Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 36 - 22. februar 2005 3.000 kr. til sjálvhjálpar- bólk VESTMANNA: Á bygdarráðsfundi týsdagin í farnu viku varð samtykt eitt tilmæli frá fíggjarnevndini um at veita stuðul til ein landsumfevnandi sjálv- hjálparbólk. Hetta er ein sjálvhjálpar- bólkur, sum Anna S. Dals- gaard hevur tikið stig til. Hesin hevur til endamáls at virka sum stuðul fyri børn og ung, sum hava mist foreldur og/ella systkin við deyða. Eftir tilmæli frá fíggjar- nevndini samtykti bygdar- ráðið at lata 3.000 kr. til henda sjálvhjálparbólkin. Karl A. Olsen, bygdar- ráðsformaður í Vestmanna sigur við Sosialin, at fleiri aðrar kommunur eisini stuðla hesum bólkinum. – Vit lótu 3.000 kr. í fjør, og tað gera vit eisini í ár, sigur hann. sb. Strandfaraskip á sleipistøð SAMFERÐSLA: Hesar komandi vikurnar fara fleiri av skipunum hjá Strandferðsluni til viðlíka- hald. Í gjár fór Sam á sleipi- støð, har ymisk viðlíka- haldsarbeiði skulu gerast teir komandi 10 dagarnar. Aftaná fer Ritan á sleipi- støð í umleið tvær vikur. Hetta førir samstundis til ávísar broytingar í sam- ferðsluni. Soleiðis fer Sam at avloysa Rituna hesa tíð- ina, og Ternan loysir Sam av á Leirvíksfjarðarleiðini í umleið fýra vikur. Sildberin fer á sleipistøð hósdagin í umleið tvær vikur. Súlan loysir Sildber- an av hesa tíðina í sigling- ini millum Sand og Skúvoy. sb. Reglugerð fyri heimið við Vallalíð HAVNIN: Tórshavnar bý- ráð hevur nú samtykt reglu- gerðina fyri henda stovnin fyri minnisveik við Valla- líð. Í reglugerðini verður sagt, at endamálið er at geva minnisveikum fólkum úr Tórshavnar kommunu eitt fjálgt heim, har tey fáa røkt alt samdøgrið. Víðari verður sagt, at av- gerð um upptøku til heimið verður tikin av eini upp- tøkunevnd. Henda nevndin verður fyribils sama nevnd- in, sum upptøkunevndin fyri Tórshavnar Ellis- og Umlættingarheim og Tjarn- argarð. Umframt hesi er leiðarin á heiminum eisini við í upptøkunevndini. sb. Vegurin Langi • HoyvÌk • Tel. 353040 • Fax 353041 rs@reyniservice.fo • www.reyniservice.fo Vit bjóða nú 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipanin, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eygsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum · landsins fremstu bilasølu. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prentvillum.