Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í sambandi við at P/f Kemilux Industri hevur fingið ISO- 9001 góðkenning, var móttøka í Mykines- gøtu fríggjadagin 18. februar. Tilsamans 14 fólk arbeiða hjá Kemilux Industri MÓTTØKA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Í fleiri mánaðir í fjør gjørdu starvsfólkini hjá Kemilux Industri eitt miðvíst arbeiði við at fáa fyritøkuna ISO- 9001 góðkenda, og 16 de- sember 2004 fekk fyritøkan hesa góðkenning. Fríggja- dagin 18. februar fekk fyri- tøkan handað diplomið við ISO-9001 góðskugóð- kenningini og í hesum sam- bandi var móttøka í Myki- nesgøtu. ISO-9001 góðkenningin hevur stóran týdning fyri Kemilux Industri, sum um- framt heimamarknaðin eis- ini útflytur sína framleiðslu til eitt nú Danmark, Norra, Ísland, Skotland og Kana- da. Tað er Jóhanna Zacha- riasen, góðskuleiðari, sum saman við Sp/f Virkisráð- geving í Saltangára, hevur hevur staðið fyri arbeið- inum við góðkenningini. Det Norske Veritas góð- kenna og sertificera fyri- tøkur, sum verða ISO-9001 góðkendar. Kemilux Industri hevur fingið fíggjarligan stuðul frá oljufelagnum BP-Amo- co til ISO-9001 góðkenn- ingina. Stjóri á Kemilux Industri er Debes Petersen, og Arni Gunnarsson er sølustjóri. Tilsamans 14 fólk arbeiða í fyritøkuni. Søludeildin og goymslan eru á Hjalla, meðan framleiðslan er í Mykinesgøtu. 14 Nr. 36 - 22. februar 2005 Fa. Ageware – nýtt teldufirma í Klaksvík TÍÐINDASKRIV Fa. Ageware er eitt nýtt firma í Klaksvík, sum ger ymisk teldupro- gramm til privatfólk og aðrar brúkarar. Teir hava gjørt fleiri telduprogramm sum t.d. "Time Player 1", "Single Chating" (vision 1), og arbeiða í løtuni við "Single Chating" (vision 2), og "Light dos 0,5", sum er eitt venjingar- programm til at læra børn at lesa og rokna. Fólk eru vælkomin at koma til okkara við sín- um ynskjum, so gera vit programmini eftir tørvi, sigur Theodor Sólbjørg frá Fa. Ageware tel. 274669 (millum kl 18 og 22). Kemilux Industri ISO-9001 góðkenning Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari hjá Kemilux Industri, Símun Hammer, frá Sp/f Virkisráðgeving, Andrass Joensen, frá Det Norske Veritas, og Debes Petersen, stjóri á Kemilux Industri Ein væl nøgd Jóhanna Zachariasen, sum fekk blómur frá stjóranum fyri væl úr hondum greitt arbeiði Fríggjadagin var móttøka hjá Kemilux Industri í Mykinesgøtu. Arni Gunnarsson sølustjóri er uttast til høgru