týsdagur 22. februar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 22. februar 2005
5
Baksíðan á
"medaljuni"
Nú feløg eru farin
undir at frysta
smáan upsa, sum
seldur verður til
Ruslands, er nær-
liggjandi at hugsa
sær, at skipini í
størri mun enn
áður fara at leggja
seg eftir at fylla
lastina við smáum
fiski
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
At føroysku virkini
ikki megna at keypa og
virka tann smáa upsan,
sum skipini fiska, og
selja hann av aftur
landinum fyri ein lík-
inda prís, kann tykjast
sum eitt "sjúkueyð-
kenni". Um hetta er so,
duga vit ikki at meta
um, men spell er tað,
at fiskurin ikki skal
koma til sættis í Før-
oyum og verða við til
at skapa tað arbeiði á
virkjunum kring land-
ið, sum brúk er fyri, nú
minni toskur kemur
upp á land.
Tað ber í longdini
ikki til hjá nøkrum
skipi ella fiskimanni at
fiska upsa, sum verður
seldur fyri 2,5 krónur
ella 1 krónu fyri kilo.
Hetta er eingin prís-
ur - og als eingin prísur
fyri tað stríð, sum tað
er hjá manningini at
standa við kryvjipavn-
arnar uppi í heili sam-
døgur.
Tað er tí gleðiligt, at
fiskurin, sum føroysku
virkini ikki síggja seg
før fyri at keypa, kann
seljast frystur í Rus-
landi fyri hampiliga
góðan prís.
Baksíðan á "medalj-
uni" er, at skipini, sum
eru partur av gjørdum
avtalum um frystan
upsa, nú kanska í
minni mun enn áður
fara at royna at fáa
fatur á tí størra fiskin-
um.
Hetta kann so aftur
føra til, at so nógv
verður tikið av smáum
fiski,
at
stovnurin
kemur í vanda - ikki
minst, nú so lítið er at
fáa av toski.
Vit kunnu bert vóna,
at eisini veiðimaðurin
dugir sær hógv og
hugsar um hesi viður-
skifti, tá ið langt verð-
ur út á hav.
Russiska skipið, sum
sølufelagið, Fofish í
Runavík, hevur leigað
til frysting av smáum
upsa, liggur nú við
oljubryggjuna í Sal-
tangará
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað tók sína tíð, áðrenn
skipið kom inn á Skála-
fjørðin, og sambært Leif
Høj, stjóra á Fofish, hava
onkrir trupulleikar nú eisini
verið við frystarínum um-
borð.
Mánamorgunin
lógu
Smaragd og Safir land-
ingarklárir hjá P/F Beta.
Teir høvdu fult skip, eini
240.000 pund av upsa.
Leif Høj segði seg vóna,
at russiska skipið fór at
verða klárt at taka ímóti,
soleiðis at ein partur av
veiðini hjá hesum báðum
skipunum kundi frystast
umborð.
– Menn eru umborð á
russaranum og arbeiða við
frystiskipanini, og vit vóna,
at klárt verður at taka ímóti
í dag, segði hann, tá ið vit
høvdu hann í telefonini
mánamorgunin.
Russiska skipið kann
frysta 25 tons um sam-
døgnið av avhøvdaðum
upsa.
Ábraham Løkin, sum er
hin stjórin á Fofish, segði í
samrøðu við Sosialin í
síðstu viku, at fiskurin
verður skildur hjá P/F Beta
í Saltangará og síðan
koyrdur umborð á russaran,
har hann verður avhøvd-
aður, áðrenn hann verður
frystur.
Sambært fyribilsloyvin-
um, sum Fofish hevur
fingið frá landsstýrinum,
skal bert upsi frystast um-
borð á russaranum, sum
vigar 1,5 kilo ella minni.
Hetta er upsi 4 og upsi 5.
Ein treyt, sum landsstýrið
eisini hevur sett, er, at
fiskurin skal bjóðast út á
uppboðssølu.
Ein ventilur
Vit spurdu Leif Høj um 25
tons um samdøgnið ikki er
ein lutfalsliga lítil nøgd, tá
ið hugsað verður um allan
upsan, sum kemur upp á
land - at hesin er so smáur,
og at so fáir keyparar eru til
hendan fiskin, tí so lítið
fæst burtur úr honum.
Og so er prísurin eisini
hareftir.
Stjórin sigur, at Fofish
hevði ein størri bát í boði,
sum kann frysta 50 tons um
samdøgnið, men felagið
valdi í fyrstu syfti ikki at
taka av, men heldur halda
seg til hetta skipið.
– Russarin kann frysta
eini 300.000 pund um
vikuna, og vit halda, at tað
er ein passalig nøgd til hesa
roynd, sigur hann.
Leif leggur dent á, at
ætlanin ikki er at taka
nakað frá nøkrum við hesi
royndini, men at hetta er
ein roynd at fáa selt tann
smæsta fiskin, sum før-
oysku virkini ikki vilja
hava.
– Vit kunnu siga, at hetta
er ein roynd, ið skal virka
sum ein "ventilur", har
møguleikar eru at geva ein
betri prís fyri tann smæsta
fiskin, sigur hann.
Ábraham Løkin segði í
samrøðu við Sosialin í
síðstu viku, at fiskurin,
sum verður frystur umborð
á russiska skipinum, verður
seldur á russiska marknað-
inum - og etin í Ruslandi.
Hann kemur tískil ikki inn
aftur á evropeiskar markn-
aðir í kapping við eitt nú
føroyskan upsa.
Leif Høj, stjóri á sølufyritøkuni, Fofish í Runavík:
– Russiska skipið »ventilur«
fyri smáan upsa
Tað er ikki bara
sølufelagið Fofish í
Runavík, sum frystir
upsa til russiska
marknaðin, nú upsin
er so smáur, og prís-
urin í Føroyum er so
ógvuliga lágur. P/F
Miðalsbrekka í Vest-
manna fær góðar 4
krónur fyri kilo av
upsa, sum avhøvdað-
ur og frystur vigar
umleið 1 kilo. Hetta
er nettoprísur, sum er
nógv betri prísur enn
skipini fáa frá før-
oysku fiskavirkjunum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Miðalsbrekka, sum
Tummas Christophersen í
Vestmanna eigur, er eisini
farið undir at frysta upsa til
útflutnings.
Felagið hevur gjørt avtalu
við felag, sum í fyrstu at-
løgu hevur útvegað teimum
ein sáttmála í Ruslandi upp
á tilsamans 750 tons.
Somuleiðis er avtala gjørd
við Kollafjord Pelagic um
frysting av fiskinum - og
skiljing, um tað verður
neyðugt.
Upsin, sum skipini fáa, er
so smáur, og á seinasta túri
hjá Vestmenningi og Fram,
sum felagið hevur, var als
ikki neyðugt at skilja fiskin.
Skipini
hava
landað
fyrstu ferð í Kollafirði, og
tey eru úti aftur á øðrum
túrinum, síðan Miðals-
brekka gjørdi hesa avtalu.
Fiskurin verður avhøvd-
aður umborð á skipunum
og verður síðan landaður á
Kollafjord Pelagic.
Sum skilst, hevur virkið í
Kollafirði ætlanir um at
seta upp avhøvdarar, um
hetta í framtíðini verður ein
partur av virkseminum hjá
felagnum.
Ætlanin
hjá
Miðals-
brekku er at frysta tann
smáa upsan og síðan at
selja tann størra fiskin til
eitt nú Føroya Fiskavirking.
Avtalan er, at russiskt
skip kemur eftir fiskinum,
sum síðan verður fluttur
yvir til Ruslands og seldur
á russiska marknaðinum.
Góður prísur
Sosialurin hevur frá álít-
andi keldu fingið at vita, at
prísurin fyri upsan, sum
avhøvdaður vigar umleið
eitt kilo, er 5,80 krónur fyri
kilo, brutto. Tá ið útreiðslur
til pakking, frysting og
flutning eru farnar burtur
av, eru meira enn 4 krónur
eftir av hvørjum kilo ella
neyvari helst 4,20-4,30
krónur. Hetta er munandi
meira, enn reiðaríini fáa
fyri upsa 4 í Føroyum.
Sosialurin veit um eina
sølu í Føroyum nú um dag-
arnar, har reiðaríið bert
fekk 2,50 krónur fyri kilo
fyri upsa 4 og bert 1 krónu
fyri kilo av upsa 5.
Tað var Føroya Fiska-
virking, sum keypti fiskin.
Fiskaseljarar siga, at Før-
oya Fiskavirking klárt hev-
ur meldað út, at felagið
einki vil hava við upsa 5 at
gera.
– Hetta er væl skiljandi,
tí einki fæst burtur úr hes-
um fiskinum, tá ið hann er
so smáur, siga teir.
Sum skilst, hava virkini,
sum framleiða portiónir úr
upsa, tann trupulleika, at
fiskurin er ov smáur til por-
tiónirnar, og tí er hann so
ringur at selja fyri líkinda
prís.
Kollafjord Pelagic frystir
eisini upsa til útflutnings
P/F Miðalsbrekka í Vestmanna, sum hevur trolararnar, Vest-
menning og Fram, hevur gjørt avtalu við felag um sølu av
smáum upsa til Ruslands. Fiskurin verður frystur hjá Kolla-
fjord Pelagic og fluttur av landinum við russiskum frystiskipi
Hetta er russiska skipið, sum
Fofish í Runavík hevur leigað
til frysting av smáum upsa.
Fofish selir nevniliga veiðina
hjá trimum reiðaríum, sum
tilsamans hava fleiri trolarar
Mynd: Vilmund Jacobsen