týsdagur 22. februar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 36 - 22. februar 2005
MARKNAÐARRÁK
Stórur spenningur var á
fíggjarmarknaðunum,
tá
amerikanski
tjóðbanka-
stjórin, Greenspan, helt
sína hálvárligu røðu um bú-
skaparlig útlit og peninga-
politikk í senatinum miku-
dagin í farnu viku. Sum so
var einki nýtt í røðuni.
Hann er bjartskygdur við-
víkjandi
búskaparligu
gongdini í USA, og metir,
at hækkandi húsaprísir og
partabrævakursir framvegis
stuðla
øktari
privatari
nýtslu.
Greenspan nevndi sera
lágu lánsbrævarenturnar,
sum hann hvørki helt hóska
til búskaparligu støðuna
ella tær áhaldandi hækk--
ingarnar av leiðandi rent-
uni. Hann tosaði eisini um,
at framleidnið er lækkað.
Hetta kann elva til hægri
prísvøkstur, eitt evni sum
marknaðirnir leggja sera
stóran dent á fyri tíðina.
Tað elvdi tí til rembingar, at
amerikonsku framleiðslu-
prísirnir fyri januar, sum
vórðu kunngjørdir fríggja-
dagin, vóru nógv hægri enn
væntað.
Lánsbrøv lækka av
prísvøkstri
Greenspan og hægri fram-
leiðsluprísir í USA elvdu til
hækkandi lánsbrævarentur
á okkara leiðum í farnu
viku. Hesa vikuna fer
danska 10-ára rentan neyv-
an at nerta botnin á 3,51%
(sí mynd). Tað er tó iva-
samt, um renturnar í Evr-
opa júst nú fara at hækka av
álvara. Evran er aftur er
sterk, búskaparvøksturin er
júst niðurmettur, og stórir
íleggjarar hava enn tørv á
longum lánsbrøvum.
Oljupartabrøv standa
seg væl
Roknskapurin hjá Hewlett-
Packard var góður, men
partabrøvini vóru støðug
farnu vikuna. Norðurlond
hækkaðu einans 0,2%. Í
løtuni leggur møguleikin
fyri hækkandi prísvøkstri
nakað av trýsti á. Olju-
partabrøv standa seg kort-
ini væl. Hesa vikuna kunn-
gera m.a. TDC, Nordea og
Svenska
Handelsbanken
roknskap.
Hesa vikuna
Prísvøkstur verður aftur á
skránni hesa vikuna. Miku-
dagin fáa vit at síggja, um
amerikanskar og týskar
fyritøkur hava megnað at
skumpa teir hægri fram-
leiðsluprísirnar
yvir
á
brúkararnar. Hetta hevur
víst seg at vera trupult
síðstu árini, í stóran mun
orsakað av altjóðagerðini.
Trýstið á marknaðirnar
kann tí halda fram hesa
vikuna.
Prísvøkstur í andgletti
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
5,69
-1,6%
Lánsbrøv í DKK
107,03
-0,3%
JPY
5,39
-1,5%
Evru Lánsbrøv
172,68
-0,6%
GBP
10,79
-0,2%
Norrøn Partabrøv
89,15
-0,4%
NOK
0,90
1,7%
Altjóða Vøkstur
61,36
-0,4%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan.
3,5%
4,0%
4,5%
2004
2005
700
800
900
2004
2005
Vika 8, 2005
www.kaupthing.fo
Nýtt stað til læknan í Kollafirði
Viðtaluhøli verða nú
bygd í miðstaðarøk-
inum í bygdini.
Kostnaðurin er settur
til góðar 3,3 mió. kr.
LÆKNAVIÐURSKIFTI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fyrst helt læknin til í skúl-
anum í Kollafirði. Síðani
varð hann fluttur í gamla
skúlan, men nú skal læknin
so fáa eitt nýtt høli til sínar
viðtalur í bygdini.
Tórshavnar býráð sam-
tykti nevniliga á fundi í
farnu viku at loysa hølis-
viðurskiftini hjá kommunu-
læknanum í Kollafirði sum
skjótast.
Arbeiðið fer at byrja
seinni í ár, men verður kort-
ini neyvan liðugt fyrrenn
komandi ár. Í ár eru játtaðar
2,5 mió. til arbeiðið og
600.000 kr. komandi ár.
Nýggju
læknahølini
koma at liggja í nýggja
miðstaðarøkinum nærhend-
is skúlanum í bygdini.
Nýtt miðstaðarøki
Í eina tíð hevur verið arbeitt
við at útbyggja skúlan í
Kollafirði. Umframt skúla-
stovur hevur eisini komm-
unulæknin havt sítt tilhald í
hesum bygningi.
Men undir arbeiðinum
við útbyggingini varð neyð-
ugt at flyta læknan úr sín-
um viðtaluhøli í skúlanum.
Sum eina fyribilsloysn
varð avgjørt, at viðtalan í
eina tíð skuldi fara fram í tí
gamla skúlanum í Kolla-
firði. Samstundis við hetta
helt arbeiðið fram við at
kanna og lýsa hølistørvin
hjá kommunulæknanum.
Ein arbeiðsbólkur varð
settur at gera eitt uppskot til
eina loysn til nýtt viðtalu-
høli. Í hesum arbeiðinum
skuldi
ein
somuleiðis
kanna møguleikarnar fyri
at heimasjúkrasystrarnar
skuldu fáa høli í sama staði.
Undir kanningararbeiðin-
um kom ein skjótt fram á
staðið, har eitt slíkt við-
taluhøli kundi liggja: Á
nýggja miðstaðarøkinum,
har
læknahølini
kundu
byggjast norðan fyri ítrótt-
arhøllina
og
skúlan
í
bygdini.
Størri bygning fyri
sama prís
Sambært fyrsta uppskotin-
um skuldi talan verða um
ein bygning sum var 186
fermetrar stórur og sum
mettur varð at kosta góðar
3,3 mió. kr.
Fíggingin
av
hesum
bygninginum verður gjørt
soleiðis, at ein hevur tikið
300.000 kr. av íløguætlan-
ini fyri 2004, og at rest-
upphæddin verður játtað
við 2,5 mió. kr. av íløgu-
ætlanini í ár og 600.000 av
ætlanini fyri komandi ár.
Íalt kosta nýggju lækna-
hølini 3,348.000 kr., og tá
eru útgerð, innbúgv og
MVG íroknað.
Seinni hevur ein kortini
broytt hetta uppskotið nak-
að, so bygningurin er vorð-
in nakað størri, men har
prísurin kortini er óbroytt-
ur.
Fundir hava verið í fleiri
nevndum í Tórshavnar bý-
ráði, har henda ætlanin er
viðgjørd.
Kollfjarðar-
nevndin hevur havt málið
til viðgerðar, og hevur hon
eisini mælt til at samtykkja
uppskotið.
Og á fundi í býráðnum
seinasta hóskvøld varð
uppskotið samtykt uttan
atkvøðugreiðslu.
Kommunulæknin í Kollafirði fer nú aftur at fáa pláss nærhendis skúlan í nýggjum viðtaluhølum. Hesi børnini kunnu tí gleða seg
um at hava stuttan veg til lækna, um nakað verður áfatt í skúlatíðini
Savnsmynd