Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dagurin 22. februar. Pætursmessa. So mætur maður sum apostulin Pætur hevur tveir minningardagar í álmanakkanum, hin er pætursøka tann 29. juni. Søgan um Sankta Pætur, sum stendur við dyr himmiríkis og letur upp og aftur, er komin í av evangelisku frásøgnini í Matt. 16,19 "Eg vil geva tær himmiríks lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli". Pætur er eftir grikska orðin- um petros, sum merkir klettur. Jákup Jakobsen varð føddur hendan dagin í 1864. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Margit Dam Húsavík andaðist leygardagin 19. februar á Landssjúkra- húsinum, 90 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Húsavíkar kirkju hósdagin 24. februar kl. 12.00. Sungið verður úr Sálmabókini. Vegna tey avvarðandi Jóhanna Sofía, Jens Pauli, Høgni og Súsanna Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at Esther Hentze Hvalba andaðist leygardagin 19. februar, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hvalbiar kirkju týsdagin 22. februar kl. 13.00. Familjunnar vegna Hermund og Jórun Tey, ið vilja minnast Esther, kunnu ístaðin lata Hvalbiar kirkju eina peningagávu. Nr. 36 - 22. februar 2005 15 Í dag, týsdagin 22. februar, verður Jens Dalsgaard á Glyvrum 60 ár. Hann hevur síðani 1968 verið lærari í kommunalu skúlunum í Runavíkar kommunu. Jens er ættaður úr Skála- vík. Foreldrini vóru Sigrun og Viggo Dalsgaard. Viggo var sonur Axel Valdemar Dalsgaard, handilsmannin á Mølini, og Sunnevu úr Búrði í Skopun. Jens er elstur av systkj- unum. Honum næstur er Bjarni, sum hevur havt handilin á Mølini, og so eru tað Egil, sum býr í Havnini og Sunneva, sum býr í Runavík. Eftir skúlaárini í Skálavík fór Jens, sum teir flestu í Skálavík fyri sløkum hálvt hundrað árum síðani, til skips. Hann fekk um endan á slupptíðini, tá ið hann var við Godthåb av Tvøroyri, og so var hann messu- drongur við Fiskanesi, sum Hvannasundsbrøðurnir og Esmar Fuglø áttu, og sum Poli hjá Mortani førdi. Eftir at hava verið ein vetur á Føroya Fólkahá- skúla, fór Jens á Føroya Læraraskúla, og har leyk hann prógv í 1967. Men hann var ikki heilt liðugur við skipslívið, og longsulin var stórur eftir at uppliva, hvussu tað var aðra staðni í heiminum. Eftir at hava lokið lærara- prógv sigldi hann eitt skifti úti í verðini - bæði í Fjar- eystrii og Latínamerika. Í 1968 gekk Jens lærara- starv í Runavík, og har hevur hann verið síðani. Lærugreinarnar hjá honum hava serliga verið føroyskt, eingilskt og týskt umframt kunningarlærugreinunum. Hann hevur vakið eygað við móðurmálinum, sum hann leggur stóran dent á at læra næmingarnar at nýta nátúrliga og livandi og ikki stirvið og kunstugt. Før- oyski dansurin stendur frammarlaga millum áhugamálini, og Jens er limur í Eysturoyar dansife- lag. Honum dámar væl at ganga og túrarnir í fjøllun- um saman við systkina- barninum Jens Mariusi Dalsgaard hava verið nógv- ir. Jens giftist í 1970 við Maritu, sum er dóttur Kate og Ernst Hansen á Toftum. Hon er eisini læraralærd og er skúlastjóri á Toftum. Marita og Jens eiga trý børn - Trúgva, Høgna og Sigrun. Teir báðir sigla sum yvirmenn við Mærsk, og hon lesur lívfrøði á lærda háskúlanum í Keypmanna- havn. Jens er heimkærur, og hann og Marita hava havt manga løtuna og frítíðina í barnaheiminum og handl- inum á Mølini í Skálavík. Hann er nærlagdur og um- hugsin í øllum, sum hann fæst við. Javnaðarhugsjón- ina hevur Jens fingið so at siga við móðurmjólkini, og millum frítíðarítrivini er ikki minst lesnaðurin. Jens er væl inni í bókmentum - heima á landi, teimum norðurlendsku og eisini altjóða bókmentum. Føðingardagurin varð hildin á Svangaskarði fyri innbodnum næstsíðsta leygarkvøld. 100 ára føðingardagur Sunnudagin 27. februar fyllir Karl Jacob Sigvard- sen, Gjógv, 100 ár. Dagurin verður hildin við Gjógv frá kl. 13.30 til 17.00. Jens Dalsgaard 60 ár Fríggjadagin 18. februar 2005 fingu hesir seks húsasmiðirnir prógv á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, f.v: Andrias Hansen, Argir, (lærupláss: Finnur Simonsen), Árant Olsen, Leirvík, (lærupláss: Karl Olsen), Bárður Juul Arge Jacobsen, Argir, (lærupláss: S.H. Smið Sp/f), Hans J.G. Thomsen, Syðrugøta, (lærupláss: Svenn Olsen Húsasmið), Høgni Dam, Streymnes, (lærupláss: Bulur Sp/f), Karl Johannesen, Toftir, (lærupláss: Byggivirkið KBH Sp/f). Mynd: Jens Kristian Vang Tekniski Skúlin í Tórshavn: Seks húsasmiðir fingið prógv