Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 22. februar 2005 19 urguleikarnir fáir Tann øvugta verð í Noregi Í Føroyum hava nógvar kirkjur góðar og kostnað- armiklar urgur, men hava samstundis trupult við at "manna" tær. Ein luttakari á fundinum vísti til eitt dømi úr Nor- egi, har støðan als ikki kundi samanberast við hana her hjá okkum, tá ein kirkja skuldi útvega sær eina urgu. Talan var í roynd og vera um eina fullkomuliga øðrvísi hugsan. Í hesum døminum mátti ein í longri tíð gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa røttu myndugleikar at skilja týdningin av at kirkjan mátti hava eina nýggja urgu. Men tá so urgan var komin í kirkj- una, var als eingin trupul- leiki at fáa játtan til ein vælútbúnan urguleikara. – Í Føroyum er tað næstan øvugt, segði hesin urguleikarin. Lønt fólk og tómar kirkjur Í samband við fundin fyri urguleikarar kom í farnu viku ein viðmerking við telduposti til redaktiónina á Sosialinum. Her verður m.a. tosað um teir profesjonellu urguleikararnar sum ein spurning, ið avgjørt eigur at verða tikin upp í kirkjuni. – Skulu vit gjalda nógv- an pening fyri hesar væl útbúnu urguleikarnar í kirkjum okkara? Hvat við hinum kirkjutænarunum – klokkara og dekni?, varð spurt. Tað kann vera so lætt, bara at betala seg frá øll- um, tá kirkjan bara kann álíkna meiri í kirkjuskatti frá fólki. – Men tann stóri spurn- ingurin er: Fáa vit eina betri kirkju burtur úr tí? – Er ikki vandi fyri, at vit fáa danskar tilstandir í Føroyum: Løntar kirkju- tænarar og tómar kirkjur?! Nútíðar sálmar vanta Eitt av málunum hjá Urguleikarafelagnum verður at skipa fyri einum skeiði fyri tey, ið hava hug at skriva nútíðar sálmar. Hetta skal eftir ætlan gerast í samstarvi við Prestafelagið og Rit- høvundafelagið. eigur eina vakra og ikki minst vælljóðandi urgu. Her hevur ein oftast havt eina traðkiurgu – ella pumpu- orgul, sum summi nevna tað -, men sum var so illa farin, at hon ikki gjørdist aftur. Her hevur Kirkjuráðið valt at skifta ta gomlu urg- una út við eina spildur- nýggja, - men hevur í hes- um sambandi ikki í sama mun hugsað um, hvør per- sónur sum skuldi seta seg við hesa urguna. Av hesi orsøk er støðan mangastaðni tann, at allar umstøður og allir karmar eru til at fáa gott undirspæl til sálmasangin, men at eingin er at fylla hesar karmar. Serliga ikki, um ein hugsar um at fáa hendur á urguleikarum sum eru væl útbúnir til hetta. Fundur í Fríðríkskirkjuni eftirlýsti tí enn einaferð eina skipaða undirvísing í urguleiki og fyri verandi urguleikarar. Undirvísing og Musikkskúli Hetta við undirvísingini av verandi urguleikarum og ikki minst av nýggjum, er ikki eitt nýtt mál. Felagið fyri teir føroysku urguleikararnar hevur áður tosað bæði við landsmynd- ugleikarnar og teir kirkju- ligu myndugleikarnar, men enn er so ikki hent stór- vegis í hesum høpi. Fyri at bøta um støðuna hava nógv uppskot verið frammi: Ein hugsan var at fáa eina skipaða tónleika- linju fyri kirkjutónleik lagda undir tann føroyska Mus- ikkskúlan. Her hevði ein møguleika at fáa fatur á spírum til komandi urgu- leikarar. Hugsanin var her, at ein t.d. lat næmingarnar ganga til undirvísing í klaveri trý tey fyrstu árini, fyri síðani at bjóða teimum undirvís- ing í urguspæli, bæði við elektriskari urgu og við kirkjuurguna, sum summi skýra sum drotning ljóðfør- anna. Við hesum varð vónað, at ein kundi fáa ein hóp av ungum fólkum, sum so líðandi vildu átaka sær upp- gávuna sum urguleikarar við tær føroysku kirkjurnar. Hugskotið er gott, men enn er so ikki nógv ítøkiligt hent á hesum økinum. Eingin ivi er tó um, at tørv- urin á nýggjum urguleikar- um minkar ikki, so hvørt sum árini líða. Munur á kirkjutænarum? Ein annar afturvendandi spurningur er løn ella sam- sýning til urguleikararnar: Skulu teir hava samsýning fyri tænastuna? Vilja teir hava samsýning fyri tæn- astuna? Ella skal tað vera neyðugt við eini samsýning fyri at fáa urguleikarar? Onkur vil helst siga sum so, at ber tað til í framtíðini at hava eina kirkju við vælútbúnum urguleikarum sum haraftrat skulu hava eina tilsvarandi løn fyri arbeiðið ella tænastuna, teir gera? Og hvussu við hinum kirkjutænarunum, ið eisini gera ein stóra og trúfastan gerning í teirri kirkjuni, teir eisini eru so góðir við. Skulu hesi fólkini so eisini lønast? Skal ein til at gera mun á einum klokkara sum "bara" ringir. Ella er tað meiri, at fyrireika seg frammanund- an við einum lestri ella við at venja sálmarnar, enn hjá einum øðrum kirkjutænara, sum ikki hevur hesar fyri- reikingarnar frammanund- an fyri neyðini? Urguleikarin er í øllum førum í teirri støðuni, at hann skal kenna sálmarnar frammanundan gudstæn- astuni. Spælir hann við eina av størru kirkjunum krevur hann eisini at finna fram tað urguljóðið sum sálma- teksturin leggur upp til. Men hvussu í teimum smærru kirkjunum á fjar- skotnum plássum? Tær hava ikki altíð so lætt at fáa fatur á urguleikarum, og kunnu tí í framtíðini verða noyddar at fáa sær áður- nevnda tól, har urgan í roynd og veru spælir sjálv. Tað er ikki øll sum dáma hesa loysnina. "Tað ljóðar so kalt, tá tað er ein mask- ina sum spælir", tók ein til. Samsýning ella ikki Spurningurin um samsýn- ing er tí eisini viðkomandi í hesum prátinum. Summa- staðni eru urguleikararnir settir í starv við fastari løn, meðan teir aðrastaðni ikki fáa nakað aftur fyri. Eitt uppskot um hetta er gjørt, har ymsir tættir í við- urskiftunum hjá urguleikar- unum eru tikin upp. Ein av spurningum er samsýning- in fyri at spæla, - ein spurn- ingur sum ikki er eins væl dámdur av øllum, m.a. tí at slíkt hevur ikki verið sið- venja í Føroyum. Í hesum uppskotinum verður m.a. skotið upp at samsýningin verður roknað út í mun til fólkatalið í bygdini, av teirri einfaldu orsøk at í smáum bygdum eru færri herðar at bera hesar byrðarnar. Skal ein skipan av hesum viðurskiftum setast í verk, er neyðugt við lóggávu á økinum. Henda finst ikki í dag, og tí eru umstøðurnar so ymiskar frá einum plássi til annað. Víst verður m.a. til eina danska lóg, sum sigur at tað einans kunnu setast urgu- leikarar í starv í støðum, har tað búgva fleiri enn 2000 fólk. So henda skip- anin hevði riggað sera illa til okkara serføroysku við- urskifti. Tí liggur enn ein stórt arbeiði eftir at gera, fyrrenn hesin spurningurin verður loystur. Ella sum sagt varð á fundinum: "Neyðugt er at hyggja frameftir. Tí mugu vit broyta siðvenjur og hugsa um framtíðina hjá kirkju okkara". Flyta kirkjutíðina fyri urguleikaran Aðrastaðni hevur ein funnið fram til heilt aðrar loysnir, við at fáa fólk úr øðrum bygdum ella býum at røkja hesa tænastuna við guds- tænastuna. Eitt dømi um hetta er við kirkjuna í Hvannasundi, har annar urguleikarin kemur úr Klaksvík, tá hann eigur at spæla. Og í norðaru helvt av Suð- uroynni hevur ein lagt guds- tænastutíðirnar soleiðis, at urguleikarin spælir við eina kirkju til vanliga kirkjutíð kl. 11, og síðani kann hann røkka til hina seinnu kirkjuna, hvørs gudstænasta byrjar kl. 12:30. Uppaftur í øðrum kirkj- um er eingin urga ella ein teldustýrd urga. Í Kirkju- bøar kirkju finst eingin urga, so har verður sálma- sangurin stýrdur av einum forsanga. Hetta sama ger seg eisini galdandi við aðr- ar kirkjur í landinum. Teldustýrd urga Við Gjáar kirkju var ein í teirri støðuni, at tá eingin urguleikari var, mátti ein finna fram til eina heilt aðra og meiri tøkniliga loysn. Har hevur ein tí útvegað særeina teldu, hagar allir sálmarnir eru spældir inn, og har ein bert við at trýsta á knøttin "play", kann spæla allar sálmarnar í sálmabólkini til felagssang- in. Øll aftursvarini undir gudstænastuni kunna somuleiðis fáast fram úr hesum tólinum. Tá talan er um tænastuna sum urguleikari, so tosar ein ikki bert um ta vanligu gudstænastuna sunnudag. Her er eisini talan um allar gudstænasturnar í samband við tær stóru høgtíðirnar – jól, páskir og hvítusunnu – kanska einar 70 um árið. Umframt hetta er somu- leiðis talan um urguspæl, tá kirkjufólkið savnast við gleði og sorg í mannalívin- um: Tá barnadópur og gift- armál eru, men eisini tá jarðarferð er á skránni. Hesar tænastu eru ójavn- ar frá einum staði til annað, men serliga við kirkjurnar í høvuðsstaðnum eru nógvar tænastur av slíkum slagi. Høvið varð eisini at royna nýggju urguna í Fríðríks- kirkjuni. Oddvør Johansen treður her urguna meðan hon spælir nakrar útsetingar yvir føroysk løg, sum Jens Mortan Mortensen, for- maður í Urguleikarafelagn- um hevur gjørt. Aðrir roynd- ir og minni royndir urgu- leikarar líða við áhuga á vakra spælið Teir báðir hava felags bakgrund og hava nógv at práta um, tá tað snýr seg um urguleik – vm. Heðin Askham Olsen, sum vit kenna úr tónleikabólkinum "I Am" og sum er urguleikari við Hvannasunds kirkju, og Jónsvein Eliassen urguleikari við Leirvíkar kirkju. Millum teir báðar sæst enn ein kendur tónleikari, Ólavur Hátún