týsdagur 22. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 36 - 22. februar 2005
Starvið sum
formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag
verður nú
fulltíðarstarv
HAVNAR ARBEIÐS-
MANNAFELAG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hans Joensen fær í hvussu
so er tvey ár afturat sum
formaður í havnar Arbeiðs-
mannafelag
Tað varð avgjørt á aðal-
fundi í felagnum leygar-
dagin.
Og tað var heldur ongin
ivi um, hvønn limirnir vilja
hava til formann.
Tvey valevni vóru, men
Hans Joensen fekk heilar
163 atkvøður. Mótvalevni
hansara, Jóan Karl Dam,
fekk 44 atkvøður.
– Tað taki eg sum eina
dygga álitisváttan, sigur
Hans Joensen.
Samstundis
avgjørdi
aðalfundurin, at formans-
starvið í Havnar Arbeiðs-
mannafelag hereftir skal
vera fulltíðarstarv.
Sostatt fer Hans Joensen
nú úr sínum starvi á Fiska-
virking og fer í starv í
Havnar Arbeiðsmannafelag
fulla tíð.
Hann sigur, at í fjør var
hann 45 dagar úr arbeiði í
sambandi við formans-
starvið í Havnar Arbeiðs-
mannafelag.
– Tað eru ikki allir ar-
beiðsgevarar, sum høvdu
góðtikið tað, men eg má
siga, at í Fiskavirking hava
tey verið ógvuliga lagalig,
sigur hann.
Annars stóru tvey nevnd-
arlimir í Havnar Arbeiðs-
mannafelag fyri vali á aðal-
fundinum leygardagin. Teir
vóru Zakaris Hansen og
Kári Olsen og teir vórðu
báðir afturvaldir. Í nevndini
eru harafturat Zaharias
Thomassen og Jan Mid-
jord.
Sáttmálin sigast upp
À aðalfundinum varð eisini
spurningurin umrøddir um
sáttmálin skal sigast upp
ella ikki. Hans Joensen sig-
ur, at aðalfundurin var ein-
mælt samdur um, at sátt-
málin skal sigast upp Tað
ivast formaðurin heldur
ikki í, at nevndin at taka til
eftirtektar, soleiðis sum
landið liggur í løtuni.
Tó leggur hann dent á, at
enn er onki avgjørt um,
hvørji krøv felagið fer at
seta í samráðingunum.
Sáttmálin gongur út 30.
apríl.
Men Hans Joensen sigur,
at tað er ikki bara lønir, tað
snýr seg um. Talan kunnu
eisini vera um aðrar ábøtur
í sáttmálanum enn sjálv
lønin.
Hann leggur tó dent á, at
við hesum hevur hann ikki
sagt, at ongi lønarkrøv
verða, tí tað er als ikki av-
gjørt enn.
Men
hann
heldur
framvegis, at verkafeløgini
kunnu ikki góðtaka, at
gjóvin ímillum verkafólkið
og lønarbólkarnar við betri
løn, alsamt gerst djúpari og
breiðari.
Í tí sambandi átalaði
hann enn einaferð skatta-
lættan, sum landsstýrið
hevði latið.
– Vit sóu beinanvegin at
hesin skattalætti ikki í nóg
stóran mun kom vanliga
arbeiðaranum tilgóðar og tí
gjørdu vit beinanvegin vart
við okkara misnøgd.
Eitt nú vóru feløgini á
fundi við fíggjarnevndina
– Sum so ofta, tá tú tosar
við politikarar, tykjast teir
at lurta. Men tá tað kemur
til stykkis, kemur ofta stíg-
ur í og soleiðis var eisini
hesuferð.
– Har var onki at gera,
helst tí at flokkarnir í sjálv-
um samgongusamráðing-
unum, høvdu gjørt eina av-
talu um, hvussu skattalætt-
in skuldi vera, segði Hans
Joensen áaðalfundinum.
Áfundinum
avsannaði
hann eisini leysasøgur um,
at Havnar Arbeiðsmanna-
felag ætlar at leggja saman
við Føroya Arbeiðarafelag.
Bygdaráðið í
Porkeri mælir til at
seta eina barna-
vernd fyri alla
Suðuroy og í bygda-
ráðnum í Hvalba
verður mælt til at
øll oyggin setir ein
felags brand-
meistara
SAMSTARV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í
Suðuroynni
verður
framvegis tosað nógv um
samstarv. Í teimum ymsu
bý- og bygdaráðunum í
oynni, hava tey tó ilt við
at
fáa
eyga
á
tey
stóruframbrotini á hesum
øki.
Men nú rógva so tvær
av teimum minnu komm-
unum í oynni í øllum før-
um uppundur at fáa meiri
samstarv í oynni- í tí
smáa.
Í báðum bygdaráðun-
um er sjónarmiðið, skal
talan vera um meiri sam-
starv í oynni, kunnu tær
ymsu
kommunurnar
vísa, at tær meina nakað
við tað við at byrja í
smáum.
Í Porkeri hevur bygda-
ráðið viðgjørt spurningin
um barnavernd. Vágs
Býráð hevur skrivað til
Porkeris kommunu um at
vera við til at gera eina
felags barnavernd fyri
Suðuroyar syðru helvt.
Bygdaráðið í Porkeri
vísir ikki tankanum frá
sær. Men bygdaráðið
heldur, at tað rættasta er
at skipa eina felags
barnavernd
fyri
alla
Suðuroynna.
Sostatt samtykti Por-
keris Bygdaráð einmælt
at mæla hinum kommun-
unum til at skipa eina
felags barnavernd fyri
alla oynna.
Bygdaráðið samtykti
eisini at bjóða hesi felags
barnaverndini
høli
í
Porkeri til umsiting.
Hvalbingar halda eis-
ini, at tað er rætt at byrja
í tí smáa.
Á Tvøroyri hevur bý-
ráðið søkt eftir nýggjum
brandmeistara fyri Áka
Dimon, sum fer frá fyri
aldur.
Á bygdaráðsfundi í
Hvalba
fríggjakvøldið
var eitt sjónarmið, at tað
rættasta hevði verið at
sett ein brandmeistara
fyri alla Suðuroynna,
sum so kundi havt um-
sjónina við sløkkiliðs-
amboðunum
í
allari
oynni.
Hetta varð tó ikki sam-
tykt formliga, men Hval-
ba samstarvar við Tvør-
oyri um brandbil og tað
lá í luftini, at bygdaráðið
í Hvalba skuldi føra hesi
sjónarmið fram, tá ið
høvið beyðst.
Fekk dygga álitisváttan
Leggja upp til meiri
samstarv í Suðuroy
Hans Joensen fekk dygga álitisváttan á aðalfundinum
leygardagin, har ein stórur meiriluti av limunum
valdi hann aftur til formann
Yvir 200 limir vóru á aðalfundi í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin og teir taka allir undir við, at sáttmálin við
arbeiðsgevararnar verður sagdur upp