Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. august 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 157 - 18. august 2000 Nr. 157 - 18. august 2000 JÁKUP MØRK Danskur meistari í vár, og nú eisini á danska A-lands- liðnum. Tað er veruliga líkt til, at Herfølge spælarin, Steven Lustü, hevur gjørt vart við seg í fótbóltshøpi. Stuttligt Sjálvur helt hann tað bara vera stuttligt, at hann so- leiðis fær høvi til at heysta fruktirnar av fram úr góða kappingarárinum, har Her- følge endaðu ovast á sigurs- skamlinum. Sjálvur varð hann í fjør kosin til ársins leikara í fe- lagnum, og eisini í pørtum av donsku fjølmiðlunum vóru røddir frammi, og vil- du hava hann á landsliðið. Spurdur um hetta hevði ávirkað hann, soleiðis at hann nú hevði bíða eftir at koma á landsliðið, svaraði hann, at tað kanska hevði ávirkað nakað: - Tá somikið nógv verður skrivað, er tað sjálvsagt at man lurtar eitt sindur eftir tí. Eg hevði tó ikki roknað við, ella bíða eftir, at koma á landsliðið, men hetta er sjálvsagt ein dreymur, sum nú rennur út. At tað so eisini var í dysti móti Jákupi Mikkelsen, ger bara alt enn stuttligari. Seinastu vikurnar hevur eisini verið skrivað um, at Lustü skuldi verið ávegis til enskan 1. deildarfótbólt, og spurdur um hetta, segði hann, at talan sum so ikki var um nakað ítøkjuligt í løtuni. Hinvegin vónaði hann, at landsliðsúttøkan kanska kundi seta eitt sindur av ferð á í so máta. At dreymurin er at koma uttanlands at spæla, var hann so ikki í iva um, men Heystar fruktirnar Steven Lustü slapp seinastu 10 minuttirnar av dystinum fyri fyrstu ferð at royna seg í landsliðshøpi hinvegin legði hann dent á, at tað einki gjørdi, um hann framhaldandi fer at spæla við Herfølge: - Eg trívist sera væl í fe- lagnum, og tað hevur einki við nakra ónøgd at gera, men sjálvandi hevði tað ver- ið stuttligt, um eg hevði fin- gið møguleikan uttanlands, segði verjuleikarin at enda. Elsti debutanturin í danska hópinum var fegin um, at hann nú kundi heysta fruktirnar av góða kappingarárinum hjá Herfølge Mynd: Álvur Haraldsen Donsku fjølmiðlarnir ikki nøgdir Flestu donsku fjølmiðlarnir eru samdir um, at danir vístu ov lítið í dystinunm mikukvøldið. Føroyska liðið fær tó í fleiri miðlum rós fyri teirra leiklut í dystinum JÁKUP MØRK »Dansk sejr uden dyna- mik«, »Trænerdebut uden glan« og »Stod der en ný tunnel på højkant«. Nakrar av yvirskriftunum í donsku bløðunum, eftir dystin millum Føroyar og Danmark Yvirhøvur tykjast tey at vera samd um, at dan- ska spælið væl kundi verið betri, tá teir vitjaðu í Før- oyum. Ikki nóg beinleiðis Tað, sum miðlarnir serliga fýlast á, er, at danir í alt ov stóran mun royndu seg við smáspæli úti á vøllinum, heldur enn at leggja trýst á føroysku verjuna. Hinvegin eru eisini fleiri rósandi orð til føroyska lið- ið fyri teirra leiklut. Orð sum »robuste« og »energi- ske« eru nærum standard orðingar. Eisini omanfyri nevnda yvirskrift um tunn- ilin, sipar til, at blaðmaðurin hjá Politiken heldur, at før- oyingarnar stríddust, so ein skuldi hildið, at ein nýggjur tunnil frá Nyrup stóð upp á spæl. Serliga eru rósur til Julian Johnsson, sum gav Helveg stórar trupulleikar við djúpu renningum sínum. Annars verður lagt merkis til Toda Jónsson, saman við før- oysku verjuni sum heild. Minnast brotssparkið Ofta eru slíkar frásagnir ikki heilt óheftar, tá tað einamest verður sett fokus á egna lið- ið. Soleiðis er sjálvsagt eis- ini í hesum føri, men eitt nú hevur Jyllands Posten lagt til merkis, at føroyingar vórðu snýttir fyri brots- spark. Danskir fjølmiðlar tykjast samdir um, at føroyingar áttu størri heiður av dystinum, enn donsku brøðir okkara Mynd: Álvur Haraldsen Ansað eftir Slovenia Slovenia megnaði uttan umstrídda Zahovic at vinna 1-0 móti Kekkia. JÁKUP MØRK Hóast góða føroyska spælið í dystinum móti dønum, er eingin orsøk at rokna við eini lættari uppgávu, tá Slovenia um tvær vikur kemur á vit- jan. Vunnu á Kekkia Meðan Føroyar á Tórs- vølli royndu seg móti dønum spældi Sloveniga á útivølli í Ostrava móti Kekkia, og ikki kann sig- ast annað enn, at kom- andi mótstøðulið okkara stóð seg væl. Tað eydnaðist nevnliga slovenum at vinna dystin vð einum máli móti on- gum, og í fótbóltsheim- Kekkia - Slovenia 0-1 (0-0) 0-1: Pavlin 59 16 august. Ostrava Russland - Ísrael 1-0 (0-0) 1-0: Buznikin 82 16 august. Moskva Norðurírland - Jugoslavia 1-2 (1-0) 1-0: Healy 45 1-1: Kezman 63 1-2: Mijatovic 78 16 august. Belfast Sveits - Grikkaland 2-2 (1-2) 1-0: Komisetti 13 1-1: Ouzunidis 20 1-2: Georgatos 23 2-2: Yakin 65 16 august. St Gallen Luksemburg spældi ikki nakran dyst mikudagin Úrslitini í vinadystum hjá hinum landsliðnum í okkara bólki inum verður hetta roknað sum eitt slag av sensatión. Úrslitið verður ikki minni flott av, at slovenar máttu vera hin umstríddu Zahovic fyri uttan. Sum ikki einaferð er hann komin í andstøðu við ven- jara sín, og ivasamt er, um hann verður tøkur til dyst- in móti Føroyum. Skal metast eftir úrslit- unum mikukvøldið, hava føroyingar tó alla orsøk at ansa sær. Zahovic ella ikki! JÁKUP MØRK Arbeiðsgrevið hjá Føroy- um, Julian Johnsson, helt eftir dystin, at sum heild var hann ikki nøgdur um av- rikið. - Vit eru væl við í dyst- inum so at siga allan fyrra hálvleik og eisini í pørtum av seinna, so í so máta var tað kanska ikki so galið. Vit vita tó av, at vit fáa ikki meira enn hasar fimm ella seks møguleikarnar í- gjøgnum ein dyst, og so mugu vit megna at gera nýt- slu av teimum. Tað megn- aðu vit ikki í dag, og tí eri eg ikki heilt nøgdur. Settu ferðina upp Um egna avrikið, sum helst var tað besta føroyska av- rikið mikukvøldið, visti Ju- lian ikki rættuliga, hvat hann skuldi halda. Merk- isvert var tó, at hann sum so ikki tóktist so ógvuliga móður eftir dystin, hóast hann í kilometrum helst var Uni vildi hava brotsspark Íslendski útisetin var tvær ferðir tætt við at skora mál, og Todi Jónsson var ikki nøgdur við at tapa við tveimum málum móti teimum, sum hann dagliga ferðast ímillum fremsti føroyingurin í dyst- inum. Annars helt hann, eina av orsøkunum til, at danir hó- ast alt vunnu dystin, vera, at leikferðin fór upp í seinna hálvleiki: - Teir megnaðu sera væl at fáa nøkur temposkift í spælinum, og í løtum vórðu vit rættuliga koyrdur runt í samanspæli teirra. Hetta viðførdi eisini, at vit í fleiri førum komu í undirtal, tá danir fóru frameftir. Hóast hetta, so helt hann tó stórsta trupulleikan vera væntandi málini, og helst eru eisini fleiri, sum iðra seg um, at ikki onkur av før- oysku royndunum gav úr- slit. Mugu skora upp á møguleikarnar Úrtøkan av møguleikunum eigur at vera betri, heldur Julian Johnsson, sum kanska var tann føroyingurin, sum sam- anlagt stóð seg best Eisini í hesum føri vinnur Julian bóltin. Sjálvur helt stríðsmaðurin, at vit kunnu vera nøgdir um dystin sum heild, men at tað dróg frá, at ov nógvir møguleikar vórðu misnýttir Mynd: Álvur Haraldsen Allan Simonsen hevði aftur hesa ferð valt at seta Una Arge við síðuna av Toda Jónsson í álopinum. Kurt Mørkøre loysti Una av, tá átjan minuttir vóru eftir. Sjálvandi var tað torførari hjá Kurt, enn tað var hjá Una, tí føroyingar vóru minni álopskendir síðstu løtuna. Men skulu vit bara meta út frá avrikunum hesa ferð, so sannførdi toppskjút- tin í næstbestu deildini í No- regi ikki um, at hann næstu ferð eigur sjálvsagdan rætt at vera millum teir fyrstu ellivu. Uni Arge hevði tvær tær bestu royndirnar móti dan- ska málinum: – Eg fari altí9ð at iðra meg um, at fluktarin ikki fór í málið. Eg stóð sjáldsama leysur um brotssparksblett- in, bólturin frá Øssuri var góður, eg høgdi til, og eg rakti bóltin væl, men tíverri megnaði Thomas Helveg at benda bóltinum út um stólp- an. Eg fylgdi bóltinum, og hann hevði kós beint móti horninum, segði Uni Arge. Arge maðurin í Akranesi var sera harmur um, at nor- ski dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki: – Julian Johnsson stútaði bóltin tvørturum til mín. Thomas Helveg vardi fyri við arminum, og eg fati ikki, at dómarin ikki bríkslaði. Eg ivist ikki í, at linjuverjin sá, at tað var brotsspark, men han lætst ikki um vón, segði Uni Arge, sum í dag fer aftur til Íslands. Í viku- skiftinum skal ÍA spæla móti botnliðnum Stjarnuni. Teir í Akranesi hava ikki mist mótið um at vinna meistaraskapin, og teir eru undir øllum umstøðum við í kappingini um pláss í Eu- ropa Cup. Ov lítið beinleiðis Todi Jónsson var ikki nøgd- ur við at hava tapt 2–0 móti dønum: – Eg haldi ikki, at teir vóru so nógv betri enn vit, at teir høvdu uppiborið at vinna við tveimum málum. Teir høvdu onkran møgu- leika, og tað høvdu vit eis- ini. Munurin var, at teir gjørdeu nyttur burturúr tveimum møguleikum. Tað megnaðu vit ikki. Tú fekst eina ferð bóltin inn um Peter Schmeichel, men tú náddi ikki at trýsta hann um strikuna. Tú lá flat- ur í málteiginum. Var talan um brotsspark? – Nei, tað haldi eg ikki, at tað var. Eg varð ikki fel- dur. Hvussu kundu tit havt fingið eitt betur úrslit? – Vit høvdu havt fingið eitt betri úrslit, um vit høv- du megnað at hildið tætt. Men eg haldi eisini, at vit kundu havt verið meiri beinleiðis í framrættaða spælinum. Vit fingu ong- antíð orduligt kontraspæl í gongd, tí vit trillaðu ov ofta ov nógv aftarlaga á vøll- inum. JH Onkuntíð stóð nógv á framman fyri danska málinum. Her er Todi júst í fer við at lyfta bóltin upp um Schmeichel. Tíverri eydnaðist tað kortini dønum at rudda upp, áðrenn bólturin fór í netið til 1-1 Mynd: Álvur Haraldsen