Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 36 - 22. februar 2005 Mannbjørn Jákupson Danska fólkatingsvali gav sum væntað eina hampu- liga dygga álitisváttan til sitandi stjórn, tó á ein eitt sindur annan hátt enn spátt beint áðrenn. Verður litið eftur fluktuerandi veljara- kanningunum nakrar mán- aðir áðrenn valið, er tað heilt annaðleiðis enn nógv- ar vísa, ber brá av tilvild- arliga at vera eitt sindur líkari onkrari enn aðrari. Veljarir í Danmark eru meiri óróligir í floksstøðu síni enn eitt og tvey ár- tíggju aftur. Nakað orsakast kanska bara samfelags- menningina, nakað, og knýtt at tí eisini, orsakast minni týdning av flokkun- um, minni limatal í flokk- unum, men nógv orsakast ávirkan frá Onglandi og USA, við stórum fjøl- miðlatýdningi, falsbjóð- andi veljarar. Forsetaval hevur eisini verið tosað um, við sambering til USA sjálvandi. Neyvan hava donsku fjøl- miðlarnir luttikið meir ella minni í valinum enn van- ligt. Neyvan hava teir verið øðrum høvuðsvalevninum meir til vildar enn hinum, sum hoyrist frá sosial- demokratiskari síðu. Men rætt er, at fjølmiðlarnir flest allir hava liberala yvirvág, uttan tó at undirumboða sosialdemokratisku síðuna, so vítt síggjast kann. At sosialdemokratiska fjøl- miðlar eru horvnir við Aktuelt sum størsta og týdningarmesta, er mest teirra egna skyld. Skiljandi er, at sosial- demokratar og SF arar eru vónsviknir av valinum, meðan Radikalu eru ovur- fegnir, tí beint tað úrsliti, teir endaðu á til valið, var reiðiliga tilvildarliga tingað av valrakstrinum, kanska bara teir tveir seinastu dag- arnir, klárt frá tíðani frá stutt áðrenn jól, og meir klárt sum valið nærkaðist. So seint sum tveir dagar áðrenn valið søgdu stand- andi frásøgnir at SF gekk eitt sindur fram, Dansk Folkeparti eitt sindur aftur, sosialdemokratíið nokk so nógv aftur, Radikalu eitt sindur fram, Venstre eitt sindur fram ella í stað, Konservativu eitt sindur aftur. Hetta var onki trygt úrslit fyri Fogh, tí stjórnar- meirilutin og andstøðan vigaði um. Úrslitið gjørdist næstan viðvent í endaligum úrsliti, við SF eitt vet aftur, Danska Folkeparti eitt sind- ur fram, sosialdemokratíið nakað aftur, minni enn spátt, Radikalu nógv fram, Venstre aftur, nokk so nógv, sum ikki spátt, Konserva- tivi eitt sindur fram. Høvuðsinntrykkið er at sosialdemokratíið kláraði at snøgga úrslitið nakað, tá hugsað verður um veljara- kanningar stutt áðrenn, sum peikaðu heilt niður móti 20 prosentum, onkur stóð um 22-23 prosent, Venstre klár- aði ikki at halda skansan, við møguleika til lítlan vøkstur, onkur kanning spáddi heilt upp til 35 prosent, men gekk næstan líka nógv aftur sum sosial- demokratarnir. Venstre er tó framvegis størsti flokkur, annað val á rað, sum longu er nakað av eini katastrofu fyri sosialdemikratarnir, og fingu endurvaldan stats- málaráðharran, sum eisini er søguligt eindømi. Fluktueringin í hinum flokkunum líkist einum klodda krasji, við smá- vegisávirkan á Venstre, neyvan nakra á sosialdemo- kratiska flokkin, við flokk- um vendandi hultur um bultur av stoyti móti hvørj- um øðrum. Sjokkávirkanin kom frá Radikalu, sum tevja ein møguleika, nú borgarliga Danmark breiðir seg so nógv, vinstraflokk- arnir eru í vónleysum leið- aratrupuleikum, um ikki tilverutrupuleikum. Vígvøllurin er liberali, smáintellektuelli miðvøll- urin, við tosi um imhvørvi, globalisering, herundir helst útlendingum, náms- hugmyndafrøði. Her hava teir rakt inná bæði við gularót og sannføring, við at bjóða skattalætta til ein ovara part av intellektuellu, sum eru væl fyri lønarliga, leita eftir hugsjónarligum málum, sum tey ikki halda gomlu vinstravongsflokk- arnir makta, ella evna. Hesin yvirboðspolitikkur, sum til valið fekk nógvar veljarar avtrat í teirra flokk frá øðrum og at koma uttan fyri ávirkan aftaná valið, var heilt týðiligur til sein- astu fjarsýnissamrøðu við floksleiðarinir, tá M. Jelved sleyg út við ørmunum og bað allar útlendingar koma til Danmark. Soleiðis ljóð- aði tað fyri veljarunum, um tað helst var orðað eitt sindur annaðleiðis. Onkur hevur hildið at ovboðið var, men helst er rakt beint á mál, ella um- leið, tí framgongdin var, næstan so stór sum størsti spádómurin, 18 prosent, tað var 17 prosent, nærum dubult av frammanundan. Hesir veljarir eru lutvís nýggir, sum nú ikki fóru til sosialdemokratarnir, lutvís ein góður partur av veljar- um hjá SF, sum var meiri upptikin av at steðga Fogh umvegis við álop á Dansk Folkeparti, frá centrums- demokratunum, sum vórðu yvirtrumfaðir í innflytara- spurninginum. Tann flokk- urin var annars fyri fáum árun síðan innflytarafígg- indaligur, men við støðu- festingini av Dansk Folke- parti sum stuðulflokkar hjá borgarligu høgraflokkun- um frá høgru, yvirtakandi teirra sosial politik til vinstru, er øtti komin á fyri vanda tann vegin, meiri støðugt, at vísa seg. Flokk- urin er stovnaður móti marxistisku høttanini upp- runaliga. Støðan er at klípuflokkarnir, sum Nyrup skuldi hava fyri at fella Slüter, Radikalu, CD, kridtiligu, eru óneyðugir fyri borgarligu síðuna, so- statt ikki lokkuevni tann vegin. Orðastríðið, serliga frá SF, Lykketoft nevndi tað eisini, at ein atkvøða á Fogh er ein atkvøða á Dansk Folkeparti, svarað aftur við, ein atkvøða á Lykketoft er ein atkvøða á Radikalu, við innflytarapolitikki teirra, og SF, enhedsliste minni nevnt hesuferð, vann høgrasíðan, við framgongd til Dansk Folkeparti og Konservativu, afturgongd til SF, frá Venstra, sum ikki broytti javnvágina, um gav eina lítla høgra vinstra bending avtrat frá síðsta valið. Ein borgarligur møgu- leiki um miðjuna VKR, sum onkur veljarakanning spáddi, rakk ikki. Orsaksambindis (kausal) virkningurin var so, at Radikalu gingu fram við at drena vinstravongsatkvøð- ur, sum kundu arbeitt betur, serliga frá SF, Dansk Folka- parti og Konservativu fram, av øtta fyri innflytara poli- tikkinum hjá Radikalu, mest Dansk Folkeparti, tí ein orsøk til framgongdinbi hjá Konservativu var lyfti um skattaniðurskurð, Venstre sigur skattasteðg. Venstre eitt sindur aftur, hevur latið atkvøður til Dansk Folkeparti og kanska nakað til Konservativu. Enhedslistin nokk so nógv fram, av virkninginum, fólk sum ikki dáma innflytara- politikkin hjá borgarligu flokkunum, og sum sosial- demokratarnirt kenna seg noyddar at leggja seg uppat, við illgruna til SF eisini sum stuðulflokkar hjá sosialdemokratunum. Í hesum er helst eisini av týdningi fyri enhedslisten minkandi munurin millum SF og sosialdemokratirnir í EU spurninginum. Endaliga úrsliti var sam- anumtikið umleið tað sama fyri báðar skipaðu síðirnar, við einum manni avtrat til høgrasíðuna í mun til støð- una áðrenn valið. Kundi úrslitið verið ann- aðleiðis? Nakað hevur verið orða- skiftst aftaná valið, um úr- slitið kundi verið stórt ann- aðleiðis. Fogh hevði longi høtt við vali, flóðaldan í fjareystra helt honum aftur frá at útskriva tað fyrr, skilst av bløðunum, varð væntað fyrst í hesum árið. Høttanin hevur helst spælt inn í úrslitið, tí tað fekk andstøðuna til at seta sítt valtól ígongd, persóns- ósemjur har, vongar, og bólkar, avdúkaðu seg, sum kappingarneytar fult so nógv sum stríðsfelagar. Í høvuðsheitinum var tað ikki fremjandi fyri trú- virðið hjá andstøðuni. Sumt bar á brá at stríðs støðu- festini (til aftaná valið) vóru meiri tíðandi enn val- stríðið. Hóast tað kundi úrslitið verið annaðleiðis. Um sosialdemokratarnir hildu mestu afturgongdini aftur, sum næstan eydnaðist, SF gekk fram, sum væntað stutt áðrenn valið, Radikalu gingu nakað fram, og sent- rumsdemokratarnir endaðu innanfyri, kristdemokrat- arnir uttanfyr, eindalistin fram. So hevði vigað um við møguleika til yvirvág. Hetta eydnaðist ikki. Høvuðsorsøkin var, at Radikalu í síðstu fasuni av valstríðnum valdu at føra ein popputan valpolitikk, teimum annars ikki so líkt, við minni aftur til Glistrup, skattaniðuskurð, og popp- uta vinstravongin, við vinstravongsliberalum sjónarmiðum í tí globala spurninginum og skúla- spurninginum. Hetta kom óvart á sosialdemokratar- nar og SF, sum ikki náddu at reagera. Tað liggur í orðunum hjá Holgar, at teir gjørdu ein feil í at friða Radikalu. Fyri SF førdi tað til formansskifti. Summi halda, orðaskiftið í bløðum og sjónvarpi, at høvuðsvandamálið var formenninir í báðum høv- uðsflokkunum til valið, Mogen fogh og Mogens lykketoft. Hetta er lutvís rætt. Fogh hevði eina samda síðu aftanfyri seg við einum skiljandi poli- tikki, Lykketoft hevði eina ikki so samda síðu aftanfyri seg, ósemjan mest við Radikalu, sum síðst í val- stríðnum flirtaðu við VKR møguleika, við ikki so eins- táttaðum politikki. Hetta hevði ikki neyðugt verið so lagnusamt, um nóg stórur vilji var til at vinna, tá á stóð. Politikkurin hjá andstøðuni var ov veikt framførdur í síðsta enda- spurti av valstríðnum, per- sónsspurningurin hevði týdning, Vinstra, Fogh, var friðaður fyri harðari álop. Eitt veikt punkt hjá honum helst, verður ikki brúkt. Hetta var longi týðiligt í valstríðnum seinna millum Nyrup og Fogh. Sosialdemokratarnir gjørdu bara roynd uppá at sleppa úr jamminum hjá Fogh um teir, við, fyri velj- arnir, ov eins ljóðandi poli- tikki, Lykketoft tyktist skiftandi, á útsjónd, millum annað, sum hevði týdning. Hevði at vísa seg, hug at taka stríðið upp við Fogh uppá hansara treytir, ein arrogantan tóna, ístaðin fyri at seta álit til vældámdu profettýpuna, og hava nýggj trúverdug fólk avtrat. Gloymdi fyrsta innstinkti sum formaður. Ístaðin vendi flokkurin, møguliga uttan viðvirkan av Lykke- toft, hesum við, og kom við reyðum klútum fyri eyguni á veljarunum, at Ritt kom vimsandi uppí politikk aftur, í Danmark, gjørdi ikki betur, um møguliga av tilvild. P. Nyrup rørdi ikki ein fingur í valstríðnum, her í familju við, fakfelags- rørslan legði Lykketift á ís, til beint áðrenn valið. Alt í alt skuldi eitt undur- verk til fyri andstøðuna at vinna, sum ikki hendi. Áðrenn valið var spátt, at vann andstøðan ikki yvir Fogh, slapst ikki undan stórvaski í leiðsluni har, Lykketoft, Holgar og Jel- ved ruki, yngri kreftir framat, senstrumsdemo- kratarnir forsvunnu sum flokkur, tá ongin spenn- ingur er um hann sum mið- klípi. Óvist var um kristi- ligu, sum heilt hava skift navn og ham, at vísa seg fyri at líkjast meir katólsku samsvarandi sunnanfyri. Einasta hent tykist er, at flokkurin hevur mist nitsju sína, eitt skandinaviskt samsvar, við greiðum eink- ultmálum, fasadan líkist ov nógv borgarligu stóru flokkunum frammanundan. Ein flokur avtrat var nak- að umvegis vanliga polit- iska spenni, vinstravongs- politikaraleiði helst úttrykk fyri, sum onki kláraði, at gera seg galdandi við valið. Úrslitið aftaná valið var, at Lykketoft tók seg aftur sum formann fyri sosial- demokratarnir, hendi longu valkvøldið, Holgar dagin eftir, Jelved bjargar sær enn, um hon vil, eina tíð, av góða úrslitinum Sentrums- demokratarnir eru helst úr donskum politikki nú. VIÐMERKINGAR Danska fólkatingsvalið síðsta Arábar, kurdar og muslimar Jógvan Jacobsen formaður Unga Tjóðveldisins Føroyskir fjølmiðlar brúka orðini shiamus- limar og sunnimus- limar til at lýsa etnisk- ar bólkar í Irak. Eg meti hesi nøvnini at vera misvísandi. Og eg skal greiða frá hví. Ein muslimur er ein ið trýr á Allah, mu- hamedsmaður. Ein arábi er eitt fólk í ella úr Arábiu ella einhvør ið tosar arábiska mál- ið. Ein muslimur og ein arábi er tískil ikki tað sama. Teir etnisku bólkar- nir, ið føroyskir miðlar nevna shiamuslimar og sunnimuslimar, verða í enskum miðlum nevndir shiaarábar og sunniarábar. Kurdar eru nevniliga eisini sunnimuslimar, men teir eru ikki aráb- ar. Kurdar tosa ikki arábiskt, men kurdiskt og teir hvørki búgva í ella eru ættaðir úr Arábiu. Arábiska mál- ið er afro-asiatiskt. Kurdiska málið er indo-evropeiskt. Før- oyskt er indo-evrope- iskt. Kurdiskt er tískil tættari við føroyskt enn við arábiskt. Kurdar í Irak eru sunnimuslimar. Men tá føroyskir miðlar um- tala sunnimuslimar í Irak eru kurdar ikki íroknaðir. Tá nú irakskir kurdar eisini eru sunnimuslimar, haldi eg tað vera nakað misvísandi, hóast at tað ikki er ósatt. Tí heiti eg á miðlar okkara um ikki at brúka tey misvísandi heitini shiamuslimar og sunnimuslimar, men heldur at brúka heitini shiaarábar og sunniarábar umfram kurdar ella sunnikurd- ar. Keldur: Føroysk orðabók 1. útg. Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Tórshsvn 1998 og 1994-1999 Encyclopædia Britannica, Inc.