Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 21 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 157 - 18. august 2000 Nr. 157 - 18. august 2000 1. Jákup Mikkelsen Herfølge 14 landsdystir/0 mál Vardi málið fyrra hálvleik av dystinum. Má sigast at hava røkt uppgávuna til ful- nar, við tað at danir fóru málleysir til hálvleiks. Var yvirhøvur til reiðar, tá brúk var fyri honum, men tað dregur frá, at hann tykist hava trupulleikar av høgum innleggum nær málinum. Fekk samanumtikið prógvað, at hann eigur at vera fyrsta val millum stengurnar. 3. Óli Johannesen AGF 45/1 Stóð seg væl í verjupart- inum, har hann ofta fekk fatur á donsku royndunum at spæla seg ígjøgnum. Hev- ði eina framúr takkling í seinna hálvleiki, tá hann vardi fyri Dennis Romm- erdal. Hevur tó trupulleikar við at spæla bóltin upp, men spældi seg á ongan hátt av liðnum. 5. Hans Fróði Hansen Sogndal 12/1 Vísti sum vanligt stóra styr- ki í luftspælinum, har hann eisini var ein hóttan fram- man fyri danska málið. Tóktist við hvørt eitt sin- dur tungur tá spælt varð skjótt eftir jørð, men hesin partur av spæli hansara ty- kist tó at batna í stórum. Telist uttan iva millum teir fyrstu 11 komandi lands- dyst. 3.Jens Kristian Hansen B36 35/2 Var helst tann av føroysku miðverjuleikarunum, sum stóð seg best samanlagt. Sterkur í luftspælinum, og fekk eisini fatur á nógvum bóltum niðri á grasinum. Bóltførleikin er eisini so- mikið góður, at hann betur enn hinir verjuleikararnir megnar at spæla bóltin nið- an eftir vøllinum. Var tó atvoldin til frí- sparkið, sum førdi til seinna danska málið, og togar hetta niður í heildarmetingini. 9. Allan Mørkøre HB 50/1 Ein skal leita langt aftur, fyri at finna ein dyst, har Allan hevur havt tað so tru- pult. Tóktist tyngri enn van- ligt, og í einstøkum førum sá hann beinleiðis ótryggur úr. Spældi seg tó nakað upp saman við liðnum, móti endanum av fyrra hálvleiki, men útskiftingin tóktist tó náttúrlig. Eisini havandi í huga, at hann tá hevði fingið gult kort. 8. Julian Johnsson Sogndal 34/1 Eftir at hann í fjør endaði landsliðsárið við tveimum heldur lakum dystum, fekk Julian veruliga prógvað, at hann er sjálvskrivaður lutur á landsliðnum. Arbeiddi sum ein hestur allar 90 minuttirnar, og hó- ast talið av adressuleysum sendingum var í yvirkant- inum, so vigaði talið av vunnum bóltum væl og virðiliga upp móti hesum. At hann so eisini megnar at renna ein av skjótastu bakk- unum í bestu italsku deildini av, sigur ikki so lítið um styrki hansara. Uttan iva besti føroyski leikari í dystinum. 11. John Petersen Leiftur 26/2 Taldist so avgjørt millum bestu føroysku leikararnar í fyrra hálvleiki, har hann var við í stórum parti av framrættaða føroyska spæl- inum. Dugur sum fáur at verja bóltin, soleiðis at tað eisini ber til at spæla beint á, tá ein mótstøðumaður er í rygginum, og kann tí eisini skapa frið um føroyska spælið. Varð í seinna hálvleiki trýstir longur aftur á vøllin, og varð tá ikki eins sjón- ligur, sum hann var fyrstu trý korterini. 6. Sámal Joensen Leiftur 17/0 Tað sær kanska ikki altíð út av so øgiliga nógvum, tá Sámal er á vøllinum, men við evnum sínum at bakka viðleikarar upp, er hann ein av hornasteinunum í roynd- unum at flyta føroyska spælið longur niðan á vøllin. Fekk eisini órógvað nógv av danska uppspælinum, so- leiðis at liðfelagarnir fingu stundir at koma upp á pláss í verjupartinum. Ein av or- søkunum til, at tað eydnað- ist føroyingunum at taka ferðina av danska spæl- inum. 4. Øssur Hansen B68 39/1 Tóktist serliga í fyrra hálv- leiki at hava trupulleikar við at plasera seg, og var fleiri ferðir vandi á ferð, tá danir sluppu oman at hansara baklinju. Spældi seg kortini nakað upp, og hevði eisini eina frálíka frísparksroynd, sum noyddi Schmeichel at vísa síni evni. Er kanska í so bundin at smáspælinum við bóltinum, tá hann í fleiri førum heldur átti at roynt seg við longum skiftum. Stórt sæð positivt Allan Simonsen nýtti 16 leikarar í dystinum móti dønum mikukvøldið, og hóast avrikini sjálvsagt vóru misjøvn, mundi heildarmetingin ikki vera heilt av leið. Niðanfyri verður avrikið hjá einstaka leikaranum lýst í stuttum 7. Uni Arge ÍA Akranes 30/6 Varð tikin fram um Kurt Mørkøre í álopinum, og prógvaði eisini, at hann als ikki verður lættur at syfta av liðnum.. Var beinleiðis óheppin ikki at fáa mál, tá ein dan- skur hælur avrættaði ein fluktara, sum hevði beina kós móti meskunum. Har- umframt átti hann eisini eitt brotsspark, tá Thomas Hel- veg nýtti hondina til at verja fyri skoti. Útskiftingin var tó heilt náttúrlig, tí hetta var eitt upplagt høvi hjá venjara- num at síggja bæði Una og Kurt í samspæli við Toda. 10. Todi Jónsson FC København 40/9 Hevði risamøguleika at skora í seinna hálvleiki, tá hann snildisliga fekk bóltin upp um Schmeichel. Vit fingu tó sjáldan at síggja størstu styrkina hjá Toda, har hann nýtir ferð sína til at renna frá mót- støðuverjuni. Hetta hekk tó eisini saman við, at Rene Henriksen lá ógvuliga djúp í miðverjuni. Í løtum tóktist tað eisini soleiðis, at ov stór- ar byrðar lógu á herðum hansara, soleiðis at føroy- sku leikararnir í løtum ikki gjørdu nóg stóra nýtslu av øðrum álopsmøguleikum. 16. Jens Martin Knudsen Leiftur 51/0 Vardi føroyska málið í seinna hálvleiki, og noydd- ist tvær ferðir í meskarnar eftir bóltinum. Hevði ongan møguleika at verja fyri fyrsta málinum, men átti sín lut í 2-0 máli- num. Hevði annars tvær frá- líkar bjargingar, tá menn vóru leysir, men var eisini heppin í einum føri, tá bólt- urin støkk skeivt upp aftur av vøllinum. Nølaði eisini ov leingi ta einu ferðina, tá sparkast skuldi burtur, soleiðis at vandi kundi staðist av hesum. 17. Fróði Benjaminsen B68 6/0 Fekk ikki so langa tíð á vøll- inum, og kann tí vera heldur torført at meta um avrik hansara. Fekk ongantíð stundir til veruliga at fella inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til. Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen. 15. Kurt Mørkøre Sogndal 30/2 Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroy- ska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við. Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum ann- að tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum. 12. Henning Jarnskor GÍ 35/2 Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar kom- a á vitjan. Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvir- spældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum. 18. Rógvi Jacobsen KÍ 6/0 Kom á vøllin fyri John Pe- tersen seinastu 10 minutt- irnar. Kom í einstøkum før- um væl við í føroyska upp- spælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál Julian Johnsson i hornatøkum við Peter Schmeichel. Ein hending, sum tóktist at órógva danska risan meira enn Julian. Samanumtikið var Julian besti føroyingur á vøllinum Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK Persónliga er eg so als ikki nøgdur, var fyrsta viðmerkingin frá Allani Mørkøre, tá vit eftir dyst- in spurdur hann, hvat hann helt um avrikið móti dønum: Eg minnist meg ongan- tíð hava spælt so illa á landsliðnum. Hinvegin er bert at vóna, at tað er rætt, tá fólk siga, at man ofta spælir illa í vinadystum, fyri síðani at spæla væl, tá á stendur, helt mál- Ikki nóg gott Hóast persónliga avrikið ikki var av tí besta, var Allan Mørkøre kortini hampuliga væl nøgdur um sjálvan dystin JÁKUP MØRK Hóast hann ikki hevur eins nógvar dystir sum Peter Schmeichel, so er Jan Heintze tó tann av donsku leikarunum, sum hevur ve- rið longst við í landsliðs- høpi. Longu í 1987 var hann á landsliðnum fyrstu ferð, og hóast hann misti nøkur ár í hesum sambandi, orsakað av ósemju við fyrrverandi landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen, so eru al- tjóða royndir hansara sera drúgvar. Millum annað var hann á liðnum, Tá PSV Eindhoven í 1988 vann europeisku meistarakappingina, og um- framt nógv ár í PSV, hevur hann eisini roynt seg í týsk- um fótbólti eitt skifti. Venjararnir nógv at siga skjúttin frá minniliga dyst- inum í parkini. Sunnudagin, móti NSÍ, byrjaði ein hálvskaddur Allan Mørkøre á beinkinum hjá HB, og spurdur, um skaðin framvegis darvaði honum, helt hann, at sjálvur skaðin kanska ikki gjørdi so nógv. Hinvegin segði hann seg als ikki hava vant sein- astu vikuna, og at hetta væl merktist á vøllinum. Stóðu væl Var hann illa nøgdur um eg- ið avrik, so helt hann kort- ini, at samanlagt kunnu føroyingar vera nøgdir um avrikið: - Serliga í fyrra hálv- leiki standa vit sera væl á vøllinum, meðan vit ikki eru so væl við í seinna. Úm málið til 1-0 segði yngri Mørkøre maðurin, at Heintze slapp fram við sær, við at spæla bóltin millum beinini, men hin- vegin helt hann, at Ebbe Sand var í so fríur, tá hann við høvdinum beindi bólt- in í málið. Onkrir av donsku fjølmið- lunum hava eftirlýst einum leikara, sum kann taka yvir plássið hjá aldursforseta- num á liðnum, men hin- vegin er eingin teirra í iva um, at Heintze hevur uppi- borið fast pláss á liðnum. Spurdur, hvør orsøkin er, til at hann framvegis er at síggja á landsliðnum, svarar hann, at hann altíð hevur hildið tað verið stuttligt at umboða land sítt. Eisini leg- ði hann dent á, at hann við hesum eisini hevur møgu- leikan til at vera við í at byggja eitt nýtt landslið upp. Hann vísir tó eisini á, at nýggja venjaraparið so av- gjørt eigur sín lut í, at hann játtaði at taka eitt tørn aft- urat á landsliðnum: - Ikki tí, allir venjarar hava sínar dygdir og sínar veikleikar, men tað stuttliga við Morten og Michael er, at teir gera so nógv við tað taktiska. Serliga Morten er ein sannur perfektionist, og tí veit hvør einstakur leikari í smálutum, hvør hansara leiklutur á vøllinum er. Hann legði eisini afturat, at tað hjá sær als ikki var nakar trupulleiki at hava venjarar, sum man sjálvur hevur spælt nógv saman við. Hann vísir á, at støðan í PSV Eindhoven var hin sama, tá Eric Claesen var venjari, og at tá ikki var nakar sum helst trupulleiki. Glaður um dystin Um sjálvan dystin helt hann annars, at føroyingarnir dugdu væl at gera tað til ein torføran dyst hjá dønum. Samanumtikið var hann tó fegin um, at danir fingu væntaðu sigurin í land, og hann tóktist als ikki so ó- nøgdur um avrikið, sum eitt nú danska pressan tóktist. Aldurin er eingin forðing Aldursforsetin á danska liðnum sigur, at nýggja venjara- parið hevur havt stóra ávirkan á avgerð hansara um at halda fram á landsliðnum Elsti maður á danska landsliðnum er Jan Heintze. Hóast aldurin, er hann framvegis eins fegin um at kunna vera við á landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen Tað var ikki bara føroyski 12. maðurin, sum hevði riggað seg til undan dystinum. eisini danskir roligans vóru at síggja á Tórsvølli mynd: Rúnar Reistrup