týsdagur 22. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 22. februar 2005
21
Guðrun Sólja Jacob-
sen sang seg fríggja-
kvøldið í stóru og
endaligu finaluna í
sangkappingini
Stjørna í eitt kvøld.
Hon fær harða kapp-
ing í finaluni fríggja-
kvøldið
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað verða størstu profil-
arnir
í
sangkappingini
Stjørna í eitt kvøld, sum
fríggjakvøldið
fara
at
kappast í endaligu finaluni
í kappingini.
Hetta er seinastu ferð, at
kappingin verður hildin, og
nú tann seinasta finalan –
endaliga uppgerðin, sum
DR kallar – verður á
skránni, verður ein føroysk
songkvinna millum final-
istarnar.
Guðrun Sólja Jacobsen
var við í hálvfinaluni
fríggjakvøldið, og hon var
ein av teimum trimum, sum
fólk vildu síggja aftur í
finaluni.
Eina litrík Guðrun sang
ein av kendu sangunum hjá
amerikansku songkvinnuni
Whitney Houston, Run To
You, og tað var sum vanligt
sannførandi. Og tað gav
eisini bonus við einum
tryggum finaluplássi.
Gásarhold av Guðrun
Saman við Guðrun Sólju
Jacobsen komu eisini vin-
maður hennara, Jacob And-
ersen, og Jan Nielsen í
finaluna, og dómarapanelið
hevði nógvar rósur at bera
sangarunum.
Jan Lysdahl, sum er ein
av dómarunum, segði seg
fáa gásarhold, tá ið Guðrun
sang, og tá ið tað snúði seg
Jacob Andersen, tosaði
hann um eina kloakk – tað
skuldi skiljast positivt, tí
røddin á tí framúr góða
sangaranum er skitin og rá.
Jan Nielsen var við í
hálvfinaluni, tí dómararnir
kundu velja eina av sangar-
unum, sum ikki kom víðari
frá teimum innleiðandi um-
førunum til hálvfinaluna,
og tað eydnaðist honum at
gera vart við seg í kapping-
ini, so at hann sníkti seg
fram um Thomas Thordar-
son, sum tað var rokna við
skuldi enda í finaluni sam-
an við Jacob og Guðrun.
Hørð kapping
í Herning
Tað verða seks fólk, sum
fara at syngja í finaluni
fríggjakvøldið.
Stóra showið verður í
Herning, og har skal Guðr-
un kappast við James
Sampson, Jacob Andersen,
Lene Mathiesen, Jan Niel-
sen og Martin Pedersen.
Tveir fyrrverandi vinnar-
ar í kappingini eru við í
finaluni, tí umframt Guðr-
un hevur eisini James
Sampson vunnið kapping-
ina áður. Tey mugu eisini
saman við Jacob Andersen
roknast sum favorittar til
vinna hesa seinastu kapp-
ingina.
Til finaluna, sum SvF fer
at
samsenda
við
DR
fríggjakvøldið, verða onk-
rir serligir gestir, sum fara
at syngja. Big Fat Snake og
Sanne Salemonsen eru
tveir teirra, og tann triðji
skal ikki avdúkast fyrr enn
í sjálvari finaluni.
Guðrun var aftur
millum tey bestu
Ein av dómarunum segði seg
fáa gásarhold, tá ið Guðrun
sang Run To You hjá
Whitney Houston