týsdagur 22. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 36 - 22. februar 2005
Nú er sligið fast við hagtølum, at tímalønin er ikki hækk-
að meira í Føroyum enn í nøkrum grannalandi tey seinastu
árini. Hetta vísir ein kanning, sum búskaparfrøðingurin
Magni Laksáfoss hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðsmannafelag, og sum varð løgd fram á
ársaðalfundi Havnar Arbeiðsmannafelags leygardagin.
Tvørturinmóti hevur lønarvøksturin hjá tímaløntum í
Føroyum verið væl minni enn lønarvøksturin í Íslandi,
Noregi, Bretlandi og í Danmark. Hetta merkir, at talan hjá
arbeiðsgevarunum um, at tann høgi lønarvøksturin
seinastu árini hevur tikið grundarlagið undan føroyska
kappingarførinum samanborið við kappingarneytarnar er í
andsøgn við nýggjastu hagtølini.
Henda staðfestingin er aftur eitt dømi um, at tað er alt ov
illa statt við hagtølum og útgreinginum í Føroyum. Víst
eru stórir batar hendir seinastu árini, og vit hava fingið
eina vælvirkandi hagstovu, men enn er ikki komið á mál,
og tað er gott, at fakfeløg sjálvi lata slíkar útrokningar og
kanningar gera.
Kanningin vísir, at lønarvøksturin í Føroyum var frá 1991
til 2003 stívliga 25 prosent, samstundis lønirnar í Íslandi
hækkaðu 47 prosent, tær donsku 48 prosent, tær ensku 51
og tær norksu tímalønirnarnar hækkaði heili 57 prosent.
Tí má spurnartekin setast við uppáhaldið um, at "stóri
lønarvøksturin" í Føroyum hevur nervað kappingarførið í
útflutningsvinnuni.
Eftir at føroysku lønirnar ikki hækkaðu í búskparkreppuni
fyrst í 90-árunum, hækkaðu tær rættiliga fitt síðst í 90-
árunum og eftir aldarskiftið. Men kanningin vísir eisini, at
heldur ikki hesi árini hækkaðu lønirnar meira í Føroyum
enn í grannalondunum, sum vit kappast við innan fiska-
virking.
Sjálvandi hevur lønarvøksturin, eins og aðrar tænastu-
veitingar, havt ávirkan á kappingarførið, samanborið við
tað batnandi kappingarførið tey árini í kreppuni, tá tíma-
løn stóð í stað. Men kanningin vísir, at arbeiðsgevarar
kunnu ikki bara fara eftir lønarhækkingini, sum teir tíma-
løntu arbeiðararnir fingu frá miðskeiðis í 90-árunum og
frameftir.
Neyðugt er eisini at kanna og vísa á aðrar orsøkir, sum
hava verið og er medvirkandi til tað minni góða kapp-
ingarførið, sum arbeiðsgevarar siga, at vit hava. Eitt nú
tilrættalegging, effektivitetur, flutningskostnaður, el-
kostnaður o.s.fr., eins og tær høgu samsýningar í tænastu-
vinnuni - grannskoðarar, løgfrøðingar og teldufólk - sum
eisini veitir útflutningsvinnuni tænastur.
Víst eru tímalønirnar ein stór útreiðsla, tá okkara útflutn-
ingsvøra verður tilvirkað, men tað ber ikki til bara at
leggja eftir teimum tímaløntu arbeiðarunum, sum hava
nógv ta lægstu lønina her á landi.
Kanningingin sigur ikki alt, men fyribils má sigast, at hon
hevur víst á nøkur viðurskifti og er eitt gott íkast til orða-
skifti um føroyska lønarlagið og føroyska kappingarførið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroyski lønarvøksturin
nógv minni enn
í grannalondunum!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bogi Hansen
Velbastaður
Í vikuni, sum fór, hoyrdi eg
eitt brot úr orðaskiftinum á
Tingi um orkupolitikk, og
tað var skelkandi.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í orkumálum,
greiddi frá, at hann trúði
ikki uppá, at jørðin ornar,
og hann kom við ymiskum
grundgevingum. Veruleikin
er bara ein annar. Miðal-
hitin á jørðini er vaksin
hesa seinastu øldina; helst
millum eina hálva og eina
heila grad. At mátingarnar
skulu vera skeivar, tí at tær
eru gjørdar í bygdum øki,
er tvætl. Tað er rætt, at hita-
mátarar vísa ov nógv, um
teir eru í bygdum øki; men
hesum verður sjálvandi tik-
ið hædd fyri.
Tað er eisini rætt, at vit í
Føroyum ikki hava merkt
nógv til upphiting hesi
seinastu 50 árini; men tað
broytir ikki tann veruleika,
at jørðin sum heild og eisini
norðara hálva eru hitnaðar.
Haraftrat er tað nú farið at
hitna hjá okkum, eisini.
Mær vitandi, var 2003 tað
heitasta árið, sum er mátað
í Føroyum (síðan 1890).
Um Maldivurnar søkka í
havið ella umvent, sum
Bjarni sigur, veit eg ikki.
Einstøk lond kunnu søkka
ella rísa; men tað sigur onki
um vatnstøðuna í heims-
høvunum, sum heild. Veru-
leikin er, at vatnstøðan sum
heild hækkaði einar 10 - 20
cm í 20. øld.
Tað er í dag ongin grund
til at ivast í, at jørðin sum
heild hitnaði og høvini sum
heild hækkaðu í seinastu
øld. Ein partur var av
natúrligum ávum; men
helst stavaði ein partur
eisini frá dálking, t.v.s. frá
útláti av koldioxidi og øðr-
um evnum. Serliga upphit-
ingin hesi seinastu 25 árini
verður mett at vera av
mannaávum, og tað er lítil
ivi um, at dálkingin fer at
elva til, at jørðin sum heild
hitnar uppaftur meiri, og at
veðurlagið eisini í aðrar
mátar fer at broytast hesi
komandi 100 árini.
Hetta eru næstan allir
serfrøðingar í dag samdir
um. Sjálvandi eru onkur
undantøk. Innan øll øki
finnast fólk, sum vilja
prógva, at allir hinir ser-
frøðingarnir taka feil, og
hetta er funnin fressur hjá
fjølmiðlafólki. Vit hava
hesi seinnu árini hoyrt
nógvar tílíkar søgur og sæð
onkrar sjónvarpssendingar
um hesar djørvu granskar-
arnar, ið verða lýstir sum
hetjur, sum berjast fyri
sannleikanum.
Eftir øllum at døma hev-
ur Bjarni Djurholm sæð
eina av hesum fullkomiliga
misvísandi og tendensiøsu
sjónvarpssendingunum,
sum nýliga var víst, og
ivaleyst kann hann eins og
onnur lata seg ávirka av
henni. Hinvegin helt eg, at
ein landsstýrismaður hevði
eina, um ikki annað so
moralska, skyldu til, at
hava sakligar grundgeving-
ar fyri tí, hann førir fram í
Tinginum. Hann og hansara
umsiting hava allar møgu-
leikar til at fáa meiri álít-
andi tilfar til vega. Meting-
ar av veðurlagsbroytingum
verða regluliga gjørdar av
ymsum almennum stovnum
og av millumtjóða bólkum
undir ST, Arktiska Ráðnum
og øðrum. Hesar metingar
geva eina heilt aðra mynd
enn hana, sum landsstýris-
maðurin í orkumálum bar
fram í Tinginum, og so
frægt mátti hann vitað.
Upprunin til hansara
viðmerkingar var, eftir tí eg
skilti, spurningurin, um
Føroyar skulu taka undir
við Kyoto sáttmálanum ella
ikki. Hetta er ein politiskur
spurningur, sum talast kann
bæði fyri og ímóti, og ein
og hvør má hava loyvi til at
gera sær sína egnu niður-
støðu; men fortreytin má
vera, at niðurstøðurnar
byggja á sakligt grundar-
lag. Hetta átti í hvussu so er
at verið eitt krav til øll
orðaskifti á Tingi. Ein
politikari kann hugsa so:
"Eg veit væl, at vit eru í
ferð við at broyta veður-
lagið á jørðini; men eg
haldi ikki, at Føroyar hava
ráð at gera sítt til at bøta
um gongdina". Hetta haldi
eg persónliga vera jánkas-
ligt; men fyri tað kann tað
vera sakligt. Men, at látast
sum at ongin trupulleiki er,
tá næstan alt próvtilfarið
vísir tað øvuga, tað er bein-
leiðis ósakligt.
At enda ein stutt við-
merking um Kyoto og olju-
framleiðslu. Velur Tingið at
taka undir við Kyoto, fáa
vit eina ávísa kvotu av
koldioxid-útláti, sum vit
ikki mugu fara upp um, og
verður oljuframleiðsla við
Føroyar,
so
kann
tað
kanska verða torført at
halda hesa kvotu. Men,
mær vitandi eru Kyoto
kvoturnar umsetiligar. Rík
lond kunnu keypa kvotur
frá øðrum. Verður olju-
framleiðsla í Føroyum, so
hevði verið løgið, um ikki
Føroyar fingu somikið av
peningi burturúr henni, at
vit kunnu keypa okkum ta
neyðugu eykakvotuna.
vegna Føroya
Ráfiskaseljarafelag,
Árni Joensen
Omanfyri nevndu greiddu
m.a. frá, at tað sum hevur
størsta týdning fyri mark-
naðin uttanlands er lever-
ingstrygd, men at hetta
kunnu tey føroysku fiska-
virkini ikki veita, tí ein av
størstu veikleikunum hjá
teimum er, at tey ongantíð
vita hvørja rávøru tey fáa, tí
skipini kunnu vera vekk nær
sum helst, um tey halda, at
tað júst tá loysir seg betur at
landa aðrastaðni.
Teirra loysn á hesum
trupulleika er størri samstarv
millum virkir og skip, møgu-
liga við heilari ella lutvísari
samanlegging.
Føroya Ráfiskaseljarafe-
lag, sum umboðar allar rá-
fiskaseljarar av botnfiski
skilir ikki, at ráfiskakeypar-
arnir ikki á nakran hátt hava
roynt at loyst henda trupul-
leika við at royna at gera
fastar avtalur við skip ella
bátar um keyp av fiski fyri
eitt ávíst tíðarskeið.
Harafturímóti hava nøkur
skip spurt ávísar fiskakeyp-
arar, um áhugi var fyri at
gera nakrar fastar avtalur um
keyp av fiski fyri eitt nærri
avtala tíðarskeið, men keyp-
ararnir hava ikki so frægt
sum svarað fyrispurningun-
um frá skipunum.
Okkara áheitan til Rá-
fiskakeypararnar er, at tit
heldur gera eina roynd at
loysa trupulleikarnar saman
við okkum í staðin fyri í tíð
og ótíð at fara í fjølmiðlarnar
ella til politikararnar at kæra
tykkara neyð, sum tit kanska
hava eina ávísa ábyrgd av
sjálvir.
Viðmerking til Johannu á Bergi í tjakinum í SvF
15/2-2005 og til Egil Olsen í Sosialinum 17/2-2005
Ábyrgd Landsstýrismanna