IL, 72.), Todi Jónssson, FCK
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóhannes
Joensen, HB og Jan C. Dam, B68
Gult kort: Allan Mørkøre 50.
Venjari: Allan Simonsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Liðleiðari: Heðin Askham
Lækni: Jens Pauli Marstein
Fysioterapeutur: Álvur Hansen
Hjálparmaður: Rúni Mohr
Danmark: 1. Peter Schmeichel, liðformaður, Sport-
ing Lissabon – 6. Thomas Helveg Milan (12. Steven
Lustü, Herfølge, 82.), 3. René Henriksen, Panathi-
naikos, 5. Jan Heintze, PSV Eindhoven – 2. Bjarne
Goldbæk, Fulham (15. Allan Nielsen, Watford, 46.),
4. Thomas Gravesen, Everton (13. Per Frandsen,
Bolton, 70.), 7. Brian Steen Nielsen, AB, 8. Claus
Jensen, Charlton – 10. Dennis Rommedal, PSV
Eindhonven (17. Morten Bisgaard, Udinese, 82.),
9. Jon Dahl Tomassson, Feyenoord (14. Michael
Johansen, AB, 46.), 11. Ebbe Sand, Schalke 04 (18.
Henrik Pedersen, Silkeborg, 70.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jesper
Christiansen, OB
Gult kort: Per Frandsen 77.
Venjari: Morten Olsen
Hjálparvenjari: Michael Laudrup
Málmansvenjari: Jørgen Henriksen
Lækni Mogens Kreuztfeldt
Fysioterapeutur: Kim Kristensen
Massørur: Allan Poulsen
Primitive, fysisk, teknisk,
og taktisk svage og meiri
av tí skuffuni. Soleiðis hava
ummælini av føroyskum
fótbólti verið, tá føroysk og
donsk lið hava spælt ímóti
hvørjum øðrum. Soleiðis
vóru tey, tá landsliðini dyst-
aðust í 1990 og í 1991, og
meiri vatn varð latið á somu
myllu, tá B36 í síðstu viku
varð hildið fyri tað turra
spott í Gladsaxe.
Í onkrum av donsku fjøl-
miðlunum vóru onkrar av
omanfyri standandi glosu-
num at síggja í gjár, men
tað var langt ímillum tær,
og tað av røttum.
Føroyska landsliðið und-
irstrikaði í mjørkanum, sum
fram móti dystarbyrjan fór
at arga og sum gjørdi, at
líkindini at hyggja at vóru
ikki optimal, tað, sum m. a.
bosniarar, skotar og kekkar
hava royndir av, men sum
almenningurin í brøðra-
landinum fyri sunnan hig-
artil ikki hevur vitað. Veru-
leikin, sum varð undirstrik-
aður, er, at Føroyar hava eitt
landslið, sum taktistk er á
hædd við tey flestu, sum
tekniskt ikki er nógv aftan-
fyri onnur, og sum fysiskt
megnar at fylgja við heilt
leingi.
Eitt 2–0 tap móti dønum
er at liva við. Men tað er
eitt sindur harmuligt, at før-
oyingar sjálvir skuldu vera
so gestablíðir, at teir betraðu
um
møguleikarnar
hjá
gestunum at fáa mál. Jákup
Mikkelsen var í 1. hálvleiki
tryggur í málinum, og tað
var týðuligt, at verjan hevði
álit á honum. Jákup Mikkel-
sen kom ikki í málið eftir
steðgin. Og tað vísti seg at
vera ein brølari, at venjarin
ikki broytti avgerðina, sum
hann hevði tikið framman-
undan.
Fyrstu løtuna eftir steðgin
var tað týðuligt, at tað ó-
rógvaði verjupartin, at ein
nýggjur maður var komin
at standa aftanfyri teir, og
tað var eitt stórt málverju-
mistak, sum bar 2–0 málið
við sær og harvið tók spenn-
ingin burtur. Jens Martin
Knudsen flutti seg ov tíðliga
tveir metrar til vinstru fyri
seg sjálvan, og so var tað
løtt søk hjá Brian Steen
Nielsen at senda bóltin í ta
síðuna,
sum
málverjin
skuldi verja fyri. Eitt mál-
verjumistak meinlíkt tí, sum
kostaði málið, tá Ísland fyri
einum ári síðani í gjár vann
1–0 á sama vølli.
– Det var en alt for stor
gæstfrihed at tage Jákup
Mikkelsen ud af målet,
staðfesti Lyngby venjarin,
Poul Hansen, sum var við-
merkjari í TV Danmark,
sum sjónvarpaði dystin til
Danmarkar. Vit hava mang-
an brúkt stór og føgur orð
um avrikini hjá Jens Martini
Knudsen, men hesa ferð var
tað eitt mistak at skifta hann
inn. Jákup Mikkelsen hevur
ein venjara fyri seg sjálvan
í Herfølge, meðan Jens
Martin Knudsen hevur á-
byrgdina av at venja eitt
botnlið í íslendskum fót-
bólti, áðrenn hann hevur
møguleika at hugsa um at
halda síni góðu málmans-
evni við líka. Tað er stórur
munur á fyritreytnum, og
tað sást á avrikunum.
Føroysku dygdirnar
Kanska var bóltførleikin hjá
dønum eisini í 1. hálvleiki
eitt sindur betri, enn hann
var hjá føroyingunum. Men
sum heild var føroyska av-
rikið fyrru trý korterini í
minsta lagi á sama støði
sum tað hjá mótstøðu-
monnunum.
Føroyingar
vunnu luftbóltarnar alla tíð-
ina, teir komu ofta sigrandi
burturúr nærdystunum, og
spælskilið og spælætlanin
var leingi betri, enn hon var
hjá mótstøðumonnunum.
Miðverjarnir vóru væl
skipaðir og umhugsnir,
Øssur Hansen í vinstru var
við í nógvum í framrættaða
partinum, Sámal Joensen
tetti, tá hinir fóru fram og
elti alla tíðina bólthaldaran,
Julian Johnsson var ein úr-
mælingur á øllum økjum
(tað er sjáldan at síggja ein
føroyskan spælara yvirhála
spælarar úr stórum landslið-
um!), John Petersen tordi at
bjóða seg til, at halda upp á
bóltin, snara um seg sjálvan
og at leggja røttu sending-
arnar, og Todi Jónsson og
Uni Arge lúrdu alla tíðina
eftir møguleikunum.
Tað var flott, og tað líkaði
áskoðarunum sera væl, at
føroyingarnir tveittu allar
nervarnar av sær, og púra
óimponeraðir møttu mót-
støðumonnunum
langt
frammi á vøllinum. Hetta
hevði við sær, at trýstið á
føroyska málið var lítið
(danir høvdu fyrstu skot-
royndina, tá 35 minuttir
vóru farnir), og tað hevði
aftur við sær, at danir við-
hvørt mistu í uppspælinum.
Sovorðið eigur at kosta,
men danir komu undan við
skrekkinum.
At føroyingarnir høvdu
bóltin so nógv hevði við
sær, at tað bar til at brúka
orkuna rætt. At renna aftaná
mótstøðumonnunum hevur
mangan kostað nógv. Hesa
ferð var kostnaðurin ikki so
stórur.
Svarta løtan
Tað eigur at vera munur á
føroyskum og donskum
landsliðsfótbólti.
Danir
hava fimm milliónir at velja
ímillum, og tað eru fulltíðar
spælarar við høgum lønum
úr
italskum,
týskum,
hollendskum og eingilskum
feløgum, sum manna teirra
landslið. Føroyska liðið er
mannað
við
nøkrum
spælarum, sum fáa løn í
grannalondunum og so við
amatørum í Føroyum.
Hesin veruleikin eigur at
bera sera eyðsýndan mun í
avrikinum við sær, men
hann var lítið eyðsýndur
mikukvøldið. Fótbóltur er
fyrst og fremst eitt liðspæl,
og føroysku spælararnir
vístu, at teir eru betri
samanspældir enn danir eru.
Í 2. hálvleiki hekk betri
saman
hjá
dønum.
Eftiransingarnar dragnaðu
eitt vet, og tað vísti seg
heppið, at Morten Olsen í
steðginum hevði umskipað.
Claus
Jensen
var
snaringspunktið
á
miðvøllinum, og sjálvt um
tað tók langa tíð, áðrenn teir
megnaðu at spæla seg til
upplagdar
møguleikar
(Allan Nielsen stútaði við
síðuna av, og Jens Martin
bjargaði væl, tá sami maður
kom púrar leysur mitt fyri).
Men tað gjørdist alt meiri
vandamikið, tá danir høvdu
bóltin nógv.
Tað var ein brølari
at skifta málverjan út
Danir vóru ovfarnir yvir framgongdina hjá føroyingum, og teir hildu tað vera
ov gestablítt, at tryggi málverjin frá 1. hálvleiki ikki var í málinum eftir steðgin
Føroyar–Danmark
0–2 (0–0)
Á Tórsvølli í Tórshavn mikudagin
16. august 2000, kl. 18.45