týsdagur 22. februar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 22. februar 2005
7
Medisinkistan brotin upp
Innbrot var umborð á
einum skipi, sum lá á
Miðvági um viku-
skiftið. Medisinkistan
var brotin upp
POLITITÍÐINDI
Mánanáttina vórðu sterk
pínustillandi evni stolin úr
medisinkistuni á Akranesi,
sum lá við bryggju í Mið-
vági.
Løgreglan
hevur
uppklárað málið.
Klokkan
gott
tvey
mánanáttina fekk løgreglan
í Vágum fráboðan um inn-
brot umborð á Akranesi,
sum lá við bryggju í Mið-
vági. Medisinkistan var
brotin upp, og heilivágur
stolin.
Rímiliga góðar upplýs-
ingar hevði løgreglan og
fór á eina adressu í Mið-
vági, har ein maður varð
tikin fyri innbrotið, sigur
vakthavandi á politistøðini í
Miðvági.
Tað vísti seg, at maðurin
einsamallur hevði verið
umborð á Akranesi og brot-
ið medisinkistuna upp.
Hann hevði verið við bili á
bryggjuni, sigur løgreglan.
Og tann koyritúrin verður
hann so í fleiri førum
ákærdur fyri eisini. Í fyrst
lagi fyri at koyra ávirkaður.
Bæði av rúsdrekka og øðr-
um rúsevnum. Í øðrum lagi
fyri at hava koyrt bil uttan
at hava nakað koyrikort.
Bilin hevði hann lænt frá
einum
vinmanni,
sigur
vakthavandi á politistøðini í
Miðvági. Og hesin vinmað-
urin fær so eisini eina
heilsu frá løgregluni í hes-
um málinum. Nevniliga
fyri at lata bilin til ein per-
són, sum als ikki var førur
fyri at koyra bil.
Maðurin, sum var um-
borð á Akranesi mána-
náttina, er gamal kenningur
hjá løgregluni í Vágum,
sigur vakthavandi.
Løgreglan metir hetta
málið sum fult uppklárað.
Blottari
skuldsettur
Ein ungur maður,
sum vísti seg fyri
nøkrum stórum
smágentum á Argj-
um í seinastu viku,
er skuldsettur fyri
blygnaðarskemd í
fleiri førum
POLITITÍÐINDI
Edvard Joensen
Maðurin, sum í seinastu
viku vísti seg fyri smá-
gentum á Argjum, er nú
skuldsettur.
Hósdagin í seinastu
viku fekk løgreglan í
Havn fráboðan um, at ein
maður hevði nektað seg
framman fyri nøkrum
stórum smágentum.
Hetta hendi við eitt
byggipláss á Argjum,
upplýsir Bergleif Brim-
vik, leiðari á kriminal-
deildini á politistøðini í
Havn.
Ein 13 ára gomul genta
tók myndir av manninum
við fartelefon síni, um-
framt at hon eisini fekk
myndir av bilinum, hann
koyrdi í. Løgreglan kundi
so lesa nummarplátuna og
handtaka mannin.
Maðurin
verður
nú
ákærdur eftir grein 323 í
revsilógini um blygnaðar-
skemd, sigur Bergleif
Brimvík. Hann sigur, at
hetta er ikki fyrstu ferð,
hesin sami maður hevur
verið úti um seg.
Hann hevur eisini ein
dag í januar verið á sama
stað og víst seg. Tá fyri
eini 11 ára gamlari gentu.
– Tað kann vera, at
hann eisini í øðrum før-
um, sum vit ikki vita um
enn, hevur víst slíkan at-
burð, sigur leiðarin á
kriminaldeildini, sum vil
frætta, um so skuldi verið.
Løgreglan metir mynd-
irnar frá fartelefonini sum
nóg gott próvtilfar at fara
í rættin við, sigur Bergleif
Brimvík. So er tað upp til
rættin hvat gjørt verður
við málið.
Revsiramman kann eft-
ir grein 323 vera upp til
fýra ára fongsul fyri tað,
sum á lógarmálið verður
nevnt blygnaðarskemd.
Tó er møguleiki fyri at
linka dómin til hefti, bót
ella
kanska
treytaðan
dóm, har viðkomandi
verður settur í viðgerð,
greiðir kriminalleiðarin
frá.
Umframt hesar báðar
hendingarnar á Argjum, er
maðurin, sum nú er skuld-
settur, ikki frammanundan
kendur av løgregluni.
Ein gamal kenningur hjá løgregluni í Vágum var mánanáttina umborð á Akranesi, sum lá á Miðvági, og stjól sterkan heilivág úr
medisinkistuni
Mynd: Edvard Joensen
Løgreglan í Havn
sigur frá friðaligum
vikuskifti. Okkurt
herverk, ferðslu-
óhapp og annað
smávegis
POLITITÍÐINDI
Tað hevur verið eitt friða-
ligt vikuskifti, letur vakt-
havandi á politistøðini í
Havn at.
Onkur er tikin fyri at
koyra við kenning. Okk-
urt herverk er fráboðað,
og so er eisini onkun-
staðni boðað frá húsa-
ófriði, segði vakthavandi
á politistøðini í Havn, tá
Sosialurin tosaði við hann
mánamorgunin.
– Tað tykist, sum húsa-
ófriður og herverk eru við
at gerast gerandiskostur,
varð sagt av politistøðini.
Eitt minni feðrsluóhapp
hevði eisini verið, har ein
bilførari breyt treytaleysa
víkiskyldu og koyrdi út
har, hann ikki átti at
koyra.
Bert
smávegis
materiellur skaði hendi,
sigur vakthavandi.
ej
Friðaligt
vikuskifti
Útrykningur var í
Eysturoynni mána-
morgunin. Orsøkin
var eitt ferðsluóhapp
á Kambsdali
POLITITÍÐINDI
Eitt ferðsluóhapp á Kambs-
dali mánamorgunin elvdi
til stóran materiellan skaða.
Men fólkaskaði var eingin.
Løgreglan í Runavík
upplýsir, at talan var um
eitt óhapp, har ein bilførari
ikki helt víkiskylduna.
Hann var á veg út av ídn-
aðarøkinum á Kambsdali
og varnaðist ikki ein bil,
sum kom koyrandi eftir
høvuðsvegnum.
Úrslitið
var ein samanbrestur, sum
gjørdi stóran skaða á bilar-
nar. Men persónsskaði var
eingin, tað løgreglan visti
um fyrapartin mánadagin.
Annars hevur vikuskfitið
verið friðaligt í Eystur-
oynni, sigur vakthavandi á
politistøðini í Runavík.
Ítróttargalla við stórari
veitslu var í Runavik um
vikuskfitið. Har var nógv
fólk savnað. Tey hugnaðu
sær og høvdu tað stuttligt,
og løgrelgan frætti einki
meira frá tí, sigur vakt-
havandi.
ej
Ferðsluóhapp á Kambsdali
Lesið Sosialin - so eru tit við