týsdagur 22. februar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 36 - 22. februar 2005
Nógvar kirkjur hava
tey seinnu árini út-
vegað sær stórar og
vælljómandi urgur.
Men kirkjuráðini hava
mangastaðni ikki í
sama mun hugsað um
hvør skal leika á
urguna
KIRKJUURGAN
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvønn
halgidag
leitar
kirkjufólkið sær í tær
føroysku kirkjurnar. Har
verða tey fyrst møtt við
klokkuringing,
áðrenn
urguleikarin fer til verka við
sínum præludium, soleiðis
sum hann altíð hevur gjørt.
Soleiðis
er
støðan
mangastaðni, men á ein-
støkum plássum í Føroyum
stendur ikki so væl til.
Urgan er har, men eingin er
leika uppá hana, av teirri
einfaldu orsøk at urguleik-
ari er ikki til.
Henda støðan er ikki
ókend fyri felagið fyri før-
oyskar urguleikarar, og tí
hevur felagið valt at gera
nakað ítøkiligt við hesa álv-
arsomu støðuna. Tí skipaði
felagið fyri fundi leygardag-
in at tosa um hesi viðurskift-
ini, saman við urguleikarum
og øðrum áhugaðum.
Mong evni vórðu tikin
fram á hesum fundinum,
hvørs endamál var at lýsa
støðuna í teimum ymisku
kirkjunum, og síðani stinga
út í kortið, hvat gerast kann
fyri at bøta um hesa støð-
una í framtíðini.
– Tað er lítil nytta í at
hava eina stóra og vakra
urgu í eini kirkju, um eing-
in er at spæla uppá hana,
sum tikið varð til.
Arbeitt hevur verið við at
skipað eina tónleikalinju
fyri kirkjutónleik undir
Musikkskúlan, her ein hevði
møguleika at læra ungfólk
upp til komandi urguleikar-
ar. Greitt er, at mong av
teimum eldru halda bert á
sum urguleikarar, tí eingin
annar er at taka yvir. Spurn-
ingurin er, hvussu leingi tað
ber til at halda fram við eini
slíkari loysn.
Á fundinum í Fríðriks-
kirkjuni á Toftum vóru 25
fólk savnaði at tosa um hetta
viðkomandi evnið. Semja
var um, at hetta hevði verið
ein góður og gevandi fund-
ur. So er bert eftir at vóna, at
nøkur av málunum, ið
umrødd vórðu, kunnu gerast
til veruleika.
Hvør skal spæla?
Hesi seinastu árini hava
nógvar av kirkjunum útveg-
að sær stórar, og harvið eis-
ini kostnaðarmiklar urgur.
Ein sigur, at urgan kostar so
og so nógv, alt eftir hvussu
nógvar røddir hon hevur.
Hevur hon t.d. 30 røddir,
kann urgan lættliga koma at
kostar einar 3 mió. kr.
Eingin ivi er um, at allar
hesar urgurnar eru eitt satt
prýði inni í kirkjuni og geva
sálmasanginum eina eyka
dimensjón, tá væl verður
spælt undir til sálmasangin.
Men trupulleikin er mang-
an, at ov fá eru sum halda
seg framat, tá spælast skal.
Í mongum av smærru
kirkjunum eru tey í teirri
støðuni, at trupult er at fáa
urguleikarar til tær vanligu
tænasturnar, hóast kirkjan
Urgan er stór men
Ikki er eins lætt hjá
øllum kirkjum at
manna urgurnar.
Nógvir urguleikarar
halda tí fram í tæn-
astuni, hóast aldurin
er høgur
KIRKJUURGAN
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tann stóra undirtøkan til
fundin á Toftum vísti til
fulnar, at tørvurin á urgu-
leikarum í Føroyum er eitt
mál, sum hevur áhuga bæði
á Sandoynni, Suðuroynni,
Havnini,
Eysturoynni,
Norðoyggjum, Vágum og
aðrastaðni við.
Í nógvum kirkjum, ser-
liga teimum stóru, stendur
væl til við urguleikarum.
Við
nógvar
av
størru
kirkjunum eru ofta upp í trý
fólk, sum kunnu skiftast
um at røkja hesa tænastuna
- t.d. við Fríkrikskirkjuna á
Toftum.
Aðrastaðni er munandi
truplari. Í onkrari kirkju er
bert ein einstakur urguleik-
ari, sum í allari eyðmýkd
hevur spælt so trúfast í
mong ár, - og sum fer at
spæla, so leingi viðkom-
andi orkar og heldur seg til.
Orsøkin er hin einfalda, at
eingin er taka yvir ella at
skifta við.
Her er ofta talan um
kvinnur og menn, sum eru
komin væl upp í árini, men
sum vilja halda fram í hesi
tænastuni, nettupp tí at hetta
er ein tænasta fyri kirkjunn-
ar Harra og kirkjuna, sum
tey eru góð við og vilja offra
seg fyri, uttan at fáa løn ella
samsýning aftur fyri.
Dømi er um eina kirkju í
eini lílari føroyskari bygd,
har ein einasti urguleikari
situr og ger tað sum hann
kann, hóast aldurin ikki júst
talar fyri at hesin átti at havt
hug ella orku at spælt
longur, tá ein altso er farin
væl upp um tey 80 árini!
Eingin
avloysari
tykist
vera, og spælir hesin tí við
sama lag, halgidag eftir
halgidag.
Onkur vil kanska halda,
at tey sita rimmaføst á
urgubeinkinum og vilja
ikki loyva øðrum urguleik-
arum at sleppa framat.
Hetta er kortini ikki rætt, tí
sum ein luttakari á fundin-
um segði tað so rámandi:
"Eg flyti meg í somu løtu,
sum onkur annar vil taka
við eftir meg!"
Við ella
uttan
tónleik
Tað finnast fleiri kirkjur í
Føroyum har eingin urga
finst. Her savnast fólk
eins væl til gudstænastur
og aðrastaðni, tí tey vilja
koma saman við øðrum
fyri at lurta eftir Guds
orði og saman við hinum
lovsyngja Gudi fyri tað
hann er, og fyri tað, hann
hevur gjørt fyri okkum.
Tað kann vera, at sálma-
sangurin gongur betri og
lættari við urgu. Men tað
ber eisini til at syngja
uttan fylgispæl av nøkr-
um slagi.
Eitt dømi um hetta er á
Toftum, har tey seinasta
heyst skipaðu fyri stórum
tiltaki, í samband við tann
stóra dagin hjá tóna-
smiðinum Hans Jacob
Højgaard. Hetta tiltakið
umfataði eisini sang frá
einum barnakóri, sum
hesin tónasmiðurin í síni
tíð skrivaði fleiri løg fyri.
Til tiltakið vórðu savnað-
ar ungar gentur saman at
syngja hesar vælkendu
barnasangirnar, ið eru
skrivaðir til tríggjar rødd-
ir uttan fylgispæl. Spurn-
ingurin hjá kórleiðaran-
um var: Tíma hesar ungur
genturnar at syngja hesar
sangirnar, uttan nakran
tónleik afturvið?!
Og tað tímdu tær sera
væl. Kórleiðarin gjørdist
nevniliga bilsin av gent-
unum, tí sum tær søgdu:
"Uttan ljóðføri hoyra vit
so væl hvørja aðra. Og tá
er tað eisini stuttligari at
syngja".
Sanggleðin
má stimbr-
ast heilt úr
1. flokki
Ein royndur urguleikari
og tónasmiður var eisini
við á fundinum.
Hansara sannføring var,
at skal ein fáa líkinda
sangarar í dag, so er
neyðugt at skúlin longu í
1. flokki byrjar við góðari
undirvísing í sangi. Byrj-
ar ein fyrst, tá næmingar-
nir eru komnir í 6. flokk,
er tað næstan ovseint.
Hann hevði roynt hetta
við
sangundirvísingini
longu í 1. flokki í einum
føroyskum
skúla,
og
kundi staðfesta, at tað
hevði givið úrslit.
– Tað var møtimikið, og
tað tók sína tíð, men tað
var stríðið vert, segði
hann.
80 ár og spælir enn urgu
Urguleikarar úr øllum landinum vóru á fundinum - her
síggjast Súni Kristiansen av Skála og Knút Olsen úr Havn