Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 22. februar 2005 17 Fyri onkran er tað ein sonn gáta, hví yrkingasavnið »Eygnamørk« hjá Tóroddi Poulsen er innstillað til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Onkur annar fer ikki at undrast, um júst hetta savnið gerast vinnarin, nú virðislønin verður latin mikudagin BÓKAVIRÐISLØN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Á middegi mikudagin fer Norðurlandaráðið at lata sína árligu bókmentavirðis- løn fyri 43. ferð. Umframt heiðurin fær vinnarin 350.000 kr og ein serstakan møguleika at røkka út um landoddarnar sum rithøv- undur. Í ár eru 11 høvundar tilnevndir, og í londunum rundanum okkum verður í løtuni dúgliga gitt og mett um, hvørji hava best møgu- leika at vinna høgtmetta prísin. Her heima tykjast ummælarar rættiliga ójavn- ir á máli um møguleikarnar hjá føroyska kandidatinum Tóroddi Poulsen at vinna við yrkingasavninum »Eygnamørk«. Krutl ella nýskapan Ummælararnir Carl Johan Jensen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru samdir um, at »Eygnamørk« avgjørt er eitt gott og virðiligt boð í norðurlendska hópinum, sum í ár kappast um virðis- lønina. Í einum ummæli beint fyri jól gav Arnbjørn »Eygnamørk« ikki minni enn seks av seks stjørnum, samstundis sum hann segði, at tað skuldi ikki undrað hann, um savnið skaffaði Tóroddi norður- lendsku bókavirðislønina. Meðan Carl Johan als ikki ivast í dygdunum hjá »Eygnamørk« og heldur bókina vera eitt avbera gott yrkingarsavn, væntar hann sjálvur, at tað heldur verður onkur av skaldsøgunum, sum ferð avstað við virðis- lønini í ár. Ummælarin Kim Simon- sen dylir hinvegin ikki yvir, at tað er honum ein sonn gáta, hví Tóroddur Poulsen so ofta hevur verið til- nevndur til hesa virðisløn- ina. Sjálvur gitar Kim, at hetta má vera tekin um, at ov lítið er at velja ímillum, tí hann heldur ikki, at tey, sum tilnevna, í álvara kunnu meina, at Tóroddur nakrantíð ferð at vinna. Tóroddur Poulsen er ein av fáu veruligu føroysku postmodernistunum, og »Eygnamørk« er eitt gott dømi um, hvussu yrkjarin roynir at skapa myndir, óheftar av veruleikanum og siðvenju. Men meðan Arnbjørn Ó. Dalsgarð er sera hugtikin av royndun- um hjá Tóroddi at loysa orðini úr sínum vanliga týdningi og geva teimum nýtt lív og nýggjar týdning- ar, heldur Kim Simonsen yrkingarnar vera mest at líkna við smákrutl. At tær spæla sær við at venda onkrum við ella siga okkurt á ein løgnan hátt er langt frá nóg mikið, heldur Kim, og leggur afturat, at okkurt bendir á, at yrkjarin er ein »keisari«, sum gongur hálvnakin. »Virðislønarbøkur« Endamálið við virðislønini hjá Norðurlandaráðnum, sum varð latin fyrstu ferð í 1962, er at kunna um og skapa áhuga fyri norður- lendskum bókmentum - ikki minst í høðru kapping- ini við enskar bókmentir. Hóast Carl Johan Jensen ikki dylur yvir, at onkrar føroyskar tilnevningar gjøgnum árini høvdu verið betri ógjørdar, heldur hann virðislønina vera eitt frálíkt høvi hjá føroyskum rithøv- undum at gera vart við seg uttanlanda. Trupulleikin er, at vit her heima ikki hava eitt nóg gott forum at lofta teimum føroysku tilnevn- ingunum og hava ikki dug- að nóg væl at fingið sum frægast burturúr. Vinnarin fær sjálvandi altíð nógv uppmerksemi, og tað fekk Rói Paturson eisini, tá hann vann við yrk- ingasavninum »Líkasum« í 1986. Men summi ár hevur eisini nógv verðið gjørt burturúr tilnevningunum, áðrenn virðislønin varð latin, eitt nú við at høvund- arnir eru farnir á upplestr- arferð runt um í Norður- londum. Slíkt skapar áhuga millum fólk og er altíð gott tilfar hjá fjølmiðlunum, vísir Carl Johan á. Sum sagt, væntar Carl Johan, at tað verður ein skaldsøga sum fer at vinna hesuferð. Tað er ongin loyna, at vinnarin ofta hóskar inn í tíðarinnar rák onkusvegna, og beint nú tykist tað sum, at skaldsøg- urnar skapa mest áhuga millum lesarar. Bókin, sum vann síðsta ár, var sera væl- umtókt langt áðrenn, hon varð tilnevnd, og Stormur hjá Einar Kárason var eisini metseljari í Íslandi, áðrenn hon varð tilnevnd í ár. Tað er heldur onki óvanligt í, at ummælarar beinleiðis meta um ávísar bøkur sum meir »virðislønarbøkur« enn aðrar. Hetta skoðsmál hev- ur íslendska Stormur eisini fingið frá onkrum, og beint nú bendir nógv á, hendan bókin er ein av favorittun- um til virðislønina í ár. Hinvegin, onki er avgjørt frammanundan, og tí er eis- ini vert at minnast til, at vinnarin meir enn einaferð er komin rættiliga óvart á tey flestu. Norðurlandaráðs Bókmentavirðislønin: Tóroddur við í fremstu røð Tilnevnd verk í 2005: Danmark Simon Grotrian, Korstogets lille tabel, yrkingasavn, 2004 Kirsten Hammann, Fra smørhullet, skaldsøga, 2004 Finland Monika Fagerholm, Den amerikanska flickan, skaldsøga, 2004 Rakel Liehu, Helene, skaldsøga, 2003 Ísland Einar Kárason, Stormur, skaldsøga, 2003 Sjón, Skugga-Baldur, skaldsøga, 2003 Noreg Karl Ove Knausgård, En tid for alt, skaldsøga, 2004 Stein Mehren, Imperiet lukker sig, yrkingasavn, 2004 Svøríki Maigull Axelsson, Den jag aldrig var, skaldsøga, 2004 Anna Hallberg, På era platser, yrkingasavn, 2004 Føroyar Tóroddur Poulsen, Eygnamørk, yrkingasavn, 2004 Vinnarar seinastu 10 árini: 2004 Kari Hotakainen, Finland 2003 Eva Strøm, Svøríki 2002 Lars Saabye, Noreg 2001 Jan Kjærstad, Noreg 2000 Henrik Nordbrandt, Danmark 1999 Pia Tafdrup, Danmark 1998 Tua Forsstrøm, Finland 1997 Dorrit Willumsen, Danmark 1996 Øystein Lønn, Norge 1995 Einar Már Guðmundsson, Ísland Tóroddur Poulsen er við millum tey fremstu, tá Norðurlanda- ráðs Bókkmentavirðislønin verður latin mikudagin Tað skuldi ikki undrað Arnbjørn Ó Dalsgarð, um Tóroddur Poulsen verður vinnarin mikudagin Carl Johan Jensen heldur Eygnamørk vera eina frálíka bók, men ivast í, um eitt yrkingasavn hevur eins góðan møguleika, sum skaldsøgurnar í ár Tað er Kim Simonsen ein sonn gáta, hví Tóroddur Poulsen fer eftir ferð verður tilnevndur til bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum