týsdagur 22. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 22. februar 2005
9
Ternan um
Leirvíksfjørð
Næstu tvær vikurnar fer
Ternan at sigla um Leir-
víksfjørð. Sam, sum
vanliga røkir hesa far-
leið, skal á sleipistøð í
einar 10 dagar, og aftan
á skal Sam avloya Rit-
una í einar tvær vikur.
Tí fer Ternan at sigla
saman við Dúgvuni um
Leirvíksfjørð næstu fýra
vikurnar.
Dúgvan røkir sigling-
in frá tíðliga á morgni til
seint á kvøldi, meðan
Ternan siglir meðan
mesta ferðslan er um
morgunin og seinnapart-
in.
ek
Guðrun á
Tjeklistan
Guðrun Sólja Jacobsen er
nú komin í nánd av
hitlistanum
Tjeklisten,
sum P3 hjá Danmarks
Radio stendur fyri. Hetta
er ein sera týðandi hitlisti
í danska tónleikaheimin-
um, og tað hevur nógv at
siga fyri tónleikarar at
koma á hendan listan.
Listin er við 20 sang-
um, men harafturat ger
P3 eisini upp, hvørjir
sangir eru á veg inn á
listan og liggja beint utt-
an fyri.
Hesa vikuna er sang-
urin »Call for You« hjá
Guðrun Sólju Jacobsen
ein av hesum sangum, og
sambært P3 er sangurin
bara trý pláss uttan fyri
sjálvan listan. Júst hesin
sangurin er ein av teim-
um nýggju sangunum á
fløguni hjá Guðrun, har
hon annars tulkar nógvar
kendar sangir hjá øðrum
sangarum og bólkum.
Nýggja
fløgan
hjá
Guðrun Sólju Jacobsen
hevur nú verið úti í góðar
tvær vikur, og í donskum
sjónvarpi síggjast lýsing-
ar fyri útgávuna sam-
stundis sum Guðrun er
ein av teimum kendu
andlitunum í sangkapp-
ingini Stjørna í eitt kvøld.
ek
Nógv føroyskt
Á tí føroyska hitlistanum
15 teimum bestu sleppur
nógvur føroyskur tónleik-
ur at royna seg í løtuni.
Hetta eru fyrst og fremst
upptøkur
frá
teimum
innleiðandi umførunum í
Prix Føroy-um.
Hesa vikuna eru tríggir
Prix-bólkar á listanum –
MMM, Paradox og Side
Effect – umframt sang-
bólkurin SALT, meðan
pH 5,5 og Róp eru mill-
um eykaløgini.
Best umtókti sangurin
á listanum er í løtuni
»Boulevard of Broken
Dreams« hjá Green Day.
ek
– Um ferðsluvanlukk-
ur verða kannaðar av
serkønum fólki, og
niðurstøður verða
gjørdar, so kann tað
styrkja arbeiðið at
fyribyrgja vanlukkur,
heldur Jón Kragesten,
leiðari fyri Ráðið fyri
Ferðslutrygd
FERÐSLA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað kann verða ein stórur
fyrimunur fyri fyribyrging
av ferðsluvanlukku, at ein
skaðanevnd verður sett at
kanna øll álvarsom óhapp
og vanlukkur í føroysku
ferðsluni.
Tað heldur leiðarin fyri
Ráðið fyri Ferðslutrygd,
sum dagliga arbeiðir við at
kunna og upplýsa um við-
urskifti í ferðsluni.
– Vit eiga at kunna stað-
festa, hvat hendi í sam-
bandi við eina ferðsluvan-
lukku og brúka tað í tí fyri-
byrgjandi arbeiðnum. Tað
kann koma at svíða hjá
onkrum, um vit gera al-
mennar niðurstøður um
ferðsluvanlukkur, men vit
eiga at fáa sannleika fram,
sigur Jón Kragesten, leiðari
fyri Ferðslutrygd.
– Eg sigi ikki, at hvør
minsta detalja í sambandi
við eitt ferðsluóhapp skal
fram alment, men vit eiga
at finna fram til veruligur
orsøkirnar og annars eisini
avlíva
leysasøgur,
sum
einki hava upp á seg.
Mangla niðurstøður
Í Sosialinum leygardagin
heitti
forkvinnan
fyri
Ferðslutrygd á landsins
myndugleikar um at seta
eina skaðanevnd at kanna
álvarsom ferðsluóhapp og
vanlukkur.
– Nú er upp á tíðina at
seta niður eina ferðslu-
skaðanevnd, soleiðis at
veruligu
orsøkirnar
til
óhapp og vanlukkur í
ferðsluni kunnu finnast.
Teir 49 dagarnar, sum
higatil eru farnir av hesum
árinum, hava vit mist fýra
mannalív í ferðsluni. Hetta
kunnu vit ikki tigandi
hyggja at og góðtaka, segði
Rúna Sivertsen.
Í løtuni kannar løgreglan
ferðsluóhapp, sjúkrahúsini
viðgera tey skøddu og so
víðari, men tað verður ong-
antíð gjørd nøkur samlað
og endalig niðurstøða um
tey viðurskifti, sum høvdu
óhappið við sær og sum
kanska kostaðu mannalív.
– Tá vanlukka hendir á
sjónum, verður kanning
gjørd, sjóforhoyr hildið og
frágreiðing skrivað. Men tá
ið ferðsluvanlukkur henda,
verða tær ikki kannaðar út í
æsir, soleiðis sum gjørt
verður í grannalondum
okkara, sigur Rúna Sivert-
sen.
Kann styrkja
fyribyrgingina
Ráðið fyri Ferðslutrygd ger
nógv ymisk átøk fyri at vísa
á vandar í ferðsluni, og
hetta verður gjørt bæði um-
vegis fjølmiðlar, við sam-
røðum, vitjanum og á ann-
an hátt.
– Tað hevði verið ein
sterkur boðskapur, um vit
kundu
brúka
veruligar
kanningar av ferðsluóhapp-
um í okkara upplýsing. Tí
eiga vit at fáa serkøn fólk at
analysera ferðsluvanlukkur
og koma við einari niður-
støðu um tey, sigur Jón
Kragesten.
– Ofta eru tað fleiri við-
virkandi orsøkir til, at fólk
doyggja í ferðsluni. Við
eini neyvari kanning av
óhappum kundu vit stað-
fest, hvat fór fram.
Endurskin og hjálmar
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur síðstu árini brúkt
nógva orku til at vísa á
týdningin av endurskini og
hjálmum, og tað hevur
eisini
týdning,
hóast
manglandi endurskin og
manglandi hjálmar eru
orsøkin til lutfalsliga fáar
vanlukkur.
– Tað er sum við kjakin-
um um kyksilvurkanning-
arnar av grind. Kanningar-
nar vísa, at har er ein vandi,
men spurningurn er, um
tann vandin er størri ella
minni enn aðrir vandar og
um hann tekur ov nógv
pláss frá øðrum, sigur Jón
Kragesten.
– Soleiðis er eisini í
ferðsluni. Vit skulu aftur og
aftur vísa á týdningin av at
brúka endurskin, bilhjálm
og eitt nú bilbelti, men vit
hava í einum áliti um null-
hugsjónina eisini víst á trý
øki, sum vit halda skulu
standa frammarliga.
Trý stór vandamál
Við at kanna hagtøl og
annað
er
Ráðið
fyri
Ferðslustrygd komið fram
til teir tríggir størstu vand-
arnir í ferðsluni, sum skulu
standa sentralt í tí fyri-
byrgjandi arbeiðnum.
Eitt eru ungir dreingir,
sum hava havt koyrikoyrt í
styttri tíð, og sum í bili
saman við javnaldrum og
serliga yngru gentum stytta
sær stundir við at koyra í
bili. Hesir bilførarar hava
ikki nakrar serligar royndir,
og ferðin er ofta alt ov høg.
Í nógvum førum kann eis-
ini rúsdrekka verða uppi í.
Tað næstu eru gongufólk,
sum verða koyrd yvir, og
her er tað serstakliga børn
og eldri fólk.
Tað triðja er, at fólk ikki
sita í bilbelti, tá ið tey
koyra. Hetta vandamál er
galdandi fyri allar aldurs-
bólk, og Ráðið fyri Ferðslu-
trygd sigur, at mangan
sæst, at ungir bilførarar, ið
hava latið lív ella eru vorð-
nir avlamnir í ferðsluni,
sótu ikki í bilbelti.
Mangla ferðslu-
politikk
Síðstu tvey árini hevur
Ráðið fyri Ferðslutrygd
arbeitt fyri at fáa ein før-
oyskan
ferðslupolitikk,
sum byggir á nullhugsjón-
ina.
Landsstýrismaðurin
Bjarni Djurholm hevur
hetta undir sær, og í brævi
til Ferðslutrygd í november
mánaði í fjør boðaði Vinnu-
málaráðið frá, at eitt upp-
skot um nullhugsjónina
verður lagt fyri løgtingið í
hesari tingsetuni.
Tíðin gongur nú undan, tí
fyrst í mars er seinasti
møguleiki at leggja uppskot
fyri tingið.
– Høvdu vit nú kunna
fingið ein ferðslupolitikk
samtyktan, og samstundis
víst á nøkur ítøkilig viður-
skifti í ferðslulógini, sum
skulu broytast, so høvdu vit
fingið gongd á hetta ar-
beiðið, sigur Jón Krage-
sten.
Hann mælir eisini til, at
ein serligur bólkur síðani
verður settur at arbeiða við
ítøkiligum málum innan
ferðsluna, sum kunnu forða
fyri óhappum og vanlukk-
um.
Skaðanevnd kann
styrkja fyribyrging
Tað kann verða ein stórur
fyrimunur fyri
fyribyrging av ferðslu-
vanlukku, at ein
skaðanevnd verður sett at
kanna øll álvarsom óhapp
og vanlukkur í føroysku
ferðsluni, heldur Ráðið
fyri Ferðslutrygd
– Tað hevði verið ein sterkur boðskapur, um vit kundu brúka
veruligar kanningar av ferðsluóhappum í okkara upplýsing,
sigur Jón Kragesten, leiðari fyri Ferðslutrygd