týsdagur 22. februar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 22. februar 2005
11
Heilavasking á donskum statshospitali
Jákup Vang
Kæri lesari, nú eru tað nøk-
ur ár síðan eg skrivaði um
psykiatri, og tað av góðum
grundum, eftir míni met-
ing.
Tí, sjálvandi ynskja hesir
læknar, væl uppbakkaðir av
sínum
starvsfólkum
í
heilsuverkinum, IKKI, at
teir verða avdúkaðir sum
nærmast at kalla kvaksalv-
arar.
Hetta eru sterk orð. Men
– eg meti at eg kann standa
við tey.
Og tá eg sigi at tað er av
góðum grundum, at eg ikki
havi skrivað í fleiri ár, er
orsøkin tann, at læknarnir
hava forðað mær á ymsan
hátt.
Millum annað bleiv eg
psykiskt mishandlaður á
Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum
hevði til fylgju, at eg bleiv
strongdur og harvið fekk ov
høgt blóðtrýst, sum aftur
hevði við sær, at hjartað
bleiv ovbyrjað. Og havi eg
nú eitt veikt hjarta og má
taka nógv medisin fyri at
liva.
Hetta kann eg koma aftur
til eina aðru ferð, um Gud
vil.
Lat okkum venda aftur til
yvirskriftina. Hví skuldu
danskir læknar viljað heila-
vaska ein tilvildarligan
persón. Lat okkum líka
nevna ein føroying ???
Sum ofta verður sagt: Ein
góður spurningur. Mítt
»guess« er: Ómegd og ikki
minst arrogansa, hugmóð
og erpni.
Tí, hvør hevur nakrantíð
hoyrt læknar viðganga, at
teir hava tikið feil?
Sum eg fyrr havi verið
inni á: Vísindin droymir um
at stýra verðini. Teir vilja
hava makt. Og tað eru tað
tíverri fleiri, ið vilja.
Tað skal eitast so »pent«,
at teir, læknarnir, vilja
»passificera«
voldiligar
persónar.
Og til hesar royndirnar
brúka teir alla handa midl-
ar. Ein partur hevur tað
vakra navnið medisin. Men
tað er nógv annað »medi-
sin«, sum als ikki er vakurt.
Vit vita um medisin, sum
kann gera fólk ør í høvdin-
um, t.d. lsd, sum hevur
verið nýtt til viðgerð av
sjúklingum. Og vit vita um,
at psykosa kann fram-
kallast kunstiga hjá frískum
fólki.
Og vit kunnu nevna
hypnosu. Í teim skeivu
hondunum er hon lívs-
hættislig. Tað eru nógv
evni, medisin, sum verður
nýtt, sum røra við tað
okkulta. Og har eru psyki-
atarar »ekspertar«. Men
Jesus hann vilja teir treyð-
ugt tosa um.
Sum ungur maður, bert
22 ára gamal í 1960, bleiv
eg innlagdur á Statshospi-
talið í Nykøbing Sj. Og har
bleiv eg, óavvitandi, út-
settur fyri roynd at heila-
vaska meg. Ferð eftir ferð,
minst tríggjar ferðir yvir
eini trý-fýra ár.
Eg var ungur og góð-
trúgvin, setti mítt álit á
læknarnar. Visti lítið og
einki um heilavask. So tað
kom mær ongantíð til hugs,
at læknar í frælsa vestur-
heiminum kundu brúka
slíkar djevulskar hættir,
sum frætt er frá Stalin-tíð-
ini og Koreakrígnum, har
kommunistar nýttu slíkar
harðrendar metodur móti
mótstøðufólki.
Men brádliga nú ein
dagin gekk upp fyri mær,
hvat eg hevði upplivað á
statshospitalinum. Eg segði
við meg sjálvan: Jákup, tú
hevur ongantíð verið svak-
ur. Hetta hevur verið heila-
vask, ella rættari, roynd at
heilavaska teg.
Eg fór so at leita í leksi-
kon um heilavask. Og rætt
var gitt.
Orð til annað samsvarar
tað, sum eg upplivdi á
Statshospitalinum, við tað,
sum er greitt frá í leksikon.
Eg skal stutt endurgeva,
hvussu leksikon greiða frá
heilavaski:
Listinlærdur
psykologiskur teknikkur,
ein langtíðar hvølfull psyk-
isk viðgerð fyri at fáa ein
persón at skifta støðu ella
meining. Við heilavask
framkallast
eingist
og
skuldarkensla,
sjálvsá-
breiðsla, fyri at niðurbróta
alla persónsmensku og
sjálvsálit – tað verður brúkt
psykisk og sosial kroysting,
eyðmýking og spottan.
Fyrst verður persónurin
psykiskt knústur, so hann
gevur seg viljaleysur yvir,
og síðan byggja valdsharr-
arnir hann uppaftur eftir
teirra tykki og idealum.
Hvørji ideal hava mo-
dernaðir læknar, hvønn
moral og etikk??? Mín
sannroynd er, at teir flestu
ikki trúgva upp á Gud og
hansara kærleika. Hvat er
so eftir???
Ífylgi profetin hjá pyski-
atarunum, Freud, er kyns-
lívið alfa og omega. Kær-
leikin er sentreraður um
undirlívið.
Men av tí at eg trúði á
Hin
Altvaldandi
Gud,
megnaðu teir ikki at knúsa
mína persónsmensku. Og
tað vil eg prísa og lova
mínum Frelsara fyri, Jesus
Kristusi.
Henda viðferð, sum eg
fekk, hevði eina meinslan
av sál mín, sum hevur fylgt
mær í øll hesi ár – yvir 40
ár. Og enn beri eg arr og
brek
eftir
sokallaðari
læknaviðgerð.
Men Gud havi lov og
tøkk, at eg eigi Jesus í mín-
um hjarta.
Tað, sum eg harmistmest
um er, at tað framvegis eru
so nógv, so óteljandi nógv
menniskju, sum fáa somu
viðferð av psykiatarum og
heilsuverkinum sum heild.
Palli Dalsgaard
Tað arbeiði vit hoyra um, ið
hjálparfólkini hjá tjóðveld-
is
fólkatingsmanninum
hava gjørt í Danmark hesi
seinastu árini, hevur ikki
tað stóra virði, um tað í
heilatikið
hevur
nakað
virði. Tann ið hevur so góða
tíð kann saktans leita í
gomlum
skjølum
eftir
gomlum syndum. Og størri
mistøkini eru hjá hesum
gomlu knarkunum, ið stýrt
hava land og ríki, fyri øld-
um síðani, størri er frøðin
hjá hesum leitingarfólkum
ið lítið annað hava at hugsa
um. Tað kann gott vera, at
tað er eitt søguligt virði í
hesum skjølum, men tað
skal meira til lívið enn
hettar fullveldismøsni ið er
tann reyði tráðurin hjá
tjóðveldisfólkunum.
Vit hava hug til at gloyma
tað vit hava og hava fingið
gjøgnum tíðina sum farin
er. Sjálvur koyrdi eg rutu-
koyring á Sandoynni í
mínum ungu døgum. Tá var
ikki bilur í hvørjum húsi
sum nú, tí kundu fleiri fólk
samlast um bilin tá hann
kom í eina bygd, og var til
tíðir prátið lívligt. Serliga
uppundir val kundu bylgj-
urnar ganga høgt. Kann
serliga minnast tann eina
morgunin, val stóð fyri dur-
um, orðadrátturin var í so
harðligur, tá eg var liðugur
at avgreiða tað eg skuldi,
og var komin í aftur bilin at
sita, at ein eldri maður kom
inn og lat hurðina væl aftur
eftir sær, og segði við meg:
»Eg havi alla mína tíð verið
sjálvstýrismaður, og síðan
fólkaflokkurin var stovnað-
ur, havi eg valt tann flokk-
in. Men eitt kann eg siga
tær. Tað er Petur Mohr
Dam, sum fekk okkum
fólkapensjónina, og um
hon ikki kom í tí sáligu
stund heðvi tað enda galið í
Føroyum«.
Tað hesin gamli maðurin
segði fyri mongum árum
síðani, er nakað sum tit,
sum hava latið tykkum
stilla upp til valevnir á
javnaðarlistanum, eiga at
leggja tykkum í geyma. Vit
hava ein ómetaligan fyri-
mun við at hoyra saman við
kongaríkinum, og koma
altíð at hava brúk fyri tí
fyrimuni í komandi tíðum.
Fullveldis tosinum liva vit
ikki av, tað skal meira til
hestin enn bóksli, minnist
til tað. Lisbeth Petersen var
ikki við í hesum bólkinum
tað tíð hon sat á Fólkatingi,
og tað gjørdi hon rætt.
Kemur ein javnaðarmaður
á fólkating hesaferð, sum
vónandi hann kemur, so
eigur hann at vera varin fyri
teimum har eru. Vit hoyrdu
Atla Dam í fimmaranum
hettar kvøldið, hvat hann
segði um hattar arbeiði hjá
Norðuratlantsbólkinum,
Atli visti hvat hann tosaði
um.
Út er komin faldari frá
tjóðveldinum um at biðja
velja seg, tí teir eru teir ið
arbeiða. Ikki eiti á arbeiði,
teir sótu við maktini í heili
seks ár, arbeiði hjá teimum
var, tjóðveldistos uppaftur í
sama, hartil fleiri kostn-
aðarmiklar
ferðir
til
Amerika, til hvat mundu
teir neyvan vita sjálvir.
Men rætt skal vera rætt,
síðan
Tjóðveldisfólkini
fóru úr Landsstýrisnum,
hava spurningarnir á løg-
tingi og fólkatingi, frá
teimum verið so mangir, at
tað má vera eitt arbeiði at
minnast til allar.
Norðuratlantsbólkurin
VIÐMERKINGAR
Marjus Dam
Løgtingsmaður
Fíggjarliga eru vit í
mótvindi í løtuni. Loys-
ingarpolitikkurin kost-
aði nógv, tí umframt
skerdan blokk, so lógu
Føroyar og róku fyri vág
og vind á so mongum
økjum. Nógv var tosað.
Mong og kostnaðarmikil
álit vórðu skrivað. Úr-
slitini hava vit so nú.
Men hendur so nógv
nú, sum vit kundu hugsa
okkum?. Tann spurning
kunnu vit seta okkum
sjálvum – vit sum sita í
samgongu.
Eitt er bók at lesa,
annað er skip at føra.
Hetta er so sera rætt.
Í mong ár hevur verið
tosað um, hvussu neyð-
ugt tað vinnuliga er at
hava fleiri beina at
standa á.
Eitt av hesum beinum
er ferðavinnan. Fyri
kortum
kundi
lesast
áhugaverd grein um, at
eitt ferðafólk kastar av
sær tað sum svarar til 1
tons av toski. T.v.s.
40.000 ferðafólk sv t
40.000 tons av toski.
200.000
ferðafólk
svara til.... Áhugavert.
Og vit hava tosað um
ferðavinnu í mong ár.
Vit hava sett okkum
mál. Ella hava vit nú
tað?
Hvussu ber tað til, at
almenna Hetland hevur
vunnið nógvan pening
uppá Norrønu, hóast teir
hava sett nógvan pening
í hesa verkætlan?
Í Føroyum verður tosa
um ferðavinnu frá al-
mennari síðu – men
hvar er almenni áhugin
annars? Hvar er rokni-
stykkið um, hvat ferða-
vinnan hevur kastað av
sær, og kann kasta av
sær?. Og hvar er rokni-
stykkið, um Norrøna
verður mist av landin-
um. Hvat fer tað at
kosta, um ein stórur
partur av ferðavinnuni
fer fyri bakka?
Gamla Norrøna fekk
eitt lán frá tí almenna í
kreppustøðu, og tað varð
goldið aftur eftir fáum
árum.
Eiga vit ikki at kanna
eftir, um tað sama kann/
skal gerast enn einaferð?
Eg haldi, at sjóvegis
vegurin um Norðurat-
lanshav eitur Smyril
Line og Norrøna. Og eg
haldi, at vit skulu syrgja
fyri at hava hendan veg
opnan og á føroyskum
hondum. Uttan Norrønu
kunnu vit gloyma rætti-
liga nógv um ferðavinn-
una.
Ynskja vit at Føroyar
skulu fáa eitt ferða-
vinnubein at standa á, so
eiga at satsa uppá at
hetta kann gerast veru-
leiki, og ikki bert geva
upp, um tað lotar eitt vet
ímóti. Tað er nú, vit
mugu stríðast fyri ikki at
missa alt fyri bakka. Og
eg haldi, at tað kann fara
at vísa seg at verða ein
skilagóð íløga í fram-
tíðina.
Eiga Føroyar ikki at
verða eitt ferðavinnumál
í framtíðini?
Eg haldi, at almennu
Føroyar eiga at kanna
hvat skilagott er at gera,
so Norrøna ikki gleppur
okkum av hondum. Hvat
hevur ferðavinnan, or-
saka av Norrønu givið
Føroyum. Hvat kunnu
vit vinna. Og ikki minst
– hvat kunnu vit missa
við onki at gera og onki
tora?
Latið okkum kanna,
um tað ikki er skilagott
at satsa, og hvat ein
skilagóð satsning er.
Vit tosa um framtíðar
ferðavinnuna. Og eg
haldi, at hon er verd at
satsa uppá. Eg rokni við,
at við skipum sum
Norrønu, kann Norður-
atlanshav gerast eitt
nógv størri ferðavinnu-
øki, enn tað er í dag.
Men um onki skip er,
ja, so ber ikki til.
Eiga almennu Føroyar
at fara inn við 100-200
milliónum? Eg spyrji, tí
at eg haldi, at tað er ein
áhugaverdur spurningur.
Í eigur at verða kann-
aður og svaraður skjótt.
Føroyar sum
ferðamál