týsdagur 22. februar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 36 - 22. februar 2005
Finalistarnir
Umframt Guðuna
Sólju Jacobsen, eru
tað hesi fimm, sum
hava vunnið seg
fram til finaluna í
Stjerne for en Aften
James Sampson. Vinn-
arin úr fyrstu kappingini
tykist framvegis teljast
millum favorittarnar til
endaliga heitið
Lene Mathiesen. Lítli
songfuglurin við stóru
røddini bergtekur ferð
eftir ferð við síni song-
gleði, men hon má kortini
roknast sum outsidari
Martin G. Pedersen.
Somuleiðis ein av outsid-
arunum, men samstundis
ein framúrskarandi
sangari, sum eisini dugir
at standa á einum palli
Jan Nielsen. Elektrikarin,
sum segði seg úr starvi
eftir kappingina í fjør.
Varð ikki stemmaður
víðari í fyrsta umfari,
men dómararnir góvu
honum eitt wild-card til
hálvfinaluna, og hesum
tók hann av
Jacob Andersen. Sang-
arin við skitnu røddini
fekk prædikatið »heims-
klassi« í hálvfinaluni, og
saman við James og
Guðrun verður hann
roknaður sum favorittur
at vinna finaluumfarið,
tá hetta verður á skránni
komandi fríggjakvøld
Hvat Eivør so enn
ætlar sær við tónleiki
sínum, so verður
neyvan nakar trupul-
leiki í at røkka hesum.
Leygardagin vórðu
enn nakrar facettir í
føroyska gimsteinin-
um avdúkaðar – hesa-
ferð í Norðurlanda-
húsinum
UMMÆLI
orð: Jákup Mørk
myndir: Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Norðurlandahúsið var leyg-
ardagin karmur um enn
eina frálíka framførslu frá
føroyska
songfuglinum,
nummar eitt. Eivør Páls-
dóttir.
Hesaferð hevði Eivør
fylgi av íslendska Kasa-
hópinum, og lat tað verða
sagt alt fyri eitt, at talan var
um eina framúr samanset-
ing, har ljóðførini hjá hes-
um á framúrskarandi hátt
sampakkaðu við røddini
hjá Eivør.
Nærvera
Longu eftir fyrstu tónun-
um, sum streymaðu yvir
salin, stóð greitt, at talan
fór at verða um eina fram-
førslu, sum fór at seta seg í
minnini hjá áhoyrarunum.
Við íslenskum fólkatónum
við íblástri úr Sotlandi og
Írlandi kundi lurtarin tað
sama verið fluttur í onkra
scenu í einum klassiskum
írsku filmi, ella kanka til
skotska hálandið fyri nøkr-
um hundrað árum síðani.
Tónleikur snýr seg í grund-
ini um at raka nakrar kensl-
ur, og bara hesa fyrstu løt-
una sýndu tær fimm í Kasa,
at hetta var eitt kynstur,
sum tær megnaðu til fulnar.
At Eivør eisini megnar
hetta, mundu tey flestu vita,
longu áðrenn hon trein á
pallin, og skuldi nakar
verið í iva, so var ivin burt-
ur, tá konsertin var av.
Við fleiri av longu væl
kendu løgunum, sum hon
so ofta hevur framført,
blandaðum
saman
við
nøkrum nýggjum, fekk hon
alt fyri eitt salin at kóka.
Ikki soleiðis at fólk reistust
upp á stólar at rópa og
klappa, men heldur so, at tú
kendi kenslurnar, sum fóru
um áhoyrararnar. At Eivør
so eisini á sín egna av-
slappaða hátt megnaði at
skapa eina nærveru til
áskoðararnar, gjørdi ikki
løtuna verri í so máta.
Valið er frítt
Fram um alt, so vóru tað tó
tey nýggju elementini í
framførsluni, sum hugtóku.
At Eivør er víttfevnandi í
tónleiki sínum, er eingin ivi
um. Ein gimsteinur, har
ymsu facettirnar bert bíða
eftir at ein klútur skal taka
eftir teimum, áðrenn tær
endurspegla sólarglæmur-
nar.
Soleiðis gav nýggja lag
hennara, sum hon fyri
fyrstu
ferð
framførdi,
Coloured
Roads,
eina
greiða fatan av, at Eivør so
sanniliga eisini er ein
country-sangarinna
í
heimsflokki. Eru ambitión
hennara at gerast millión-
ingur av tónleiki sínum, er
lættari hátturin helst at
senda eina demo-fløgu til
onkran Nashville-produc-
ara, og annars seta treytir-
nar sjálv. At hesar verða
eftirlíkaðar, er helst eingin
sum helst ivi um.
Alternativið er so at gera
tað, sum henni lystir at gera
við tónleikin. Tað fer so
heilt víst eisini at bera á
mál, tó at leiðin tá kanska
verður nakað longri. Og so
fer tað helst eisini at hava
við sær, at vit her í Føroy-
um sleppa at síggja nakað
meira til hennara, heldur
enn at hon skal farta alla
klótuna runt við framførsl-
um sínum.
Ein spurningur um tíð
Seinna alternativið tykist
enn vera leiðin, sum Eivør
hevur valt sær, og tí kunnu
vit føroyingar enn fyri ein
sámuligan prís sleppa at
síggja og hoyra gullfugl
okkara her heima.
Fyri at venda aftur til
leygardagin, so var hetta
júst eitt av kvøldunum, har
Eivør aftur slapp at gleða
okkum við nýggjum sam-
ansetingum av tónleiki
sínum. Væl stuðlað av
Kasa-hópinum, hevði hon
frálíkar framførslur av fleiri
av løgum sínum, men har
var tó eitt lag, sum skaraði
heilt framúr. Strúkaratón-
arnir til »Nú brennur tú í
mær« góvu hesum lagnum
heilt nýggjar dimensiónir.
Dramatikkur,
øsing
og
inniligheit fingu frítt at
fara, og tá songrøddin sam-
stundis var í eini nógv ráari
útgávu, enn vit vanliga
kenna hana, tóktist salurin
nærum vera tikin av bóli.
Klappsalvurnar eftir hetta
mundu heldur ikki tikið
nakran enda, og tvær mátti
ein brosandi Eivør takka,
soleiðis at hon kundi koma
víðari í skránni. Hendan
varð so rundað av við
tveimum eykaløgum, áðr-
enn Eivør og hjálparar
hennara hetta kvøldið takk-
aðu fyri seg. Enn einaferð
høvdu føroyingar verið
vitni til eina framúrskar-
andi framførslu frá hennara
síðu, men kortini var tað
við ikki sørt av sorgblídni,
at klappsalvurnar vórðu
avleveraðar. Tí við rúkandi
menning hennara sum tón-
leikari, tykist tað bert vera
ein spurningur um tíð, áðr-
enn fremsti føroyski song-
fuglurin flýgur longur út í
heim.
Eivør ger, sum hon vil
Strúkaratónarnir til »Nú
brennur tú í mær« góvu
hesum lagnum heilt
nýggjar dimensiónir
At Eivør er víttfevnandi í tónleiki sínum, er eingin ivi um. Ein gimsteinur, har ymsu facettirnar
bert bíða eftir at ein klútur skal taka eftir teimum, áðrenn tær endurspegla sólarglæmurnar
Til fleiri av løgunum sang Unn Patursson eina frálíka aðru-
stemmu